týsdagur 9. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 47 - 9. mars 2004
Nr. 47 - 9. mars 2004
19
Konservativi leiðarin
í Grikkalandi, Kostas
Karmanlis, tekur nú
við stjórnarvald-
inum, men hann fær
úr at gera, tí trupul-
leikarnir eru nógvir
GRIKKALAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Demokratiski flokkurin hjá
Kostas Karmanlis fekk
45,5 prosent av atkvøð-
unum á tjóðartingsvalinum
sunnudagin, og tað gav
flokkinum 165 av teimum
300 tingsessunum. Demo-
kratiski flokkurin kann so-
statt skipa stjórn einsamall-
ur, og fyri fyrstu ferð í
ellivu ár noyðast sosialist-
arnir at lata valdið frá sær.
Kostas Karmanlis er 48
ára gamal og tann yngsti
grikski forsætisráðharrin
nakrantíð.
Hann
hevur
amerikanska
løgfrøðiút-
búgving og sigst vera væl
fyrireikaður til ta nýggju
uppgávuna.
Men hann fær eisini úr at
gera.
Arbeiðsloysið
í
Grikkalandi
er
næstan
tíggju prosent, og inflasjón-
in hevur verið støðugt
veksandi, síðani landið
fekk sær evruna til gjald-
oyra.
Ein annar trupulleiki er,
at Athen er vertur fyri teim-
um olympisku leikunum í
summar, men enn eru fyri-
reikingarnar ikki komnar
meiri enn í helvt. Men eis-
ini ta uppgávuna ætlar
Kostas Karmanlis sær at
loysa.
– Vit fara at gera okkara
besta til, at teir olympisku
leikirnir verða teir bestu og
tryggastu, sum verið hava.
Leikirnir eru ein góður
møguleiki hjá Grikkalandi
at vísa, at landið er eitt nú-
tímans samfelag, segði
Karmanlis sunnukvøldið.
UTTAN ÚR HEIMI
Hann fær úr at gera
Mannarættindafelags
skapurin Human
Rights Watch vil vera
við, at amerikonsku
hermenninir í
Afghanistan pína og
drepa fangar
MANNARÆTTINDI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í einari nýggjari frágreið-
ing vil Human Rights
Watch, sum hevur høvuðs-
støð í New York, vera við,
at amerikanskir hermenn í
Afghanistan hava gjørt seg
sekar í álvarssomum brot-
um á mannarættindini.
– Vit hava álítandi prógv
fyri, at amerikanskir her-
menn eru sekir í píning ella
øðrum ómenniskjaligum
ágangi
ímóti
fangum,
stendur millum annað í frá-
greiðingini. Eisini verður
sagt, at amerikonsku her-
menninir taka tilvildarligar
afghanar, sum verða illa
viðfarnir, og at hermenninir
ræna alt frá fangunum.
Human Rights Watch
heldur tað vera serliga at-
finningarsamt, at fleiri av
hesum tilburðunum hava
einki havt við kríggj ella
onnur hernaðarlig tiltøk at
gera. Sambært felagsskap-
inum hava minst fýra af-
ghanar latið lív, meðan teir
hava sitið í varðhaldi hjá
amerikanska herinum, og
herurin hevur sýtt fyri at
greiða frá, hvat hendi fang-
unum.
– USA hevur bundið seg
til at kanna ákærur sum
hesar og at revsa teir, sum
bróta lógina, men tað er
einki, sum bendir á, at nak-
að av hesum málum verður
kannað, segði Brad Adams
hjá Human Rights Watch,
tá hann almannakunngjørdi
ta nýggju frágreiðingina.
Amerikanska herleiðslan
í Afghanistan hevur sýtt
stýri at siga, hvussu nógvar
fangar herurin hevur, men
Human Rights Watch sigur,
at talan er um minst 1.000
fólk, sum eru tikin sum lið-
ur í jagstranini eftir limum í
Taliban og al-Qaeda. Teir
flestu fangarnir eru í legum
á amerikonsku herstøð-
unum í Bagram, Kandahar,
Jalalabad og Asadabad.
Umstøðurnar í fangaleg-
unum eru sera vánaligar, og
fangarnir sleppa ikki at tosa
við nakran uttan fyri legur-
nar, sigur Human Rights
Watch.
Ein talsmaður hjá ameri-
konsku herleiðsluni í Af-
ghanistan avsannar tað,
sum stendur í frágreiðing-
ini. Hann sigur við Reuters,
at skuldsetingarnar hjá Hu-
man Rights Watch vísa, at
felagsskapurin skilir ikki
støðuna.
– Afghanistan er eitt
krígsøki, og hermenn okk-
ara berjast ímóti fíggind-
um. Vit halda allar reglur
og lógir, sum eru galdandi í
sambandi við vápnað stríð,
sigur Bryan Hilferty, oberst-
ur.
Hermenn pína og drepa
Vápnaðir ættarbólkar
fara nú at hjálpa
amerikonsku og paki-
stansku hermonn-
unum at finna Osama
bin Laden og næstu
menn hansara. Men
summar keldur vilja
vera við, at bin Laden
er flýddur og kann
kenna seg tryggan
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meðan ómannað ameri-
konsk njósnaraflogfør og
fylgisveinar halda eygað
við øllum, sum fyriferst í
fjøllunum
á
markinum
ímillum Pakistan og Af-
ghanistan, skulu lokalir
krígsmenn kanna holur og
annars øll støð, ið kunnu
hugsast at fjala leiðaran í
al-Qaeda, Osama bin Lad-
en, og næstu menn hansara.
Pakistan hevur sent einar
70.000 hermenn til fjalla-
lendið har vesturi í land-
inum, har teir skulu leita
eftir limum í Taliban og al-
Qaeda. Amerikanskir her-
menn eru eisini har, og tann
serliga 121. herdeildin,
sum fann Saddam Hussein,
skal nú eisini sendast til
Pakistan at leita eftir bin
Laden.
Um vikuskiftið hittust
eini 500 umboð fyri ymsar
ættarbólkar har vesturi í
Pakistan. Evnið á fundinum
var ein áheitan um at hjálpa
amerikanarum og pakistan-
um at finna leiðaran í al-
Qaeda og hansara næstu
menn, og menn samdust
um at manna ein her við
1.200 monnum, sum skulu
niðan í fjøllini at leita. Teir
Taliban- ella al-Qaeda-lim-
ir, sum verða funnir, skulu
latast myndugleikunum.
Síðani bretsku hjálanda-
tíðina hava ættarbólkarnir
har vesturi í Pakistan havt
eitt ávíst sjálvsstýri og egna
lóggávu. Vanliga hava teir
fingið frið fyri teimum
pakistonsku myndugleik-
unum, og teir hava ferð
eftir ferð sett seg upp ímóti
pakistanska herinum, Men
nú Pakistan hevur sent
70.000 hermenn til økið,
hava ættarbólkarnir einki í
at velja enn at stuðla her-
inum, skrivar Reuters. Vón
teirra er so, at hermenninir
verða tiknir aftur, tá bin
Laden og hansara menn eru
funnir. Hetta er ikki fyrstu
ferð, at teir lokalu ættar-
bólkarnir hava lovað at
hjálpa
pakistanum
og
amerikanarum, men hesa-
ferð er tað álvara.
Nær við
Amerikanskar keldur vilja
vera við, at pakistanskir
hermenn mundu fingið fat-
ur á bin Laden fyri trimum
vikum síðani, men at hann
slapp
undan
teimum.
Fregnartænastukeldur
í
USA hava eisini sagt, at eitt
ómannað
amerikanskt
njósnaraflogfar skal hava
tikið myndir av einum
manni, og at tað helst var
varaleiðarin í al-Qaeda,
egyptin Ayman al-Zawa-
hiri, sum eisini gongur und-
ir heitinum Deyðans lækni.
Bretska blaðið Sunday
Telegraph skrivar, at sonur
al-Zawahiri, Khalid, varð
tikin saman við tjúgu øðr-
um monnum í útsynnings-
partinum av Pakistan fyri
hálvari aðru viku síðani, og
at hann skal hava givið
amerikanarum
týðandi
upplýsingar.
Aðrar amerikanskar og
pakistanskar keldur vilja
vera við, at Osama bin Lad-
en og menn hansara eru als
ikki í fjøllunum longur. Teir
eru farnir haðani og kunnu
kenna seg tryggar nú, siga
hesar keldurnar sambært
Sunday Telegraph.
Tátta takið
um bin Laden
Kostas Karmanlis
aftan á valsigurin
sunnukvøldið. Sum
forsætisráðharri fær
hann úr at gera
Mynd: Reuters
Ungt listarligt for-
vitni ger tað høgt til
loft og vítt til veggja á
Várframsýningini í ár
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
"Gávur eru ymiskar, onkur
hevur eina serliga æðr og
ein kann hava meir at oysa
av enn annar. Men einans
áhaldandi tógvið stríð við
form, lit, striku - ella orð,
ljóð, ljós og rørslu - kann
geva vónir um at náa so
langt, at talast kann um
list." Soleiðis hugleiðir
Bárður Jákupson í tekstin-
um
til
framsýningar-
skránna, har hann roynir at
varpa ljós á onki minni enn
spurningin "Hvat er list?"
Listarlig leitan
Tey 20 listafólkini og um-
leið 100 listaverkini, ið eru
sloppin við, eru so eitt boð
uppá eitt ógvuliga fjøl-
broytt svar. Men tað er ser-
liga tað yngra ættarliðið, ið
løðir huglagið í Listaskál-
anum hesar dagarnar við
síni listarligu leitan og for-
vitnisliga fjølbroytni.
Fríða Brekku er ein av
teimum, ið er við fyri fyrstu
ferð. Skeivu skeringarnar
flyta eitt annars vanligt
fokus frá myndevninum og
lata upp fyri eini óendalig-
ari variatión av teimum
trimum
naturalistisku
vatnlitsmyndunum av seyði
og seyðaull. Myndirnar hjá
Fríðu eru smáar og høvdu
ivaleyst komið betri til sín
rætt onkra aðrastaðni. Men
tá tú fyrst hevur varnast tær,
eru hetta ikki myndir, tú
sleppur alt fyri eitt.
Á næsta horni hevur enn
eitt nýtt navn fingið pláss,
og Andy Warhollíknandi
poppartstílurin hjá Andreu
Falkvard smæðist ikki burt-
ur - hvørki í stødd ella út-
trykki. Harðligu strikurnar
og skríggjandi litirnir mana
fram tvey andlit undir heit-
unum "Vøka" og "Longsul"
við einum friðloysi, sum
nærum etur seg inn í teg.
Tey 7 listaverkini hjá
Jens D. Frederiksen fevna
víða í tíð og stað. Frá varia-
sjónum yvir keltisku trúnna
og fjøruna til hugtakið
"Snail Mail", avmyndað
sum gomul frímerki, klistr-
að inn í eina rammu. "Ym-
iskt tilfar" stendur at lesa í
skránni, tí talan er mest um
kollagur av rekaviði, goml-
um rustaðum jarni savnað í
einum djúpum bláum liti,
sum gevur tær eina kenslu
av tíðar- og staðarligum
endaloysi.
"Áhaldandi tógvið
stríð"
Eitt av krøvunum fyri at
vera við á Várframsýningin
var, at listfólkini lótu inn
fleiri verk. Hetta fyri at
dómsnevndin betri kundi
meta, um talan var um
veruligar listarligar gávur
og ikki bara eitt tilvildarligt
"heppið" avrik. At eitt
áhaldandi tógvið stríð ligg-
ur aftanfyri prógva øll lista-
verkini, sum hanga í lista-
skálanum hesar dagarnar.
Men onkursvegna tykist tað
sum, hetta stríðið er mest
skipað hjá ungu listakvinn-
uni Ása Rannvá Svennson.
Her er tað sjálv skapanar-
gongdin, ið hugtekur mest í
eini áhaldandi røð av
royndum við litum og strik-
um. Uttan at taka nakað frá
nøkrum av hinum, havi eg
varhugan av, hesar 8 mynd-
irnar hjá Ásu bert umboða
ein brotpart av tí listarliga
hugflogi og tekniska neyv-
leika, ið tær eru úrslit av.
Skeivt høvi
Áðrenn Várframsýningin
lat upp seinasta fríggjadag
vóru røddir frammi um, at
framsýningin tóktist at hava
mist sítt endamál úr eyg-
sjón. Dómsnevndin hevði
nevniliga
umhugsað
at
slept framsýningini heilt
ella broyta hana onkurs-
vegna, tí yrkislistafólk ikki
høvdu sýnt henni nóg
stóran áhuga.
Um tiltakið ikki virkar
eftir ætlan, er sjálvandi al-
tíð vert at umhugsa broyt-
ingar. Men dagarnir, beint
áðrenn framsýningin lat
upp, var neyvan best valda
høvið at lufta hesar tankar
alment. Tú fekk varhugan
av, at Várframsýningin í ár í
besta føri var næstbesta
loysn ella at hesi listafólk-
ini bert vóru við, tí ov lítið
var at velja ímillum. Slíkt
stimbrar ongan - hvørki
komandi listafólk ella tey
vitjandi. Og tað er spell, tí
uttan mun til um tú hevur
skil fyri list ella ikki gevur
Várframsýningin í ár ein
greiða ábending um, at ung
føroysk listafólk onki missa
við ikki at verða saman-
borin við listarliga sið-
venju. Kanska tvørturímóti.
– Íblásturin fái eg frá
menniskjum rundan
um meg og teirra
lívssøgum. Eg havi
nokk altíð verið meir
hugtikin av teimum
innaru landsløgun-
um, enn teimum
sjónligu, sigur Sigrun
G. Niclasen, sum
hendan mánaðin
hevur framsýning í
Leikalund í Klaksvík
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Tað livaða lívið gongur aft-
ur sum felags tema í flestu
málningunum. Serliga er
tað gamla konan við teim-
um ovurstóru hondunum,
sum spøkir aftur í huga-
heiminum hjá listakvinn-
uni. Og tað eru eisini hesir
málningarnir, sum fangað
eyga. Fyrst tí litir og stødd
fylla rúmið, teir hanga í, og
síðani tá tú varnast nakrar
smálutir, sum bróta beinu
strikurnar og friðin á mynd-
unum.
At velja
Ein lívssøga er jú altíð úr-
slitið av teimum valum, eitt
menniskja
hevur
gjørt,
sigur Sigrun. Men tað, sum
kanska serliga hugtekur
meg, er spurningurin um,
hvat tað er, sum fær okkum
til at velja til ella frá.
Innihaldsliga verður frið-
urin á myndunum av gomlu
konuni órógvaður av eini
hurð, einum lykli og einum
spurvi. Valið ímillum at lata
upp ella aftur fyri lívinum
og nýggjum møguleikum
ger tigandi konuna livandi
og veruliga. Tað, sum fyrst
tóktist at vera ein niður-
støða, verður knappliga ein
ella fleiri spurningar um,
hvussu vit velja at liva
okkara lív.
Hendur
Hendur hugtaka Sigrun.
Her bera tær boð um livað
lív, men í teimum liggur
eisini møguleikin fyri at
gera seg til harra yvir
øðrum lívi. Týdningurin av
stóru hondini, ið lættliga
kundi kroyst evarska lítla
spurvin, gongur aftur í eini
ovurstórari hønu, ið liggur
omaná sínum unga. Hetta
er eisini evnið á mynda-
røðini, Sigrun hevur við á
Várframsýningini í ár, men
har er boðskapurin týðilig-
ari. Heiti sum »Lívsins
byrjan« og »12 vikur« sipa
í so beinleiðis til fostur-
tøkumøguleikan, ið ikki
varð valdur, tá røðin endar
»Í Guds hondum.«
Niðurstøður
Tann átrúnaðarliga ávirkan-
in letur seg ikki fjala í
myndunum hjá Sigrun.
»Hin góði hirðin«, »Móð-
urkærleiki« ella »Kærleiki
brýtur mørk« eru ein játtan
av lívinum og svar uppá teir
spurningar, aðrir málningar
seta. Men boðskapurin tek-
ur yvir og byrjar at taka av-
gerðir fyri áskoðaran. Og
tað er spell, tí hvør sær
standa málningarnir sum
sterkar avbjóðingar - bæði í
stíli og myndevni.
Brýtur mørk
Sjálvt um ein partur av
framsýningini soleiðis tyk-
ist at gera sær sínar egnu
avmarkandi
niðurstøður,
hómast allatíðina royndir at
bróta mørk. Stílurin er ógv-
usliga grafiskur, í løtum
mest sum naivistiskur, har
skuggar og perspektiv víkja
fyri neyvum endurgeving-
um av smálutum, beinum
linjum og klárum litum.
Myndaevnini eru tikin úr
sínum vanliga høpi og
stoyta saman við sínar mót-
setningar í nýggjum hug-
kveikjandi
týdningum.
Ikki, at hesin stílur brýtur
mørk í sær sjálvum, men
mátin hann manar fram tað
fjøltáttaða í tí einfalda, er
serliga
forvitnisligur
í
myndunum av tí gomlu
konuni. Eftir framsýning-
ina fara júst hesir máln-
ingarnir víðari til Týskland,
men fram til 4. apríl eru teir
at síggja í hugnaligu,
gomlu handilshúsunum úti
í Klaksvíkini.
Livað lív í Leikalund
Várframsýningin 2004:
Ungt
forvitni
Sigrun G. Niclasen við málinginum »Omma«. Gamla konan
gonur aftur í fleiri av málningunum við sínum ymisku søgum
frá einum livaðum lívi
Tey 20 listafólkini og umleið
100 listaverkini, ið eru
sloppin við, eru so eitt boð
uppá eitt ógvuliga fjølbroytt
svar. Men tað er serliga tað
yngra ættarliðið, ið løðir
huglagið í Listaskálanum
hesar dagarnar við síni
listarligu leitan og for-
vitnisliga fjølbroytni.
C
M
Y
K
19
18