mánadagur 21. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru tríggir høvuðs
eigarar í nýggja uppsjóv
arvirkinum á Tvøroyri.
Og teir eru alt annað
enn tilvildarliga saman
settir.
Ein høvuðseigari er
Varðin í Gøtu, sum hevur
sera drúgvar royndir, hvat
fiskiskapi eftir uppsjóv
arfiski viðvíkur. Varðin
eigur eisini nøkur av mest
framkomnu
uppsjóvar
skipum yvirhøvur og er
størsta uppsjóvar-útgerð
arfelag í landinum.
Varðin er eisini eitt
felag við stórari fíggjar
ligari megi
Ein
annar
høvuðs
eigari er Delta Seafood
á Tvøroyri, sum hevur
drúgvar royndir at fram
leiða fiskavørur.
- Teir eru sera dugna
ligir at framleiða og hava
eina ta størstu fram
leiðsluna av fiskavørum
í landinum við trimum
virkjum, sigur Arni Carl
sen, projektleiðari í upp
sjóvarvirkinum.
Triði høvuðseigarin er
Bacalao/Kimbil, har Poul
Hansen stendur á odda.
- Hann hevur verið
nevndarformaður í Havs
brún í 16 ár og har hevur
hann ognað sær stóra vit
an um uppsjóvarvinnuna.
Projektleiðarin heldur
eisini, at virkið liggur
sera væl fyri á Tvøroyri,
tí haðani er stytst at
sigla eftir rávøruni og
tað liggur væl fyri at fáa
skikkaða arbeiðsmegi.
Nýggja flakavirkið er so
topp-modernað, at fisk
urin fer ígjøgnum alla
framleiðsluna uttan at
mannahond
nakrantíð
nertir við hann.
Og tað ganga bara
nakrar fáar minuttir frá tí,
at fiskurin er pumpaður
úr eini skipslast, til hann
er hagreiddur og pakkað-
ur sum hann skal og er
komin í frystaríið.
Tað er eisini sjálvvirk
andi, at hann fer í frystar
an eftir einum tokvogni
á skinnarum ígjøgnum
virkið.
- Tey siga, at tað eru
bara tveir tokskinnarar í
Føroyum, teir einu eru í
kolanámunum í Hvalba
og er á virkinum, helt Arni
Carlsen,
projektleiðari,
skemtiliga fyri.
Síðani tekur tað fýra
tímar frysta hann.
Tilsvarandi
virki
brúkar 18 tímar at frysta
framleiðsluna, so hetta
skuldi givið væl betri fisk,
sigur Bogi Jacobsen, stjóri
á Varðin Pelagic á Tvør
oyri.
Kortini verður brúk
fyri umleið 50 starvs
fólkum tilsamans og tá ið
framleiðslan er komin í
rættlag, verður arbeitt alt
samdøgurið.
Men tey 50 starvs
fólkini verða bara í minni
mun ólærd arbeiðsfólk.
Nógv tey flestu verða
teknikarar
av
ymsum
slagi, sum skulu passa
maskinurnar,
eitt
nú
elektrikarar, maskinfólk
og onnur við útbúgving.
Men
nøkur
ólærd
fólk verða til at sortera
í vissum førum, til at av
skipa o.s.fr.
Áki Bertholdsen
Tað skerst ikki burtur, at tey
hugsa stórt á Tvøroyri.
Tey ætla nevniliga, at
nýggja uppsjóvarvirkið, sum
nú verður bygt á Tvøroyri,
skal vera ímillum tey aller
fremstu virkini av sínum
slagi í Evropa.
Tað
staðfesta
tey
á
Varðanum, sum eru drívmeg
in aftanfyri nýggja uppsjóv
arvirkið, sum í hesum døgum
verður bygt á Tvøroyri og
sum nú av álvara er við at
taka skap.
Mikukvøldið varð almen
nur fundur á Seglloftinum á
Tvøroyri, har byggiharrarnir
kunnaðu um virki og hvørji
útlitini verða, tá ið virkið
stendur liðugt.
- Hetta er eitt tað størsta
uppsjóvarvirkið
í
øllum
heiminum, staðfesti Arni
Carlsen, projektleiðari, tá ið
hann greiddi tvørafólki frá
virkinum.
- Hetta virkið er áleið
tvær ferðir so stórt sum tað
størsta uppsjóvarvirkið í Ís
landi.
Men hann legði afturat,
at tekniska útgerðin er tann
fremsta og mest nýmótans,
sum yvirhøvur er til.
- Endamálið er, at hetta
virkið skal vera fremsta upp
sjóvarvirkið í øllum Evropa,
Og ætlanin er at brúka
hesi næstu trý árini til at
røkka endamálinum.
Hesa fyrstu tíðina er
ætlanin at finna fótafestið av
álvara og at fáa framleiðslu
na í rættlag og at menna
framleiðsluna av hjávørum.
Næsta ár og 2014 skulu
brúkast til at byggja eina
rættiliga søludeild upp og at
byggja
framleiðsluorkuna
út til at klára 1000 tons um
dagin.
Og í 2015 er ætlanin, at
vøruúrvalið og søludeildin
skal verða ment enn meiri
og at virkið skal vera ímillum
tey allarfremstu hvat fiski
skapi, framleiðlsu og sølu av
matvørum úr uppsjóvarfiski
viðvíkur.
- Tað er eitt stórt mál at
seta sær, men eg ivist ikki í,
at tað verður rokkið, sigur
Arni Carlsen.
Klárt 1. juli
Ætlanin er, at virkið á Tvør
oyri skal verða liðugt 1. juli
og tað er onki, sum bendir á,
at tann tíðarætlanin ikki fer
at halda.
- Vanliga tekur tað hálvt
annað ár at byggja eitt virkið,
sum hetta, men vit hava
skund, so vit noyðast at klára
tað upp á eitt hálvt ár, segði
hann.
Ein orsøk til, at tað ber
til, at byggja so skjótt, er, at
sjálvt virkið er longu bygt,
tí uppsjóvarvirkið verður
í bygninginum hjá gamla
flakavirkinum á Tvøroyri,
tó at tað verður munandi
broytt og bygt út.
- Málið er, at tann 1. juli
skal tað vera klárt at taka
ímóti fyrstu lastini og tað
vænta vit eisini avgjørt, at
vit vera, sigur hann.
Liggur sera væl fyri
Menninir á Varðin Pelagic,
sum virkið eitur, staðfesta
eisini, at eitt slíkt virkið
liggur serstakliga væl fyri á
Tvøroyri.
Tríggir
høvuðs-
eigarar
50
fólk
Tvøroyri skal verða
FRAMKOMIÐ VIRKI Nýggja uppsjóvarvirkið, sum nú verður
bygt á Tvøroyri, er eitt hitt størsta í verðini og tað skal skal
verða ímillum allarfremsu virki av sínum slagi í Evropa
Nakrir av høvuðsmonnunum
í nýggja virkinum á Tvøroyri.
Frá vinstru eru teir Gudmund
Mortensen og Egil Olsen,
nevndarlimir, Jákup Jacobsen
frá Varðanum í Gøtu og
Tummas Thomsen, sum eisini
er ein oddamaður í Varðanum
Ongin ampi
Hóast virkið er stórt og stendur í bygdum øki, fer tað ikki
at verða til ampa fyri grannarnar, hvørki hvat larmi, lukti
ella royki viðvíkur. Tað staðfestir Eyð Eidesgaard, sum nú
er settur góðskuleiðari á nýggja uppsjóvarvirkinum