Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað er stytsta leið at sigla av fiskileiðunum og tí kundi tað valla ligið betri, siga teir. Hóast Varðin eigur fleiri skip, sum fara at avreiða til vir­k­ið, verður avgjørt ikki bara dúva upp á tey. Ætlanin er nevniliga eisini at keypa fisk frá bæði norsk­um og íslendskum skip­um. - Vit liggja sera væl fyri at keypa fisk frá bæði norskum og íslendskum skipum, tí av­ reiða tey til okkara, spara tey eina rúgvu av siglingstíð, sig- ur Bogi Jacobsen, stjóri. Og tað liggur væl fyri at taka ímóti fiski, tí fram­ leiðslu­orkan er øgilig. - Í fyrstu syftu hava vit orku at taka ímóti og fram­ leiða 600 tons um dagin, men alt er gjørt klárt til at økja framleiðsluorkuna upp á 1000 tons um dagin. - Tað klárar neyvan nakað ann­að uppsjóvarvirki, siga teir. - Tá ið vit framleiða 1000 tons um dagin, merkir tað, at annan­hvønn minutt kemur ein plattur av virkinum og hvørt samdøgur framleiða vit upp í 40 heilar bingjur. - Eg ivist ikki í, at hetta fer at føra til nógv avleitt virk­ semi, bæði her á Tvør­oyri, men eisini í allari Suður­ oynni og annars um alt land­ ið, sigur Arni Carlsen. Tann velduga fram­ leiðslu­orkan ger, at faramskip fer at leggja at á Tvøroyri hvørja viku at avskipa fisk. Marknaðarlondini eru um allan heimin, bæði í Afrika, Asia, Russlandi og gomlu sovjett­isku lýðveldini og ymsa aðrastaðni. - Es er eitt stórur mark­ nað­ur, men har er støðan óviss við tað, at vit eru hótt­ir við boykotti. Tí tora vit fyribils ikki at leggja so stóran dent á tann mark­nað­ in. Allan uppsjóvarfisk Summi hava hildið, at talan næstan verður um eitt makrel­virkið burtur av, men tað verður meiri fjøltáttað enn so. Virkið kann eisini taka ímóti makreli, men tað tekur eisini ímóti øllum øðrum upp­sjóvarfiski. Í veruleikanum verður meiri hugsa um at taka ímóti svart­kjafti, tí tær kvoturnar eru uppeftirgangandi ímeð­ an ongin veit rættiliga, hvus- su verður við makreli­num. - Vit liggja mitt í svart­ kjaftinum, sigur Bogi Jacob­ sen, stjóri. Virkið kann gera aslkyns vørur burtur úr fiskinum, bæði flak, heilfrystan fisk, av­høvdaðan og magadrignan fisk, ella hvat tað skal vera. Tað ber eisini til, at levera til onnur virki, sum síðani kun­nu góðska fiskin og niður­ sjóða, ella hvat tað skal vera. Á virkinum verður stórur dent­ur lagdur á umhvørvi og tískil er stór íløga gjørd í út­gerð at reinsa spillvatn og ann­að frárensl so at tað ikki dálk­ar fjørðin. Somuleiðis er dentur lagd- ur á at brúka so orkusparandi skipanir, sum gjørligt. Eitt nú brúka frystararnir á hesum virki­num helvtina minni orku enn frystarar á øðrum virkj­um og allur avlopshitin verð­ur brúktur at hita virkið við, so oljunýtdslan verður næst­an ongin. Tey, sum manna leiðlsuna í nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, verða: Nevnd: Jógvan Hentze, sum er nevndarformaður, Tummas Thomsen, Tórheðin Jensen, Egil Olsen, Gudmund Mortensen, Marner Lisberg og Poul Hansen. Stjóri: Bogi Jacobsen. Framleiðsluleiðari: Ólavur Bjarkhamar. Tekniskur leiðari: Jón Tórur Holm/ Jens Eli Johansen. Søluleiðari: Bogi Johannesen. Góðskuleiðari: Eyð Eidesgaard. - Tað er ein stórur heiður at vera við til at bjóða ein­ um slíkum virki væl­kom­ num á Tvøroyri. Tað sigur Pauli Einars­ son, býráðslimur á Tvør­ oyri, sum eisini var á kunnandi fundinum á Segl­loftinum miku­kvøld­ ið, har hann greiddi frá, hvønn leiklut býráðið hev­ur í virkinum. Hann fegnast um, at virk­ið endaði á Tvør­oyri, tí kappingin um fram­ leiðslu­na er ógvuliga hørð. - Fyrstu ferð, vit vórðu boðsend á fund við Varðan, har vit fingu frá­greiðing um ætlanina, hevði eg hug at flagga, segði hann. Virkið er so stórt, at tað verður neyðugt at gera arbeiðsøkið størri. Tað verður gjørt við eini djúphavn upp á 40 ferð­ir 50 metrar so at tey lad­nu nótaskipini sleppa at og samstundis verða fylt upp inni í sjálvum havnar­hylinum, frá bryggju­kantinum og 40 metr­ar vestur fyri at fáa betri pláss. Kortini verður ein lítil atløgustøð gjørd til út­ róðr­ar­bátar, so at teir ikki missa møguleikan at slep­ pa av við fiskin. Annars skal Býráðið bara syrgja fyri at øll loyvi fáast í rættlag, um­ framt at leggja, el, vatn og kloakk. Hevði hug at flagga Hesi standa á odda nummar 1 í Evropa Stórur heiður - Tað er ein stórur heiður at bjóða einum so stórum og framkomnum virki vælkomnum á Tvøroyri, sigur Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri. Her er hann ytst til høgru, saman við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, í miðjuni, og Marner Lisberg, nevndarlimi í virkinum Hetta er eitt tað størsta uppsjóvarvirkið í øllum heiminum Vanliga tekur tað hálvtannað ár at byggja eitt virkið, sum hetta, men vit hava skund, so vit noyðast at klára tað upp á eitt hálvt ár Stórt mál - Tey hava sett sær eitt stórt mál at seta sær, men eg ivist ikki í, at tað verður rokkið, sigur Arni Carlsen, sum er projektleiðari á nýggja uppsjóvarvirkinum, sum nú verður bygt á Tvøroyri