Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Messan í Tallin er ætlað flog­ vall­um at hitta flogfeløg og øvugt. Talan er um eina ár­ liga messu, har bæði Vága Flog­havn og Atlantsflog eru við. Tað er nýggi stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, sum saman við fíggjar­stjóra­ num, Regin Jacobsen, um­ boð­ar felagið, og hann sigur, at teir merkja ein nógv øktan áhu­ga fyri Føroyum. - Vit hava fingið tvífalt so nógvar avtalur í ár sum vit høvdu í fjør. Okkara upp­ gáva er at skapa áhu­ga fyri Føroyum sum ferða­manna­ land, tí tað merkir økta ferðs­ lu um flogvøllin, sigur Jákup Sverri Kass. Hann heldur, at tað serliga er leingjanin av flogbreytini, sum hava skapt áhugan frá flog­feløg­unum. - Fyri Vága Floghavn er tað gott at fáa størri ferðslu um vøllin. Tað kann vera heilársruta ella sesongruta, ella at eitt flogfelag ynskir at gera fýra ella kanska átta bein­leiðis ferðir til Føroya úr Fraklandi, Týsklandi ella onkr­um øðrum europeiskum landi, sigur Jákup Sverri Kass. Messan byrjaði í gjár, og held­ur fram í dag. - Vit skulu brúka dagin í dag við at tosa við flogfeløg, eins og Atlantsflog tosar við ymisk­ar flogvallir, sum vilja hava føroyska flogfelagið at flúgva upp á teirra vallir, sig­ ur Jákup Sverri Kass. Tað er sum er mest bara Atlants­flog, sum brúk­ar Vága Flog­havn, men tað merkir kort­ini ikki, at føroyska felag­ið fær fyrimunir fram um onnur. - Vit spæla við opnum kort­um, og eingin verður for­ for­deild­ur, sigur Jákup Sverri Kass. Hann dugir ikki í løtuni at siga, hvat kemur burtur úr ítøkiliga, men hann fer at hava tilfarið frá ymsu flog­ feløg­unum heim við sær. Vit hava tilfar viið okkum frá føroysku hotellunum og in­coming feløgunum, sum vit lata flogfeløgunum, sum vit hitta her niðri og teimum tour­operat­ørunum vit hava sa­m­band við, sigur Jákup Sverri Kass. Eitt annað, sum dentur eisini verður lagdur á, er at koma í samband við frakt­ feløg, ið fáast við frakt­flutn­ ing burtur av. - Hjá okkum ræðum um at fáa størru ferðslu um vøllin, og tá er hetta eitt gott høvi at lodda dýpið. Og fyri okkum er tað ikki so umráðandi, um tað verður Atlantsflog ella okkurt annað felag, sum flýgur, bara ferðslan um vøllin økist, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Flog­ havn. Roots Europe er eitt gott høvi hjá Vága Floghavn at koma í samband við flogfeløg kring um í Europa Tað verður Hotel Før­ oyar, sum frameftir skal reka kafeteria á flog­vøllinum. Tað hevur annars verið Baresso, sum hevur rikið kafeteria á flogvøllinum í hálvt­ annað ár, men tað sam­ starvið er nú steðgað. Vit bjóðaðu kafe­ teria út millum nøkur útvald, og tað endaði við, at vit tóku av til­ boð­num frá Hotel Før­oyum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hotel Føroyar kem­ u­r samstundis at stan­ da fyri catering til flog­ førini. Hotel Før­oyar á flog­ vølli­num Áhugin fyri Føroyum øktur FLOGFERÐSLA Umboð fyri Vága Floghavn og Atlantsflog eru við á stóru flogmessuni í Tallin, Roots Europe, og har merkja tey ein øktan áhuga fyri Føroyum Leo Poulsen Tað er ein bági fyri FAS, at ov fá hagtøl finnast, sum lýsa virk­semið í vinnuni. Hóast hetta er roknistykkið sera ein­falt, tí tá skipanin lítla ella onga játtan hevur, so er alt virksemið nettoinntøkur til førloyska samfelagið. Í ársfrágreiðingini verð­ ur sagt, at tað er týdn­ing­ ar­mikið at leggja aftrat, at FAS-skipanin er einasta or­søk­in til, at útlendsku reiðarí­ini koma til Føroya at skapa virksemi á landi og um­støð­ur fyri vitanartungu sjó­vinnuna at vaksa. Aðrar skipaskrásetingar kunnu bjóða minst líka góðar fíggj­ar­ligar treytir sum FAS. Kort­ini velja útlendsku reiðarí­ini Føroyar, tí teir ken­na seg aftur í okkara sjómentan. Talan er um eina ment­an, sum er um at hvørva í okkara grannalondum. Av tí at fá hagtøl finnast, ið vísa inntøkurnar hjá før­ oysku sjóvinnuni, er torført at vísa á neyv tøl. Men við at kaga í roknskapirnar hjá føroyskum feløgum inn­an sjóvinnu og spyrja nærri í vinnuni, eru komin fram tøl, ið vísa árligu lønar­út­gjald­ ing­ar­nar í 2011 til størv í FAS- um­sit­ing­ini á landi. Hetta eru varisligar met­ i­ngar og tølini skuluu ikki yvir­metast. Innan Ship Management er talan um 119 ársverk til eitt virði á 54.264.000 krónur, sak­førarar skapa tvey árs­ verk fyri 1.680.000 krónur, grann­skoðarar trý ársverk á 1.800.000 krónur, reiðara- og mann­ing­arfeløg eitt ársverk á 480.000 krónur. Hetta gevur tilsamans eina FAS umsiting í 2011 á 58.224.000 krónur. Nógvan skatt Fyri at fáa atgongd til FAS- lønar­skipanina krevst, at um­sitingin av lønar- og hýsu­ sátt­mál­um er í Føroyum, og reiðaríini mugu hava før­ oyskt bankasamband. Harumframt skulu øll parta­feløgini hava føroyskan grann­skoðara. Fleiri føroysk feløg, nøkur nýstovnað, taka sær av hesi umsitingini veg­ na útlendsku reiðaríini. Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at fleiri før­oyingar, ið hava ar­ beitt innan skiparakstur í grannalondunum, hava gjørt av at flyta heim, nú teir hava møguleika at brúka út­búgv­ ing og royndir sínar í vinnuni her. Tað er eisini álagt út- lendskum reiðaríum at hava før­oyskt umboðsfólk. Flestu út­lendsku reiðaríini velja eisini at hava føroyingar í nevndini, tá teir stovna parta­feløg í Føroyum. Tískil verða nevndar- og aðalfundir of­ta hildnir í Føroyum. Tøl fyriliggja ikki, sum vísa lønina hjá hes­um um­ boð­um ella nevnd­ar­lim­um, men tað skilst, at hetta er væl lønt arbeiði. Tað ber ikki til at síggja, hvussu nógv partafeløgini rinda í skatti, tí hetta verður ikki eyðmerkt í skipanini hjá TAKS, men skráseting, tjóðar­ bræv og pant fyri 2011 gav 1,171 milliónir, máli­brøv góvu 74.118 krónur viður­kenningarprógv 112.274 krón­ur og ársgjøld 1.722.158 krón­ur, ella eina beinleiðis inn­tøku á tilsamans 3.079.550 krón­ur. Í 2011 fekk TAKS 29.112.000 krón­ur inn í skatti frá FAS av­leidd­um virksemi, meðan ar­beiðs­marknaðargrunnar fingu 16.689.860 krónur frá FAS avleiddum virksemi á landi og føroyskum sjófólki í FAS. Flogferðaseðlar og gist­ ing geva eisini nakað av inntøkum, eins og trygg­in­ gar­feløg fáa inntøkur frá FAS skrá­settum skipum. FAS skapar nógv avleitt virksemi AVLEITT VIRKSEMI Í ársfrágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum verður greitt gjølliga frá um FAS, hvussu virksemið hjá stovninum er skipað og hvørjar avleiddar inntøkur FAS skapar Tað eru supplyskip og farmaskip, sum fyri tað mesta eru skrásett í FAS. Eisini Norröna er skrásett undir FAS