mánadagur 21. mai 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Leygardagin 30. juni verður
Vágsbotnur karmur um eitt
nýtt tónleikatiltak, ið hevur
fingið heitið Voxbotn 2012.
- Hetta skal verða ein
hugnaligur dagur, har ung
sum eldri kunnu njóta góðan
føroyskan og útlendskan
tónleik í einum fantastiska
vøkrum umhvørvi í Havnini,
siga fyrireikararnir.
Medina skal framføra
Høvuðsnavnið, sum fer á
pallin henda dagin, er Me
dina úr Danmark. Hon er
størsta navnið innan danska
tónleikaheimin í løtuni og er
eisini í fer við at gerast kend
í Amerika. Tískil hevur tað
heldur ikki verið heilt lætt, at
fingið Medinu at upptraðka í
Føroyum í juni mánaði.
- Samráðingarnar byrjaðu
fyri fleiri mánaðum síðani,
men nú eydnaðist tað loksins,
sigur Rúni Djurhuus, sum
hevur samskipað skránna til
Voxbotn 2012. Hetta er fyrstu
ferð, at Medina er í Føroyum,
og sambært Rúna Djurhuus
er tað alt annað enn bíligt
at fáa eina so kenda og góða
songkvinnu til Føroya.
- Vit vilja fegin hava tón
leik, sum er á einum høg
um støði, til at vera við á
Voxbotn 2012, og ein so mik
ið
dugna-ligur
tónleikari
sum Medina kostar sjálvandi
nógv. Seinastu fimm árini er
tað blivið dýrari og dýrari
at fáa hana at framføra, so
vit hugsaðu, at vit mugu
fáa hana til Føroya at syng
ja, áðrenn prísurin verður
enn hægri, sigur Rúni Djur
huus. Orsøkirnar til, at fyri
reikararnir hava valt at
fingið Medinu við til Vox
botn 2012, eru fleiri.
- Tá tú skipar fyri einum
stórum tiltaki, ert tú noydd
ur at hava eitt gott tónleika
navn at framføra. Annars
tíma fólk ikki at koma. Og
í dag krevja fólk tónleik úr
høgari góðsku, og vit meta, at
ein songkvinna sum Medina
avgjørt borgar fyri góðsku.
Voxbotn í Vágsbotni
Umfamt Medinu fer nógv
annað at henda í Vágsbotni
leygardagin 30. juni.
- Vit fara eitt nú at hava
stórar
hoppiborgir
til
børnini, skipað verður fyri
grillparty, og so verða stólar
og borð stillað upp ymsa
staðni, so fólk eisini kunnu
sita niðri og hugna sær, siga
fyrireikararnir.
At tað júst er Vágsbotnur,
sum er karmur um tiltakið,
er ikki av tilvild.
- Vágsbotnur er eftir
okkara tykki perlan í Havn
ini, og vit halda, at hetta er
eitt perfekt økið til eitt tiltak
av hesum slag, greiðir Rúni
Djurhuus frá. Hann hevur
saman við øðrum lagt seg
eftir at gera eina fjølbroytta
tónleikaskrá til fyrsta Vox
botn tiltakið.
- Komandi tíðina fara
vit so við og við at avdúka,
hvørjir bólkar og ein-stak
lingar fara at framføra, men
eg kann fortelja so mikið,
sum at tað verður okkurt
til tey ungu og eisini okk
urt til tey eldru, sigur Rúni
Djurhuus, sum leggur aftur
at, at tónleikurin fyri tað
mesta fer at vera innan
sjangrurnar rokk og popp.
Eydnast tiltakið væl, og fólk
taka væl ímóti tí, er ætlanin
at Voxbotn skal verða eitt
afturvendandi tiltak í Vágs
botni um summarið.
Medina á Voxbotn 2012
Tá skipað verður fyri tónleikatiltakinum Voxbotn 2012 seint í juni, fer kenda danska
songkvinnan Medina at framføra. – Hóast Medina hevur úr at gera, vil hon fegin koma
til Føroya at syngja, og hon gleðir seg, siga fyrireikararnir av Voxbotn 2012
Hvør er Medina?
- Medina Danielle Oona Valbak, 29 ára gomul
- Fødd og uppvaksin í Risskov, Århus
- Pop og RnB-sangskrivari og songkvinna
- Fyrsta fløguútgávan ”Tæt På” var í 2007
- Gjøgnumbrotið fekk hon í 2008 við lagnum ”Kun for mig”
Diskografi:
•
Tæt på (2007)
•
Velkommen til Medina (2009)
•
Welcome to Medina (2010)
•
For altid (2011)