Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍF Føroyar er ikki bara fótbóltur, hondbóltur og rógv­ing. Sjey gentur frá Havn­ar Fimleikafelag eru nú fluttar til Keyp­manna­ havn­ar, og hava stovnað eitt fimleikalið hjá ÍF Før­ oy­um. Teirra mál er at vinna 1. Deild næsta ár, og so­l­eiðis tryggja sær eitt pláss í HM. Tað var við ótta í huganum, at tær tríggj­ ar, Lindi Petersen, Jean­ ni Petersen og Tur­ ið Nattestad, fóru til Dan­markar í lestrar­ørind­ um, tí tær stúrdu fyri fram­ tíð­ini innan fimleik. Tær all­ar hava vant fimleik í mong ár, og vildu fegnar hal­da fram við hesum í Keyp­mannahavn. Tað finnast ein ør­gryn­ na av fim­leika­feløg­unum í Danmark, men tað riggar ikki altíð so væl hjá einum føroyingi, at fara gerast partur av hesum liðunum, tí so er vandi fyri ikki at sleppa heim í feriunum, tí intens venjing ofta verður løgd, tá fólk hava frí. Men til alla lukku vóru tær brádliga sjey gentur í Keypmannahavn, sum allar høvdu vant við Havn­ ar Fimleikafelag í mong ár, og tískil tóku tær stig til at stovna sítt egna fim­leika­ felag undir ÍF Føroyum. At byrja við var talan bert um hugnaligar venj­ ing­ar á Oyrasunds næm­ inga­heiminum, men eftir nakr­ir mánaðir tóku tær av­gerð um at venja miðvíst fram­ímóti kappingum, so­ leið­is at okkurt mál var í eyg­sjón. Seinasta vikuskiftið vun­nu tær gull til eina kapp­ing í 3. deild í Dan­ mark. Hóast hetta ikki ljóðar av nógvum, so sláa tær tríggjar fast, at býtið í fimleiki er munandi øðr­ vísi enn í eitt nú fót­bólti og hondbólti, og at deild­ir­ nar eru býttar eftir hvussu nógvar seriur verða framførdar. Tískil er ikki talan um trið bestu deild­ ina. Støðið er eins høgt sum í teirri deilidini, sum verð­ur nevnd 1. deild. Tær tríggjar hava æt­ lan­ir um at víðka um felag­ ið og møguliga fáa tvey lið til komandi ár, tá ið tær stremba eftir at fáa tvær seriur, vinna 1. deilid og har­við vinna sær pláss til HM. Allar áhugaðar fim­ leika­gentur við royndum inn­an fimleik eru væl­ kom­n­ar uppí liðið. Og við einum brosi sláa tær tríggj­ ar, Lindis, Jeanni og Turid fast, at tað bert er av til­vild, at felagið nú einans hev­ur kvinnur frá Havnar Fim- leikafelag í hópinum. Ghetto Føroyar Føroyskir politikarar stan­da á rað og skjóta eftir før­oys­ku fjølmiðlunum fyri at fara for illa við sær. Men sambært úti­set­um í Keyp­man­na­havn eru teir føroysku poli­tik­ar­ar­ nir alt ov skjótir at grenja um rin­ga viðferð, og teir eiga at tola nógv meira av. - Fer tú ógvusliga fram, so mást tú tola at fáa eitt sindur av mótgangi, heldur Torkil Ras­mussen, løgfrøðilesandi í Keypmannahavn. Saman við Joan Ólavsdóttir, sum er stjórnmálafrøðingur og starv­ast í Fólkatinginum, og Jákup Boga Joensen, sum er journ­al­ist­ur og er í starvs­ lesn­aði á danska tab­loid­ blað­num B.T., var Tor­kil við í kjakinum í send­ing­ini Ghetto Føroyar, har kjak­ast varð um hvussu langt miðlarnir og fólk ann­ars kunnu loyva sær at fara í viðgerðini av teimum fólka­valdu. Ein dulnevnur føroyskur sam­gongulimur fekk her­ fyri ein gulan seðil í post­ kass­an, har eftirnøvnini á lands­stýris­fólkunum varð sett saman til orðingina “ASS­HOLES”, ella á góðum før­oysk­um, reyvarhol. Dul­ nevn­di politikarin, sum er búsitandi í Havn, lat sín­ar frustr­a­tiónir niður á eitt skriv, sum hann sendi Vága­ portali­num, har hann segði “Aftan­á áhaldandi ein­vegis tíð­inda­flutn­ing í út­varpi og sjónvarpi og ikki minst í Sosiali­num og eisini Dim­ mu, har mis­s­tein­ki­ligge­ring, jag­str­an, ósannindir og út­ spill­an móti landsstýri og sam­gongu­ni, hevur henda het­zin, sum mest minnir um trí­a­tí­ár­ini í Miðeuropa, havt við sær, at tað eru mong sum ganga og hótta valdar parla­ men­t­ari­k­ar­ar.” Men sambært útisetunum í Keypmannahavn eru slík ting sum ein lepi, har lands­ stýrisfólkini verða kal­l­ að reyvarhol, heldur eitt úttrykk fyri nakrar fru­stra­ tión­ir, enn ein hóttan móti teim­um fólkavaldu. - Hetta er úttrykk fyri ónøgd­s­emi við førda po­li­ tikk­in. Mann er farin, haldi eg, ótrúliga ógvusliga fram í Føroyum, við at gera eina nýgg­ja skattaskipan, og við at broyta skattingina av pen­sjón­unum. Tað er ikki nak­að, ið hevur fylt nógv í valstríðnum, og tí kann mann ímynda sær, at veljarin er eitt sindur frustreraður. Áðr­enn nakað kjak hevur ver­ið um tingini, so eru drast­iskar samfelagsligar broyt­ing­ar brádliga gjørdar. - Tað er semja í juridisku bók­ment­unum um, at fert tú ógvusliga fram, so mást tú eisini tola eitt sindur av mótgangi, sigur Torkil Ras­ mus­sen. Hann vísur eisini á, at leiðarin í Dansk Folke­ parti, Pia Kjærsgaard og Føroyskir polit Kjakið Tað er stórur munur á, hvussu langt teir donsku og føroysku miðlarnir fara í viðferðini av politikarum. Føroyskir politikarar eru erkvisnir, halda útisetarnir í Keypmannahavn ÍF Føroyar til HM í fimleiki Ghetto Føroyar vol. 2 var í luftini seinasta mikudag - uttan nakrar tekniskar trupulleikar. Her eru nakrar myndir og nøkur orð, sum vórðu søgd í sendingini Fimleikararnir Jeannie og Lindis Petersen og Turið Nattestad hava saman við øðrum stovnað eina fimleikadeild undir ÍF Føroyum. Tær hava longu vunnið fyrstu gullmedaljuna í donsku kappingini, og málið er at sleppa til HM Hans Edward Andreasen, sum bæði er virkin í bólkinum The Dreams og bólkinum Glóð, spældi tveir sangir live. The Dreams eru farnir undir nýggja fløgu, og Glóð verður at hoyra á Summarfestivalinum, segði Hans Edward millum annað