mánadagur 21. mai 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru trý sløg av lygn
um: Lygnir, forbannaðar
lygnir og hagtøl. Hetta
skal fyrrverandi bretski
forsætisráðharrin,
Ben
jamin Disraeli, hava sagt
fyri nógvum árum síðan.
Spurningurin er bara,
um tað passar, at hann
nakrantíð hevur sagt tað,
tí tað er onki prógv fyri tí,
og tí verður tað mestsum
eitt git.
At gita er at lúgva, er
eisini ein máliska, so helst
er tað ósatt, men kanska
er tað satt.
Tíbetur eru fólk, sum
ikki eru so forbannað,
at tey lúgva. Tíbetur eru
tað nøkur fólk, sum lesa
í bíbliuni, og tí eru full
greið yvir, at tað, ikki at
bera falskan vitnisburð
ímóti næsta sínum er tað
áttanda boðið, sum vit
menniskju skulu halda.
Hetta forðar tó ikki so
mu fólkunum at fegnast
um, at hagtøl vísa, at talið
av fosturtøkum í Føroyum
er minkandi, hóast øll
eru greið yvir, at føroysk
fostur ikki neyðtúrviliga
verða tikin í Føroyum.
Kanska kann mann tá
veruliga siga, at hagtøl eru
lygnir, ella í hvussu so er
bara hálvir sannleikar.
Tað eru eisini nøkur
av hesum fólkunum, sum
minnast til næsta sín.
Summi fólk, sum vilja
vera
miskunarsom
og
vilja forða fyri, at okkara
fátæku, gomlu ella illa
støddu næstar skulu hava
tað ringt.
Tað er veruliga gott,
at summi fólk fara upp í
politikk fyri at verja hesar
bólkarnar, og ikki vilja
finna seg í, at tey sterku
taka frá okkara veikaru
næstum.
Eitt av hesum góðu
fólkum er Jenis av Rana,
sum síðan hann byrjaði
í politikki hevur viljað
vart tey veiku, men sum
nú er partur av einari
samgongu, sum sambært
hópatals serfrøðingum er
við til at gera djúpar gjáir
millum sterk og veik.
Tí kom tað ikki óvart
á nakran, tá fyrrverandi
fakfelagsformaðurin, sum
seinni bleiv formaður í
Miðflokkinum, hótti við
at fara úr samgonguni.
Tað var upp á tíðina søg
du nógv. Hann segði enn
tá sjálvur, at seinasti sølu
dagur var komin.
Men tá hann so kortini
gjørdi av at halda fram,
so hevði hann ikki logið
á forsíðini á Sosialinum.
Hann var, sambært sær
sjálvum, hvørki komin
við einari lygn, einari for
bannaðari lygn ella einum
hagtali. Hann hevði bara
skift meining, og tað
mugu vit hava loyvi til.
Vit skulu sjálvandi ikki
halda fast við nakað, sum
ikki passar, um vit finna
útav, at tað ikki er so, sum
vit av fyrstan tíð hildu.
Vit mugu hava loyvi at
blíva klókari.
Men – og nú er tað, vit
finnast at: Jenis er ikki
blivin klókari! Nú skal
hann bara brúka sína
orku uppá at ávirka hini
innanífrá - ein samvitska
inni í samgonguni.
Ja, nú skal hann sum
partur av samgonguni
syrgja fyri at leggja fót
fyri samgonguni. Hann
skal í prinsippinum gera
hinum í samgonguni for
treð – akkurát sum øll hini
í samgonguni, sum halda
sannleikan vera, at “uttan
fyri hevur mann so onga
ávirkan."
Jenis er nevniliga ikki
nakað eindømi - So langt
burtur frá. Tað hevði
helst borið til at koppað
samgonguni, um øll sam
gongufólkini, sum siga
seg vera ímóti førda poli
tikkinum góvust at lúgva
fyri sær sjálvum og okk
um øllum.
Men kanska er tað ikki
so galið, at tey pella fyri
okkum, sum hava valt
tey. Onkuntíð er tað rætt
ikki at siga sannleikan.
Onkuntíð skal áttanda
boð skúgvast til viks fyri
at verja næstan. Skúla
dømið er, um tú í 1942
stendur
uttanfyri
eini
hús í Hollandi, og nakrir
týskir soldatar spyrja um
jødar eru inni í húsinum.
Tá er tað rættasta helst
at siga nei, og syrgja fyri,
at næstin í húsinum ikki
endar í einum sorgarleiki.
Hinvegin segði Josef
Stalin, at tá ein maður
doyr er tað ein sorgar
leikur, men tá ein míilión
doyr, so er tað hagtøl.
Kanska er tað her, at
logikkurin hjá andstøðuni
í samgonguni veruliga
kemur
til
sín
rætt.
Sjálvandi skulu vit verja
einstaka næsta okkara,
men um vit fara líka illa
við teimum flestu, og
tað tí verða hagtøl, so er
tað ongin sorgarleikur.
Hagtøl eru jú eitt slag av
lygnum... Ella tað giti eg,
at tað má vera, men tað er
vist eisini ein forbannað
lygn.
Klumma:
Áttanda boð
aðrir politikarar, ið hava ein
harðligan tóna, mugu tola at
fáa aftur av somu skuffu.
Politikarar kunnu
gott kallast apur
Herfyri var ein landsstýris
maður skemtiliga kallaður
fyri eina apu í einari røðu á
1. mai haldinum á Vaglinum.
Hetta dámdi tó ikki Kaj Leo
Johannesen, løgmanni.
Eitt nú skrivaði Kaj Leo
Johannesen,
løgmaður,
soleiðis um hesa flaggdags
røðu: “So var aftur ein út
spillingarherferð
á
Vagli
num í dag, og hesi somu fólk
sum halda røður, undrast
hví færri og færri fólk møta
at hoyra hetta tvætlið, við
persónligari útspilling sum
høvuðsboðskapi, hvar poli
tikarar valdir av fólkinum
verða kallaðir apur, og annað
sum er so ljótt, at ein ikki
tímur at taka tað uppaftur.”
At kalla politikarar fyri
apur í einum skemtiligum
tóna er heldur einki bein
leiðis ólógligt í. Politikarar
eiga nevniliga at tola nógv av.
- Tá tú hevur til uppgávu
at forvalta pengar og útinna
valdið fyri fólkið, so eigur
tú at tola ekstremt nógv av,
meinar Torkil Rasmussen,
og vísir á at hetta er stað
fest í einum dómi í altjóða
mannarættindadómstóli
num í Strassbourg.
Siðiligir føroyskir
miðlar
Journalisturin, Jákup Bogi
Joensen, sum er í starvsvenj
ing hjá tabloidavísini B.T.
heldur, at teir føroysku miðl
arnir eru rættiliga siðiligir í
teirri framferð, samanborið
við eitt nú donsku miðlarnar.
- Herfyri var eg úti og
bankaði
á
hurðina
hjá
Henrik Sass Larsen (dansk
ur politikari, red). Eg havi
ikki upplivað í Føroyum,
at eg havi verið úti og
bankað á hurðina hjá nøkr
um politikara. So tú fert
heilt avgjørt nógv longri í
Danmark, bæði fyri at fáa
søguna, og nógv longur inn
í persónsmálini, staðfestir
Jákup Bogi Joensen.
Jákup Bogi leggur eisini
dent á, at tað júst er upp
gávan hjá miðlunum at vera
kritiskir ímóti tí politikki
num, sum verður førdur.
Markið gongur, tá tú fert inn
á privatlívið hjá politikarum,
um tað ikki eru avgerandi
fyri at lýsa tað málið, sum tú
viðgerð.
- Tað er uppgávan hjá
fjórða statsvaldinum at seta
teir nasku spurningarnar,
men eg haldi avgjørt ikki, at
føroysku miðlarnir fara ov
langt.
- Vit skulu halda okkum
til regluna, sum sigur, at um
tú verður ákærdur ella skuld-
settur fyri nakað, so eigur tú
eisini at sleppa at siga tína
síðu av málinum so skjótt
sum møguligt. So øll, sum eru
fyri ákoyringum hava altíð
møguleika at svara aftur, og
tað ger, at málini ikki bara
verða lýst frá einari síðu,
vísir Jákup á.
Talufrælsi og
demokrati
Joan Ólavsdóttir er samd
við Jákupi Boga og Torkili.
- Fólk mugu hava loyvi at
gera vart við sína ónøgd, og
hóast kjakið mangan ikki er
serliga konstruktivt, so er
tað tó eitt tekin um, at fólk
eru frustrerað um støðuna.
Politikararnir eiga ikki at
taka orðini og tónan til sín,
men tað er ein greiður boð
skapur um ónøgd aftanfyri,
og tann boðskapurin eigur
at verða tikin í álvara, heldur
Joan.
Hon
sigur,
at
hóast
donsku miðlarnir eru nógv
meiri kritiskir móti donsku
politikarunum, so hava miðl
ar og politikarar eitt pro
fessionelt forhold, og báðir
partar eru tilvitaðir um, at
teir liva av hvørjum øðrum.
Joan vísir á, at rætturin
at siga sína hugsan er grund
arlagið undir okkara moder
naða demokratii.
- Tað einasta, vit skulu
semjast um, er, at vit eiga
at sleppa at vera ósamd. Øll
sleppa framat allastaðni í
dag, og øll sleppa at siga sína
hugsan. Vit hava nógv fora,
tí vit hava nærum eitt infor
matiónsanarki, og tað er gott,
heldur Joan.
Men so leingi tað bara er
munnlig frustratión og ikki
ein kropslig gerð, sum verða
vendar móti politikarunum,
so er tað ikki so álvarsamt.
- Mín meting er, at um
tú sigur nakað munnligt,
so sleppur tú kanska av við
nakrar frustratiónir, og so
kemur gerðin kanska ikki.
Men viss tú fert at skerja
talufrælsi, so fáa fólka kans
ka tørv á at vísa sína ónøgd á
ein annan hátt, og so kemur
gerðin kanska, sigur Joan.
ikarar eru erkvisnir
Torkil Rasmussen, sum lesur
jura, Joan Ólavsdóttir, sum
er stjórnmálafrøðingur og
arbeiðir á Borgini, og Jákup
Bogi Joensen, sum lesur
til journalist, vóru gestir
til kjakið um, hvussu nógv
vit kunnu loyva okkum at
siga um tey fólkavaldu