mánadagur 21. mai 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kæri vinur, kæri gamli »svig
erfar«, kæru víkarvinir!
Kristian, takk fyri alt, takk
fyri tína blómandi ávirkan
á lívið rundanum teg. Fyri
lívsgleðina,
lívssjarmuna,
smílið, glimtið í eyganum,
tær beinraknu, skemtiligu
og genialu viðmerkingarnar
og eygleiðingarnar, tíni evnir
at gleða fólk og allarmest,
takk fyri títt stóra hjarta,
tað óvanliga stóru kærleiks
kelduna tú átti í tær.
Vit
standa
spyrjandi,
hvussu ber tað til, kundi
hetta ljósið slóknað? Kristian
hjá Kallu, tað ber ikki til!
Vit skuldu fletta í heyst, vit
skuldu tosa og sludra um
tað farna og tað komandi,
njóta lívið við góðum práti,
við góðum vertskapi, einum
góðum kjøtbita av gerðis
veðrunum við øli og snapsi
afturvið. Hóast gulldagarnir í
5. deild eru farnir, hóast glaða
stríðið í súrhoygginum er av -
ja so skuldu vit allíkavæl eina
rúgvu afturat saman!
Eg fylgdi við tær, og
hóast eg kenni útlitini tá
slík sjúka rakar, so vildi eg
ongantíð trúgva tí. Kontanti
veruleikin hevur ilt við at
festa seg í mínum sinni. Tað
verður helst ein løta, áðrenn
akseptin tekur við.
Men tú góðtók og loyvdi tí
at henda, sum mátti henda.
Tú vart lívsvísur. Fyrstu tíð
ina var tað vónin og lívið,
ið átti allan dentin. Síðani
helt tú fast við at gleðast
um løtuna og fáa tað besta
burturúr.
Tú rúmaði tilstandinum og
helt áfram at gleða og luttaka
í lívinum. Tú gjørdi tað á
vakran hátt, við hjartanum
opnum í umfevnan av tínum
kærastu. Tú vildi í føðingar
dag hjá versoninum Jógvan í
Tjørnuvík, hóast tú ikki ork-
aði. Hetta var allarseinasta
løtan við familjuni í heima
umhvørvinum. Lívið skuldi
livast allan vegin, og so var
bara at lata lagnuna ráða.
Sera vakurt, friðsælt og lívs
víst.
Missurin er stórur. Tóm
rúmið er so sera stórt nú og
verður tað í komandi tíð.
Allarstørst hjá tínum kæru
nærmastu, Helenu, Mariu
og hinum børnunum, barna
børnunum, brøðrunum, ver
børnunum o.fl. Men missurin
er sanniliga stórur hjá einum
stórum skara av vinum og
kenningum, ið hava upplivað
tína persónsmensku og vóru
smittaði av tínum lívsneista.
Skarin er úr lívsins ymsu
herðaldshornum, sjómenn,
sjónleikarar, mekanikarar og
oljufólk, hondbóltspælarar,
fótbóltspælarar,
fótbólts
fjepparar, kapprógvarar og
róðrarfjepparar, fimleikarar,
fjallmenn, politikarar, tey
eldru, smábørnini osfr osfr.
Tú spenti óvanliga vítt.
Men minnini og gleðin
standa eftir, tøkkin fyri alt
tað tú hevur verið fyri so
mong.
Vit kunnu øll takka tær so
ómetaliga nógv og brúka tað
positivt framyvir.
Í mínum lívi vart tú av
gerandi. Av sonnum ein
lyklapersónur. Fyrstu ferð eg
hoyrdi um teg var umvegis
svágin, víkarmannin Kristjan
á Neystabø. Hann tosaði um
ein annan Kristian í Vík, sum
var so ólukksáliga stuttligur.
Poul bróður tín upplivdi
eg fyrst í kjallaranum hjá
Kristjan á Neystabø, har
vit flettu. Eg helt at Poul
var nakað fyri seg, livandi,
sjarmerandi, hittinorðaðan.
"Kristian er ikki mætari"
segði Kristjan. So komst tú,
stríðandi við einum illa sam
starvandi veðri, og eg mátti
bara flenna beinanvegin, tá
fyrsta viðmerkingin hjá tær
fall: "Hasin veðrurin skuldi
langt síðani havt fingið reyða
kortið, fyri hesar skitnu takl
ingarnar"! Allur kjallarin var
beinanvegin í skellilátri. So
leiðis vart tú, soleiðis ávirkaði
tú hini.
Harfrá bleiv sambandið
bara betri og nógv djúpari. Tú
gavst mær alt eitt menniskja
kann
geva,
treytaleysan
kærleika, eitt pláss í tínum
heimi, uppaling og góð lívs
ráð. Ein heilt serligur menn
iskjakennari vart tú, eg lurt
aði við stórum oyrum eftir
tínum
hugleiðingum
um
samfelag og fólk og kendi
við hita í sál, hvussu væl tú
kendi mítt lyndi, dugdi at
handfara tað og ráðgeva: í
alingini, arbeiði annars og
eisini í kappróðrinum – ikki
minst tá vit báðir Johnny
stríddust í tínum kjalarvørri
umborð
á
Víkarbátinum,
osfr. Hetta sama líka nógv í
tí, sum er á skránni nú, hóast
vit ikki hava hitst líka oftani
sum fyrr. Eg havi altíð verið
móttikin sum húsfólk, kent
meg púra tryggan.
Fevnandi hjartarúmið var
eitt serligt eyðkenni, tú hevði
frá tínum fólki har norði.
Tíðarskeiðið hjá mær í Vík
var ein hurð til lívsmenning,
stuttleika og gleði. Og kon
takt við ein part av mær
sjálvum, eg ikki kendi áðrenn.
Har vart tú í miðdeplinum
í einum flokki av fólki, ið
høvdu hesa ávirkan. Eg
kenni onkursvegna, at tit
settu meg á flog út í lívið.
Kona tín Helena, mamma tín
Kalla, bróðir Poul og Hansa
Andrea, bróðir Mikkjal og
familja, svigermor Tønsa og
øll børnini í hesari serligu
familjumentan.
Umframt
aðrir knassar í eldra ættar
liðnum, Pauliver og onnur.
Hóast samveran seinastu
nógvu árini ikki hevur verið
so tíðum, so hevur hon ver
ið akkurát líka góð og sterk.
Bindingarliðurin hevur verið
kjallarin hjá tær og Helenu.
Leikvøllurin hjá øllum ætt
arliðum, har sveittastreymar
hava runnið fyri at tryggjað
kjøtið
og
stoltu
ásirnar,
men størsti týdningurin og
endamálið í tí gleðiliga stríð
num hevur verið samveran
millum fólk, ið eru góð við
hvønnannan. Kærleikin. Og
hóast orkan seinasta heyst
ikki var tann gamla, so var
tín sosiala ávirkan tann
sama, har tú gekst og tøss
aði við spulislanguni. Hetta
lagið verður aldrin tað sama,
nú tú ert farin; men kenni eg
bróður tín Poul rætt, so gev
ast vit ikki. Tú verður ikki har
fysiskt, men í andanum verð
ur tú verandi, kæri vinur.
Missurin av tær rakar eina
nerv, rakar á eitt sárt stað. Eg
kenni hjálparloysi. Eitt ella
annað signal um at eitt lívs
kapittul er liðugt. Men lat
okkum nú brúka hugburðin
tú lærdi okkum, at síggja
tað positiva og skemtiliga og
gleðast um lívið her á fold
meðan vit hava tað.
Í sorgini gleðist eg um
tann veruleika at familjan
har norði er so tætt knýtt.
At so nógv gott fólk stendur
saman. Fólkið og familjan
er eitt fjálgt og gott høpi
hjá Helenu og Mariu at
vera í, í hesari sorgarstund.
Kærleiksyvirskotið
er
so
stórt og kemur líðandi at
vinna á sváru sorgini sum nú
er. Og vit kunnu finna gleð
ina og smílini aftur.
Friður veri við minninum
um Kristian Samuelsen.
Heini
Nøvn
Lívsvinur farin
Seks staðið sveinaroyndina
Hesir hava staðið sveinaroyndina á Smiðjudeildini hjá Tekniska Skúla í Havn: Jón
Samuelsen, Vágur, lært hjá Elian Hansen Spf í Vági, Rósin Dam, Tórshavn, lært hjá Mariu
Poulsen Pf í Havn. Sámal T. H. Rasmussen, Tvøroyri, lært hjá Rock Spf í Vági, Sjúrður
Djurhuus, Vágur, lært hjá Tangavirkið Pf, Vágur, Sonni Kjærbo, Lopra, lært hjá Rock Spf
í Vági, Tór Karlonsson Winther, Tórshavn, lært hjá Hiti Spf, Tórshavn.