mánadagur 21. mai 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 9. umfar
Pætur Albinus
Víkingur byggir nógv av spæli
sínum upp um álopskendur
vongverjarnar,
Bárður
J.
Hansen og Hanus Jacobsen,
og var tað tískil teimum ein
smeitur, at teir eiheldur vóru
við í dystinum vegna skaða.
Enn ein smeitur var tað, at lið
skiparin og verjukempan, Atli
Gregersen, eiheldur var við
vegna leikbann.
Hjá KÍ er lagið hinvegin
betri. Undan dystinum høvdu
teir vunnið tríggjar dystir á
rað, og sjálvsáliti hjá unga og
lokala liðnum er ikki til at fara
skeivur av.
Einki mál
Eftir eina varliga og javna byrj
an var tað KÍ, sum setti seg við
róðrið og hevði hug at skapa
dystin. Víkingur átti ikki stórt
meiri enn eitt vandamikið
langskot frá afturvenda Lasse
Qvist, men András Gángó
bjargaði væl.
KÍ
hevði
hinvegin
ikki
trupulleikar at spæla seg til
málmøguleikar. Hin størsta
fekk Páll A. Klettskarð, sum
eftir eitt væl spælt álop kom at
standa leysur í brotsteiginum,
men
stútarin
endaði
á
stongini.
KÍ var uttan iva betra liðið
í fyrra hálvleiki. Teir spældu
skjótan og góðan fótbólt og
høvdu eyðsæð fleiri svar upp
á at lata Víkinga-verjuna upp,
heldur enn øvugt.
Mál komu tó eingi í fyrra
hálvleiki og var hálveiksstøðan
tískil 0-0.
Hjalgrím Elttør!
Í seinna hálvleiki var spælið
meiri
javnt
og
Víkingur
kom betur við. Teir stóru
málmøguleikarnir vóru ikki
til at fáa eyga á, mest lang
skotsroyndir og hálvir mál
møguleikar.
Júst sum Víkingur sá út
til at hava fingið tamarhald
á og megnað at troyttað eitt
KÍ-lið, sum legði nógva orku
í strembanina eftir at fáa eitt
mál, trínir Hjalgrím Elttør
fram í ljósið og avger dystin.
Hetta var eitt gott korter fyri
leiklok. Hann fær bóltin á
Víkinga-hálvuni, og so ger
hann tað, sum hann er bestur
til. Nevniliga at seta ferð á og
bjóða av. Hann setti hegnisliga
fleiri mótstøðuleikarar av, áðr
enn hann sendi bóltin framvið
Geza Turi og legði KÍ á odda
1-0.
Hetta
gjørdist
einasta
málíð í dystinum, og varð
Hjalgrím
Elttør
harvið
krýndur
sigursharri.
Hetta
er fjórði sigurin hjá KÍ á rað,
sum nú hevur otað seg heilt
upp á fjórða pláss. Víkingur
tapti annað vikuskiftið á rað
og skulu tú nú ansa sær, um
oddasessurin ikki skal latast
øðrum liðið – har eru nevniliga
fleiri um boðið.
albinus@sosialurin.fo
Hjalgrím avgjørdi
ímóti oddaliðnum
Fótbóltur Við frálíkum
einmansavriki gjørdist Hjalgrím
Elttør sigursharri í 1-0-sigrinum
hjá KÍ ímóti oddaliðnum, Víkingi,
sunnudagin. Víkingur hevur nú
tapt tveir á rað og kann nú missa
oddasessin, meðan KÍ er flúgvandi
og hevur vunnið fýra dystir á rað
Jóannes Hansen
Tá ið landskappingin var seks um
før gomul, lógu EB/Streymur og
B68 lið um lið á støðutalvuni við 9
stigum.
Nú níggju umfør eru farin, hev
ur EB/Streymur tvífaldað sína
úrtøku, so hon er 18 stig, meðan
B68 framvegis hevur níggju stig.
EB/Streymur hevur altso vunnið
tríggjar tær seinastu ferðirnar, og
B68 hevur tapt tríggjar tær seinastu
ferðirnar.
Leygardagin fóru sundalags
menn av Svangaskarði við 2-1 sigri.
Harvið eru teir næstfremst og bara
eitt stig frá oddasessinum, meðan
tapið ber við sær, at B68 nú er triði
aftast og bara tvey stig frá niður
flytingarplássi.
Undan kappingarbyrjan vón
aðu toftamenn, at tað fór at bera
til at røkka europeiskum atgongu
merkjum. Tað er framvegis møgu
leiki fyri tí, men í løtuni kann
dagsskráin ikki vera onnur, enn
at fáa gongd á aftur og at sleppa
burtur úr botninum.
Uppgerðin leygardagin var dømi
um, at tað oftast er soleiðis, at tað
koppar tí til fyrimunar, sum er á
aldukambinum, meðan tann, sum
er í dalinum, hevur sera ilt við at
vinna úrtøku.
Tað var tætt og ikki altíð so
rudduligt. Tað er lætt at skilja, at
toftamenn gleða seg til at spæla á
nýggjum graslíki. Vøllurin, sum teir
nú spæla á, er slitin, og tað órógvar
samanspælið, at bólturin ferðast so
óregluliga, sum hann ger.
Tá ið tað er so tætt og intenst,
sum tað leygardagin var á Toftum,
so hevur tað stóran og avgerandi
týdning at hava einstaklingar, ið
eru førir fyri at avgera.
Ein av hesum er Arnbjørn
Hansen hjá EB/Streymi. Hann er
støðug hóttan, og tað sást væl, at
nýskipaða B68 verjan hevði stóran
ampa av kvika manninum við
øgiliga máltevinum. Nakrar ferðir
var um reppið, at Arnbjørn gjørdist
leysur, og miðskeiðis í 1. hálvleiki
eydnaðist honum at fáa hol á.
Eftir innlegg og eitt sindur av
aftur og fram var hann á rætta
staðnum og fekk trýst bóltin inn
um Hans Jørgensen, sum var
stinnur í B68 málinum.
B68 svaraði aftur bara seks
minuttir eftir, at mótstøðuliðið
var
komið
framum.
Christian
Høgni Jacobsen og Kristian Anton
Andreassen vóru í álopinum hjá
heimaliðnum, og teir báðir áttu
málið. Innkastini hjá Kristian
Antoni eru óvanliga long og harvið
vandamikil. Eftir innkast úr høgru
og langt inn í brotsteigin eydnaðist
tað Christiani Høgna at snara sær á,
og sera snilt og við bakinum ímóti
málinum at lyfta bóltin dygst undir
tvørtræið.
Síðsta korterið fram ímóti steðg
inum var besta løtan hjá B68. Fleiri
ferðir vóru toftamenn í góðum
støðum, og bestu royndina hevði
Ndende, sum hesa ferð var sentralur
miðvallari, men við høvdinum sendi
hann bóltin í tvørtræið.
Ikki nóg tættir
Tað vísir seg ofta at hava týdning, tá
ið tað er sama manning, sum spælir.
Tað ber til, tá ið liðið ikki er darvað
av leikbannum og skaðum.
Soleiðis er tað hjá EB/Streymi.
Seinastu umførini hevur Heðin
Askham mannað sítt lið við somu
monnum, og tað hevur ligið væl fyri.
Teir somu fýra eru frammanfyri
René Tórgarð, Levi Hanssen og
Sorin Anghel eru tryggir sentralir
miðvallarar, Niels Pauli Danielsen
mennist støðugt í framrættaða
leiklutinum, og so eru tað Leif
Niclasen, Arnbjørn Hansen og
Hans Pauli Samuelsen, sum bæði í
samanspæli og hvør fyri seg megna
eina rúgvu.
Hjá heimaliðnum hava útskift
ingarnar verið nógvar. Bæði tí liðið
hevur verið darvað av skaðum og
leikbannum. Tølini siga, at verjan
hevur ikki verið tøtt. Tað er bara
hjá FC Suðuroy, at fleiri mál eru
farin ígjøgnum, enn tað eru farin
ígjøgnum hjá B68.
Hesa ferð var verjan skipað heilt
av nýggjum. Oddur Á. Højgaard og
Einar Hansen vóru nýggir í mið
verjuni, har Jóhan Dávur Højgaard
var leikbannaður, Dánjal Pauli
Højgaard var vongverji í høgru í
staðin fyri Niklas Joensen, og Remi
Langgaard, sum annars hevur verið
á miðvøllinum, var á vinstra vong
verja.
Sum 2. hálvleikur leið, fekk EB/
Streymur betri tak á, og tá ið tað
restaðu tjúgu minuttir, skoraði
Leif Niclasen sigursmálið eftir gott
einmansavrik. B68 misti í uppspæli
frammarlaga í høgru, og í knappari
vend og eitt sindur til høgru snaraði
Leif Nicalsen framvið fleiri, áðrenn
hann við fløtum skoti og av brots
teigarmarkinum smekkaði bóltin
inn við nærru stólparótini.
B68 hevði viljan at svara aftur.
Christian Høgni Jacobsen royndi
fleiri ferðir at bróta ígjøgnum
verjuna, og tað eydnaðist eisini
onkra ferðina, men tað varð ikki
meiri enn nær við og næstan. René
Tórgarð var stinnur, og í onkrum
førum fór bólturin skeivu megin
stólpan.
Sundalagsmenn
fegnast
um
góðu støðuna í toppinum, og teir
eru spentir at fara í Gundadal miku
kvøldið at tryggja sær finalupláss í
steypakappingini. Toftamenn hava í
løtuni aðra dagsskrá. Í fyrstu atløgu
er setningurin at vinna úrtøku, tá ið
Víkingur 2. hvítusunnudag kemur
at vitja!
joannes@sosialurin.fo
Tey fara
hvør sín vegin
Fótbóltur Eftir tætta uppgerð bar 2-1 sigurin EB/Streym
uppaftur nærri toppinum, meðan triðja B68 tapið á rað bar við
sær, at botnurin nú ikki er so langt burtur frá toftamonnum
Mynd: www.nordlysid.fo