mánadagur 21. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 9. umfar
Jóannes Hansen
Tað er vent upp og niður upp á
tingini. Bæði frá soleiðis, sum tey
tóktust fara at síggja út fyrr í ár
og frá gongdini soleiðis, sum hon
hevur verið nógvu tey seinastu
árini.
Undan HB vitjanini leygardagin
hevði TB ikki vunnið á HB í 21 ár,
og 3-1 HB steypasigurin frá fyrr á
árinum var frískur í huganum.
Men tvøramenn fokuseraðu ikki
á hagtølini. Fyrrverandi liðfelagar
nir hjá honum í HB vóru eygnavitni
til, at Milan Kuljic er við at mynda
eitt rættuliga spennandi lið, sum
støðugt mennist, og við trimum
heimasigrum á rað hevur boðað frá,
at øll tey, sum fyrireika seg at vitja á
nýggja vøllinum í Trongisvági, eiga
at taka uppgávuna í størsta álvara.
Tað kendist altíð at vera stór
avbjóðing at spæla á Sevmýri. Tølini
siga, at avbjóðingin er ikki minni, nú
heimavøllurin er fluttur at vera við
Stórá í Trongisvági. Har hevur TB
spælt tríggjar landskappingardystir
– ímóti ÍF, B68 og nú HB – og har
hevur TB vunnið níggju stig..
Uppskriftin
Leygardagin var einki at rafla um.
TB legði fyri við øgiligari ferð, og HB
liðið, sum í døgunum undan ferðini
suður hevði lagt rygg til tvær ferðir
4-1 tap – í steypakappingini ímóti
EB/Streymi og í landskappingini
ímóti ÍF – var orduliga um ein háls.
Milan Kuljic kennir av góðum
grundum væl til HB spælarar og
hugburð, og hann veit, nær HB
trívist væl, og nær HB ikki trívist
væl. Frá fyrsta bríksli hevði hann
álagt sínum monnum at pressa
gestsirnar frammarlaga á vøllinum,
og tað eydnaðist væl.
Rógvi Joensen og Martin Tausen
vóru sera raskir á sentrala miðvøll
inum, har teir væl og virðiliga vóru
oman á ímóti landsliðsspælarunum
hjá HB, Dan Mortensen í høgru og
serliga Gilli Sørensen í vinstra
miðvallarborði vóru eyðsýndir, og
so er tað ein veruleiki, sum nú man
vera runnin upp fyri teimum flestu,
at í Bojan Timic og Igor Grkajac eig
ur TB álopsvápn við stórari tyngd
og broddi, ið er hvassari enn teir
flestu.
Hanus Mortensen og Gunleif
Olsen typtu í borðunum, og í mið
verjuni vóru tað enn eina ferð
superveteranarnir Óli Johannesen
og Dimitrije Jankovic, ið syrgdu
fyri, at tað var rár hending, at Ivan
Stojkovic í málinum slapp at royna
seg.
Niðurtúrurin
Undan kappingarbyrjan og eisini
í fyrstu umførunum í bæði lands
kappingini og steypakappingini
tóktist tað sum um, at HB hevði
funnið aftur í góða gamla lagið.
Sigfríður Clementsen, venjarin,
hevur aftur og aftur mint á, at talan
er um nýtt lið, og at tað tískil ikki
skal útilokast, at avrikini kunnu
verða óstøðug.
Eftir stóra kiksaran í Streymnesi,
har góð útgangsstøða undan seinnu
hálvfinaluni, sum verður miku
kvøldið, varð meiri ella minni søplað
burtur, hevur gingið av skriðuni. 4-1
tapið á heimavølli ímóti ÍF og tapið
ímóti TB leygardagin hava borið boð
um, at í løtuni er HB ikki upplagdur
kandidatur til oddasess.
Í verjupartinum eru teir lítið
avgjørdir og fleiri ov tungir ímóti
rappfótaðum álopsspælarum sum
teimum hjá TB. Dygdirnar hjá
Santos eru fyrst og fremst í fram
rættaða partinum, og tá ið trýstið
er so stórt, sum tað var leygardagin,
so er ikki hugsningur um at fáa tær
at útfolda seg.
HB liðið hevur ilt við at flyta
spælið fram á vøllin, og tá ið roynt
verður við longum sendingum til
Andrew av Fløtum ella í borði til
Símun Samuelsen, og tað ikki eydn
ast, so hevur tað víst seg, at tað ikki
er so nógv annað at bjóða uppá.
Støðutalvan sigur, at HB fram
vegis hevur møguleika at blanda
seg í toppstríðið, men so skal nógv
venda øðrvísi næstu ferðirnar,
enn tað gjørdi við Stórá leygdagin.
Teitur Gestsson syrgdi við fleiri
góðum bjargingum fyri, at tað ikki
fóru fleiri enn fýra mál ígjøgnum,
og í hinum endanum var tað ikki
fyrrenn TB hevði skift út, og
konsentratiónin var farin at bila,
at Jákup Slættalíð og Jógvan Skeel
Nolsøe pyntaðu um, so tað ikki
gjørdist tað skrædlið, sum HB leingi
var kandidatur at fáa.
Úrtøkan
TB setti dagsskránna frá fyrsta
bríksli, og tvøramenn skoraðu
tríggjar ferðir í 1. hálvleiki. Allar
ferðirnar var uppspælið í vinstru og
við Gilla Sørensen sum eyðsýndum
høvuðsleikara. Hann átti í 5. minutti
innleggið til handara stólpa, har
Bojan Timic tamdi og skilagott lyfti
bóltin í málið, hann átti innleggið,
sum Jákup Slættalíð tíggju min
uttir seinni var óheppin at stýra í
egið mál, og hann tiltuskaði sær
frísparkið, sum bar 3-0 við sær. Gilli
lyfti sjálvur bóltin upp um mann
garðin og í málið.
HB royndi at reisa seg síðstu
løtuna undan hvíldini og fyrsta
minuttirnar eftir steðgin. Símun
Samuelsen spældi Jákup Slættalíð
leysan til stóran møguleika, sum
varð misnýttur.
So skoraði TB til 4-0, og harvið var
tað púra greitt, at stigini enn eina
ferð fóru at verða eftir á Tvøroyri.
Bojan Timic sneiddi framvið fleiri
mótstøðumonnum, áðrenn hann
í Thierry Henry stíli legði bóltin
framvið HB málverjanum, og harvið
var TB avrikið fullkomið!
HB málini pyntaðu um hagtølini,
men tey taka ikki veruleikan burt
ur, at tað er komið rættuligt lív í 120
ára gamla aldursforsetan, og at tað
í løtuni ikki er so hugaligt hjá teim
um í HB.
joannes@sosialurin.fo
Nýtt lív er komið í
aldursforsetan
Fótbóltur Á nýggja heimavøllinum heftir einki fyri TB, sum hesa ferð orduliga
gjørdi av við HB, ið fyri triðju ferð á rað fekk fýra mál ímóti særa
Myndir: www.tb.fo