mánadagur 21. mai 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 9. umfar
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Fagnaðurin var stórur á og kring
vøllin, tá ið Alex Troleis í gjár hevði
bríkslað fyri síðstu ferð í fríska
lotinum og regninum við Løkin.
Meðan vónbrotnu B36 spælarar
nir smoygdu sær undir tak og
ásannaðu, at kostnaðurin er stór
ur, tá ið skaðar gera um seg, og mót
støðumenninir eru væl upplagdir,
so
vildu
heimamenninir
ikki
sleppa fagnaðarløtuni við teimum
á áskoðaraplássunum.
Tað var lætt at skilja. Saman við
trúføstu viðhaldsfjøldini hava ungu
menninir kent seg illa sperdar, og
tað hevur ikki verið frítt, at teir
meiri enn eina ferð hava kent tað
soleiðis, at tað í tættari uppgerð er
koppað mótstsøðuliðnum til fyri
munar
Eitt stórt korter undan leikloki
var tað málrevurin fram um teir
flestu Klæmint A. Olsen, sum
ósvikaliga trygt umsetti neyvt
innlegg úr vinstru frá sera eyð
sýnda Árna Frederiksberg til 2-1
heimaleiðslu.
So var einki annað at gera hjá
Mikkjali Thomassen enn at spenna
álopsbogan. Sammett við fína
avrikið ímóti Víkingi í Gundadali
næstsíðsta sunnudag, tá ið B36 fann
aftur á meistaraspælið og sigraði
3-0, so gekk tað illa at fáa gongd
á við Løkin. Beinanvegin eftir
steðgin varð Atli Danielsen fluttur
fram á miðvøllin fyri at vita, um
hann saman við Róaldi Jacobsen
kundi fáa betri tak á spælinum, og
Klæmint Matras varð fluttur aftur
í miðverjuna.
Síðstu minuttirnar sleptu teir
hvítklæddu uppaftur meiri í verju
partinum. Símun Joensen varð
fluttur í fremstu røð, og tað var um
reppið, at hann javnaði, men eftir
frísparksinnlegg stýrdi hann bólt
inum dygst skeivu megin stólpan
aftanfyri Kristian Joensen.
Heimafólkið stóð við hjartanum
í hálsinum og mintist aftur á tær
ferðirnar fyrr í ár, tá ið leiðslan er
gloppin teimum av hondum í síðstu
minuttunum. Hesa ferð tørnaði
tað ikki soleiðis út. Í tíðini, sum
dómarin hevði lagt aftrat, fangaði
innskifti Andiras á Líknagøtu
bóltin frammarlaga, spældi upp á
tvørs, og í brotsteiginum og mitt
fyri var Árni Frederiksberg púra
leysur, tá ið hann trygt setti bóltin
í B36 málið.
So lætnaði, og Bjarki Danielsen,
sum var millum skiftisleikararnar
og harvið átti at halda seg uttanfyri
vøllin, gloymdi, hvat reglarnir siga.
Hann leyp upp í rúgvuna av gulum
og svørtum inni á vøllinum, og
hann og teir mundu leggja lítið í
gula kortið, sum dómarin sambært
ásetingunum gav honum!
Særdir meistarar
NSÍ hevði fríska lotið undan í 1.
hálvleiki. Fyrstu løtuna var heima
liðið rættuliga verjukent, uttan at
B36 megnaði at taka fyri seg. Jákup
á Borg sat skaddur uttanfyri, og tað
tyktist vera ógvuliga svárur missur
bæði so og so. Heini í Skorini og
Meinhardt Joensen vóru heldur
ikki við orsaka av skaðum, og tá
ið tríggir ella fýra meiri ella minni
kendust sum blindir passaserar, so
merkist tað av álvara.
Eftir at heimamenninir vóru
komnir eftir, at tað var einki at
vera bangin fyri og tískil fóru longri
fram á vøllin at bjóða av, so vóru
teir omaná.
Óli Arge gerst alt týdningar
miklari sentralur miðvallari, Pál
Mohr Joensen og Jens Joensen
finna væl saman í miðverjuni, og
í framrættaða partinum vóru tað
serliga Klæmint A. Olsen og Árni
Frederiksberg, sum gjørdu um seg.
Árni Frederiksberg átti sín lut
í øllum málunum. Átta minuttir
undan steðginum setti hann hol á.
Magnus Olsen vann í høgru bóltin
eftir skeiva sending av B36 mið
vøllinum. Hann sendi inn ímillum
Jonas Flindt Rasmussen, sum
tóktist tungur og ikki helt klárur
og varð útskiftur við Herbert í
Lon stutt undan steðginum, og
Høgna Eysturoy, sum var við aftur
eftir skaðasteðg og spældi í ein
tíma. Árni Frederiksberg tamdi og
royndi seg úr spískum, og bólturin
fór í málið. Magnus Poulsen, sum
vardi málið í staðin fyri skadda
Meinhardt Joensen, var ikki heilt
sakarleysur í hesum førinum.
Eftir stóran tíma var Klæmint A.
Olsen óheppin at gera sjálvmál eftir
hornasparksinnlegg. Men hesa ferð
gekk tað ikki, sum tað so mangan
áður hevur gjørt. NSÍ sýndi rættan
hugburð, og við sjálvsáliti og nær
lagni spældu og stríddu heima
menninir seg til 3-1 sigur.
Kári Reynheim og hansara menn
settu meistararnar upp á pláss, og
nú eru teir á veg úr botninum!
Hvussu Mikkjal Thomassen og
hansara menn fara at takla hetta
vónbrotið, fæst at síggja, tá ið B36 2.
hvítusunnudag fer til Fuglafirðar.
joannes@sosialurin.fo
NSÍ setti meistararnar upp á pláss
Fótbóltur Við stórum sjálvsáliti og ágangandi spæli vístu teir í Runavík ímóti illa
skaðaplágaða B36, at tað býr meiri í teimum enn niðurflytingarpláss