Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Nú øll liðini hava dystast eina ferð ímóti hvørjum øðrum er eingin ivi: AB eigur so nógv tað besta liðið. Tað sæst eisini á støðutalvuni. AB hevur skorað 33 mál, sjey mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, sum leygardagin fór av Argjum við 3-2 tapi. AB var frammanfyri við trimum málum, áðrenn Holdar Durhuus fram ímóti dystarenda eftir lítlari løtu skoraði tvey mál. Toppliðið er mannað við ungum monnum, sum framvegis mennast, og Sámal Erik Hentze hevur fingið ungu menninar at rigga sum eitt lið við denti á at spæla og ikki at sparka fótbólt. Onkrir nýggir spælarar eru komnir aftrat, eitt nú toppskjúttin Bjartur Kjærbo og Leivur Holm Joensen. Víkingur heldur tørn um triðja plássið eftir málríka og spennandi grannauppgerð við Løkin í Runavík. Miðskeiðis í 2. hálvleiki tóktist alt at vera avgjørt, tá ið Víkingur legði seg framum 3-1, men NSÍ svaraði aftur, og seks minuttir undan leikloki var aftur javnt. Í síðsta minutti Syrgdi Magnus G. Dalbø fyri 4-3 sigursmálinum til Víking, sum samstundis ber við sær, at NSÍ framvegis er isolerað í botninum. HB, sum er næstaftast, var á Skála. Heimaliðið hevur staðið seg væl, men hesa ferð gekk tað akkurát hjá favorittunum. HB varð skrásett fyri sjálvmál, tá ið lítið korter var farið, og tað var einasta málið. Tá ið Mads A. Hentze eftir ein tíma økti um B71 leiðsluna til 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, tóktist spurn­ ing­urin bara vera, hvussu stórur heima­sigurin fór at verða. Tá ið eitt korter var eftir, svaraði KÍ tvær ferðir aftur. So var heilt spennandi, og klaksvíkingar spentu bogan í vónini at vinna eitt stig. Tað eydnaðist ikki, tí Thomas Hans Rubeksen staðfesti 4-2 heimasigurin tríggjar minuttir undan leikloki. Í gjár hevði EB/Streymur vitjan av B68, og eins og leygardagin, tá ið besta liðið hjá teimum í Sundalagnum vann á Svangaskarði, so var úrslitið 2-1 til EB/Streym, sum harvið lyfti seg upp um niður­ flytingarstrikuna. joannes@sosialurin.fo AB heldur kósina Fótbóltur Við heimasigri á 07 Vestur hevur AB fingið fult ímóti øllum liðunum, og argjamenn hava beina kós ímóti bestu deildini Pætur Albinus KÍ hevði sum vera man ongar trupulleikar, tá ið tær heimavølli fingu vitjan av ÍF. Við fýra málum legði Rannvá B. Andreassen lunnar undir ein 10-1-stórsigur, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1. AB og B36, sum eru beint í hølunum á KÍ, vunnu eisini sínar dystir um vikuskiftið. B36 vann 2-0 í grannauppgerðini ímóti HB, meðan AB somuleiðis vann 2-0 í teirra dysti ímóti B68/NSÍ. FC Suðuroy, sum eitt nú hevur tapt 26-0 ímóti KÍ, fekk sítt fyrsta stig í kappingini í ár, tá ið tær megnaðu at fáa 1-1-javnleik á útivølli ímóti Víkingi. albinus@sosialurin.fo Jóan Símun Edmundsson byrjaði um vikuskiftið á fyrsta sinni inni fyri Viking í Tippuliguni. Tað gekk einki serligt og í hálvleikinum var Tromsø á odda 3-0. Tað endaði 5-1. Jóan Símun Edmundsson spældi fyrra hálvleik. Toftamaðurin stríðist framvegis við at vinna sær pláss á Viking- liðnum og í gjár fekk hann so møguleikan í útidystinum ímóti Tromsø. Tíverri fyri hann og Viking, so endaði tað við einum ordans ósigri. Tromsø kom á odda um miðja fyrra hálvleik og stutt fyri hálvleik øktu vertirnir tvær ferðir. Sostatt var støðan 3-0 til Tromsø í hálv­ leikinum. Åge Hareide valdi at skifta Jóan Símun út í hálv­leikinum. Í seinna hálvleiki helt gongdin fram og Tromsø kom á odda við heili fimm málum, áðrenn Viking minkaði um munin og harvið tapti 1-5. trondur@sosialurin.fo Jóan Símun byrjaði inni í ósigri Tær renna aftaná KÍ Fótbóltur Øll oddaliðini í 1. deild hjá kvinnum vunnu um vikuskiftið, og merkir tað, at AB og B36 fram­ vegis eru í hølunum á KÍ NSÍ - Víkingur 3-4 (1-0) 1-0: Rógvi Højgaard 28. 1-1: Magnus G. Dalbø 46. 1-2: Heðin Hansen 51. 1-3: Sverri Jacobsen 61. 2-3: Sonni L. Petersen 71. 3-3: Kristian í Lon Jacobsen 84. 3-4: Magnus G. Dalbø 90. B71 - KÍ 4-2 (2-0) 1-0: Marcus Klementsen 10. 2-0: Bakari Bojang 24. 3-0: Mads A. Hentze 61. 3-1: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 76. 3-2: sjálvmál 77. 4-2: Thomas Hans Rubeksen 87. Skála - HB 1-0 (1-0) 1-0: sjálvmál 12. Reytt kort: Bárður Guttesen, HB, 88. AB - 07 Vestur 3-2 (2-0) 1-0: Mikkjal T. Hentze 23. 2-0: Jónas Stenberg 29. 3-0: Bjartur Kjærbo 76. 3-1: Holgar Durhuus 81. 3-2: Holgar Durhuus 89. EB/Streymur - B68 2-1 1-0: Arnar Dam 20. 1-1: Óli H. Olsen 23. 2-1: Jónstein Magnussen 56. 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 AB 9 9 0 0 33 7 +26 27 2 07 Vestur 9 7 1 1 31 7 +24 22 3 Víkingur II 9 5 1 3 23 16 +7 16 4 Skála 9 3 4 2 13 12 +1 13 5 KÍ II 9 3 1 5 17 22 -5 10 6 B71 8 3 1 4 18 24 -6 10 7 B68 II 9 3 1 5 16 22 -6 10 8 EB/Streymur II 9 2 2 5 10 20 -10 8 9 HB II 8 2 1 5 12 16 -4 7 10 NSÍ II 9 1 0 8 10 37 -27 3 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 6 6 0 0 48 2 +46 18 2 AB 6 5 0 1 15 3 +12 15 3 B36 6 5 0 1 15 6 +9 15 4 Skála 5 4 0 1 17 8 +9 12 5 EB/Streymur 6 3 0 3 29 17 +12 9 6 HB 6 2 0 4 11 12 -1 6 7 B68/NSÍ 6 1 1 4 12 11 +1 4 8 ÍF 6 1 0 5 10 31 -21 3 9 Víkingur 5 0 2 3 7 12 -5 2 10 FC Suðuroy 6 0 1 5 4 66 -62 1 KÍ - ÍF 10-1 (2-1) 1-0: Rannvá B. Andreassen, 13. 2-0: Rannvá B. Andreassen, 17. 2-1: Erla K. Róin, 38. 3-1: Eyðvør Klakstein, 50. 4-1: Malena Josephsen, 55. 5-1: Ása K. Thomsen, 71. 6-1: Malena Josephsen, 73. 7-1: Rannvá B. Andreassen, 76. 8-1: Elsa Maria Simonsen, 78. 9-1: Rannvá B. Andreassen, 79. 10-1: Malena Josephsen, 83. AB - B68/NSÍ 2-0 (1-0) 1-0: Elin Maria Isaksen, 17. 2-0: Ásleyg Súnadóttir, 78. B36 - HB 2-0 (1-0) 1-0: Vár Næs, 26. 2-0: Anna Malena Højgaard, 89. Skála – EB/S 5-0 (1-0) 1-0: Birna T. Johannesen, 30. 2-0: Fríðrún Danielsen, 54. 3-0: Fríðrún Danielsen, 62. 4-0: Fríðrún Danielsen, 75. 5-0: Fríðrún Danielsen, 81. Vík. - FCS 1-1 (1-1) 0-1: Barbara Tausen, 8. 1-1: Margunn Jacobsen, 16.