mánadagur 21. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge - Keypmannahavn
– Dommer, ýlur framherjin í bláu og
hvítu troyggjuni. «Det er frispark,
sigur hann víðari meðan hann ligg
ur á knæ heilt úti við annað horna
flaggið.
Við síðuna av honum stendur
René Shaki Joensen við bóltinum
fyri føturnar á sær og leitar eftir
einum viðleikara at spæla til.
Dómarin hyggur upp á framherjn
á U19 liðnum hjá Lyngby og yppur
við akslinum og tykist spyrja; »fyri
hvat?«
René hevur fylgt ljóshærda
framherjanum allan vegin oman
í móti hornaflagginum, har hann
skumpaði og taklaði bóltin frá
framerjanum á fult lógligan hátt.
René er ikki longur ein ung
dómsleikari, sum hevur ilt við at
finna sítt rættað pláss á vøllinum.
Hann er nú ein leikari við Superliga
royndum og hevur funnið sítt pláss
í miðverjuni.
Tað fekk framherjin hjá Lyngby
eisini at merkja á egnan kropp, tá
U19 liðini hjá Lyngby og Brøndby
møttust á Lyngby Stadium leygar
dagin.
Debut í knúsandi ósigri
19-ára gamli René Shaki Joensen
hevur nú verið í Brøndby í áleið
trý ár. Tað byrjaði í fjórðu deild og
so smátt hevur hann arbeitt seg
uppeftir til hann fyri viku síðani
kom á vøllin á fyrsta sinni í Super
ligaini.
Tað var í útidystinum ímóti AGF,
at René varð skiftur inn í seinna
hálvleiki. Støðan var 3-0 til AGF tá
føroyingurin kom á vøllin. Tað var
ein spennandi løta tá tað gjørdist
greitt, at venjarin ætlaði at tveita
unga verjuleikaran fyri leyvurnar
á NRGi parkini í Aarhus.
– Eg fekk ikki anda, greiður René
frá, meðan hann situr í sólini á ein
um bonki á Kløvermarkini har ÍF
Føroyar spælir sínar heimadystir.
– Tað fór eitt sus ígjøgnum
kroppin á mær og eg hugsaði at
nú skuldi eg inn at gera mítt besta,
sigur René um upplivingina fyri
eini viku síðan.
Tað er nógv, ið fer ígjøgnum
høvdið á einum 19-ára gomlu
dreingi, tá hann á fyrsta sinni
verður skiftur inn fyri eitt so stórt
felag sum Brøndby. Serliga tá
mótstøðuliðið er á odda 3-0.
– Eg hugsaði um at eg ikki mátti
síggja býttur út á vøllinum. Hvat
nú um eg gjørdi ein feil, hvat fóru
viðmerkjararnir at siga í sjónvarp
inum? Hvat fór viðhaldsfólkini og
venjarin at siga, og hvat fór mamma
at siga, sigur René við einum smíli.
Nógvu tankarnir órógvaðu ung
an føroyingin fyrstu løtuna.
– Tú hugsar so nógv at tú stressar
teg sjálvan. Fyrstu fimm til tíggju
minuttirnar var eg eitt sindur for
virraður av øllum tankunum, ið
fóru í gjøgnum høvdið, greiður
René frá.
Dysturin endaði við einum 5-1
ósigri. Hóast stóra tapið, so hevur
René lært nógv av upplivingini.
– Eg eri glaður fyri at hava fingið
meg royndan á besta liðnum. Nú
veit eg eisini hvat eg kann vænta
mær tá eg komi á vøllin næstu ferð,
men eg vanti eg verið róligari næstu
ferð, sigur René.
Er nú miðverji
Kritikkurin helgaði oman yvir
Brøndby eftir stóra ósigurin í
Aarhus. Tí er nærliggjandi at hugsa,
at venjarin, Auri Skarballus, hevur
valt at verja onkrar av teimum
ungu til hetta vikuskiftið. Tí var
millum annað René at síggja á U19,
ið var á vitjan í Lyngby.
U19 liðið stiðist fyri at tryggja
sær eitt heiðursmerki og tí varð
roknað við, at teir helst mundu fara
at gera av við Lyngby, ið liggur tætt
botninum.
Hesi seinastu trý árini hevur
René verið alt frá framherja og
høgra vongi til høgra bakk og nú
miðverja. Tá René skrivaði undir
fulttíðarsáttmálan við Brøndby
var tað sum miðverji. René er ikki
ein typiskur gammeldags miðverji,
ið er stóru, sterkur og sparkar alt
hann kemur í nánd av niðan á hina
hálvuna.
Heldur er hann ein nýmótans
miðverji, ið hevur ferð, lesur spælið
væl av og hevur góðan bóltførleika
til at verða ein miðverji.
– Tað tók sína tíð at venja við
at spæla í Danmark og ikki minst
í Brøndby. Alt er øðrvísi, Eitt nú er
tað ikki lov at sparka bóltin vekk
í verjustøðu. Tú skal spæla teg
úr trýstinum, eisini tá tú ert hart
kroystur, greiður René frá.
Tað hevur tikið eitt sindur av
tíð at venja seg við leiklutin sum
miðverji, men nú hevur René tað
fínt við at verða skansin í verju
partinum.
– Nú dámar mær væl at verða
miðverji, men at byrja við var
tað torført at ikki skula luttaka í
framrættaða spælinum. Hinvegin,
so trúgvi eg eisini at eg havi lært
nógv av at spæla øll hini plássini
áðrenn, tí nú veit eg hvussu teir
hugsa, ið eg skal spæla ímóti, sigur
René.
Tað at René nú hevur roynt seg
á besta liðnum hevur nógv at siga
fyri fyrrverandi ungdómsleikaran
hjá HB, sum viðurkennur, at hann
eisini eina ferð hevur hugsað tank
an at blaka alt frá sær og bara flyta
heima aftur.
– Tað hevur givið mær nógv
sjálvsálit, at nú hava spælt nakrar
minuttir á besta liðnum. Tað merk
ir, at teir trúgva upp á meg og ætla
nakað við mær. Tað gevur mær
eina motivatión at arbeiða víðari
og harðari, sigur René.
Upplivingin á besta liðnum
hevur eisini gjørt unga føroyingin
róligari tá hann nú spælir við U19
liðnum.
– Nú eri eg róligari á bóltinum, tá
eg spæli á eitt nú U19 liðnum, sigur
René.
U19 liðið hjá Brøndby tapti eitt
sindur óvæntað 2-1 fyri Lyngby
leygardagin og liggur nú á fjórða
plássi. René kom tó væl frá síni
uppgávu sum miðverji.
Málið er fast pláss
René hevur bæði beinini á jørðini,
men tað merkir ikki at hann ikki
hevur sett sær nøkur høg mál.
– Í stóru myndini hugsi eg longur
enn Brøndby. Mær dámar millum
annað væl týskan og italskan
fótbólt, sigur René. Tað merkir tó
ikki, at hann longu aftaná fyrstu
minuttirnar á besta liðnum heldur
seg verða ov góðan til Brøndby.
– Eg taki eitt fet á gangin og
fyrsta málið er at sleppa á Brøndby
liðið. Eg vóni at eg um hálvt annað
til tvey ár kann gera meg galdandi
á Brøndby liðnum, sigur René, sum
hevur uppgivið tryggleikan og ein
part av gamla lívsstílinum fyri at
fylgja dreyminum.
– Eg kann ikki bara fara ein túr í
SMS longur ella í Sunset at fáa mær
at eta, men tað er ikki nakað, ið eg
sakni sum so, sigur René.
Tað er tó eitt, ið René saknar
nógv. Nakað, ið flestu ungir fót
bóltsleikarar helst gera tá teir flyta
av landinum.
– Tað eg sakni allarmest er
sjálvandi vinfólkini og at verða
saman við teimum, sigur René at
enda.
Tað hevur tikið føroyska U-21
landsliðsleikaranum trý ár at fáa
fótin fyri seg í Brøndby. Eitt umfar
er eftir av donsku landskappingini
og leysasøgurnar siga, at fleiri av
eldru leikarunum fáa sparkið í
summarferiuni. Spurningurin er
so um Brøndby hevur í sinninum at
geva René fleiri møguleikar á besta
lðnum komandi kappingarár.
trondur@sosialurin.fo
Eg fekk ikki anda
Fótbóltur René Shaki Joensen hevur eftir trý ár í Brøndby arbeitt seg upp á besta liðið og fekk
í seinasta vikuskiftinum debut á besta liðnum. Tað hevur tikið sína tíð at venja seg við lívið sum
yrkisleikari í Brøndby, men fyrstu minuttir í Superliguni hava givið unga miðverjanum mót upp á meir