mánadagur 21. mai 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
champions League
So fekk
Roman sítt
Champions
League steyp
Fótbóltur Chelsea hevur fleiri ferðir verið dømt úti, men
hvørja ferð hava teir svarað aftur. Tað endaði við at stóðu
við Champions League steypinum. Roman Abramovich
hevur leingi havt Champions League sum sítt høvðusmál,
men sjálvt hann má hava ivast um tað fór at bera til í ár
Tróndur Arge
Hetta kappingarárið hevur verið
tað mest turbulenta í nýggjari tíð
hjá London felagnum og alíka
væl stendur Chelsea eftir sum
Champions League og FA Cup vinn
ari. Fleiri ferðir hevur Chelsea verið
í at kalla høpileysum støðum, men
hvørja ferð komu teir við einum
aftursvarið.
Í 1/16 finalunum vann Napoli
3-1 á í fyrra dystinum, men í um
dystinum í seinnu dystinum hevði
Chelsea vent uppgerðini á høvdið.
Í hálvfinaluni var Chelsea trýst
í botn av Barcelona, men megnaði
við tíggju monnum á Nou Camp at
venda einum 2-0 tapi til ein 2-2 javn
leik ov vinna samanlagt 3-2.
Í sjálvari finaluni kom Chelsea
afturúr sjey minuttir fyri tíð,
men megnaði at javna. Tá Bayern
Munchen fekk brotsspark í um
dystinum bjargaði Petr Cech. Tá
Bayern Munchen var í odda í brots
sparkskappingini
bjargaði
Petr
Cech aftur – tvær ferðir.
Tað endaði við, at Didier Drogba
stóð eftir við ábyrgdini av at tryggja
Chelsea fyrsta Champions League
heitið í søguni.
Maðurin, ið fekk reytt kort
stutt fyri brotssparkskappingina í
Champions League finaluni í 2008
ímóti Manchester United, sveik
ikki.
Við einum tryggum brotssparkið
sparkaði hann bóltin til sína vinstru
síðu. Í somu løtu Manuel Neuer
gjørdi av at fara hinvegin í Bayern
Munchen málinum var greitt, at
Chelsea hesa ferð hevur vunnið
Champions League steypið, sum
teir vóru so nær við at vinna í 2008
í Moskova.
Sjálv finalan
Sjálvur dysturin var lítið hend
ingarríkur. Bayern Munchen var
leikliga omaná og hevði fleiri mál
møguleikar enn Chelsea, sum tó
vardi væl. Arjen Robben og Mario
Gomez høvdu sínar møguleikar fyri
Bayern Munchen, men Petr Cech,
verjan og stongin vardu fyri.
Í
hinum
endanum
royndi
Salomon Kalou seg við skoti, men
Manuel Neuer hevði ikki stórvegis
trupulleikar at verja fyri.
Í seinna hálvleiki helt Bayern
Munchen fram at trýsta og helst
skuldi »heimaliðið« havt lagt seg á
odda áðrenn Thomas Muller stút
aði Bayern Munchen á odda sjey
minuttir fyri tíð.
Toni Kroos sendi bóltin innfyri
úr vinstru og har stútaði Thomas
Muller bóltin í vøllin og upp í tvør
stongina og í mál. Petr Cech, sum
annars eigur ein stóra lut í steyp
inum, skuldi helst fingið hondina
á bóltin
Nú var finalan avgjørd. Ella tað
mettu tey flestu. Ja, kanska øll uttan
Didier Drogba. Tí tveir minuttir fyri
tíð fekk Chelsea hornaspark, ið
Didier Drogba í besta Drogba-stíli
stútaði í málið.
Í umdystinum var Didier Drogba
aftur í fokus, tá hann feldi Franck
Ribery í brotsteiginum. Brotsspark
til Bayern Munchen, men líka løgdu
Chelsea leikararnir í. Teir hava ver
ið í verri støðum enn hetta. Petr
Cech bjargaði, sjálvandi freistast
ein til at siga, brotssparkinum frá
Arjen Robben. Tá dómarin brísklaði
fyri seinastu ferð stóð framvegis
á jøvnum. Tí var farið til brots
sparkskaping.
Fimm ferðir Cech
Manuel Neuer prógvaði í hálv
finlauni í móti Real Madrid, at hann
er ein dugnaligur málmaður tá talan
er um brotsspørk. Leygardagin
var Petr Cech tó omaná. Fimm
ferðir royndu leikarar hjá Bayern
Munchen seg úr ellivu metrum og
hvørja ferð valdi Petr Cech røttu
síðu.
Í fjórðu og fimtu royndini eydn
aðist tað Petr Cech at verja fyri og
so var stóra løtan í hondunum á
Didier Drogba.
Flestu Chelsea og Manchester
United viðhaldsfólk munnu minn
ast, tá John Terry brendi avgerandi
brotssparkið í finaluni í 2008. Søgan
sigur, at Didier Drogba skuldi taka
tað brotssparkið, men var útvístur
fáar minuttir fyri brotssparkskapp
ingina.
Hesa ferð var John Terry leik
bannaður og Didier Drogba var
eirindaleysur úr ellivu metrum og
tryggjaði Chelsea fyrsta Champions
League heitið í søguni.