Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Norðurlendska meistara­kapp­ ingin í 10.000 metra renning var seinnapartin sunnudagin á Østerbro Stadion í Danmark. Bjørk Herup Olsen umboðaði Føroyar og var hon væl hin yngsta í sterka feltinum. Bjørk rann omanfyri ein minutt seinri enn sína betu tíð, sum hon setti fyri fimm vikum síð­ ani í USA, og við tíðini 38.07.64 mátti hon taka til takkar við einum 11. plássi av teimum 14 luttakandi. Vinnarin gjørdist Louise Wiker úr Svøríki við tíðini 34.28.50. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Heili 10.500 luttakarar vóru sunnu­dagin við í árligu marathon-renningini í Keyp­ mannahavn. Hetta er met. Umleið 30 føroyingar vóru við í kappingini í góðveðrinum sunnudagin. Føroyingurin, sum rann bestu tíðina, var Absalon Hansen. Hann eigur føroyska metið á teininum við tíðini 2.27.58, og hóast tað eru 25 ár síðani hetta metið varð sett, so rennur hann enn og er fremstur ímillum føroyingarnar. Hann rann hesaferð við tíðini 3.04.28, meðan Andrias Hansen var næstbesti føroyingurin við tíð­ini 3.06.11. Í samlaðu kappingini fingu danir nakað at fegnast um, av tí at Martin Parkhøi vann kappingina hjá monnum við tíðini 2.24.49. Hjá kvinnunum vann Barbara Sanchez úr Írlandi við tíðini 2.41.17. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Hetta var ein kapping, sum varð fyriskipað eftir sera góða undirtøku í líknandi kapping um páskini, og aftur hesaferð var undirtøkan góð. Menninir súkklaðu ein tein, ið var 81 kilometrar. Byrjað varð við plantusøluna í Hoyvík, haðani súkklað varð til Kvívíkar umvegis Oyggjarvegin og síðani umvegis Kollfjarðadal til Gomlurætt, har vent varð og súkklað heim ímóti málinum í Hoyvík. Guðmundur fremstur Hjá monnunum vóru fleiri kend andlit við. Gunnar Dahl-Olsen kundi kanska givið Guðmundi Joensen, sum vann kappingina á pásk­um, skarpan gang, men hann var ikki á toppinum henda dagin vegna trupulleikar við rygginum. Hin­vegin var Jóanis Albert Nielsen væl koyrandi og fekk heiðurin at fylgja Guðmundi Joensen tað mesta av teininum, áðrenn væl vandi triathleturin traðkaði í pedalur­nar seinasta strekkið og vann sannførandi. Jóanis Albert Nielsen hevði helst nýtt ov nógva orku og dragnaði somikið, at hann gjørdist nummar trý aftanfyri Kjartan Egholm. Á styttra teininum, sum var 60 kilometrar, vann Sverri Mohr Edvinsson sannføranndi. Eins sann­førandi vann Tumms Óli Olsen hjá unglingum, sum eisini súkklaðu 60 kilometrar, ímóti tí einasta mót­ støðu­manninum, sum var Tóri Nielsen. Hjá dreingjum, sum skuldu súkkla 30 kilometrar, mátti Bartal Gregeriussen kappast ímóti sær sjálv­um ella ímóti tíðini, tí hann var nevniliga einasti luttakarin. albinus@sosialurin.fo Úrslit Menn - 81 km. 1. Gudmundur Joensen 2.42.57 2. Kjartan Egholm 2.46.18 3. Jóanis Albert Nielsen 2.46.27 4. Dávur Magnussen 2.47.10 5. Gunnar Dahl Olsen 2.48.29 6. Mikkel Hovgaard 3.00.59 7. Elmar Ósá 3.37.18 Unglingar - 60 km. 1. Tummas Óli Olsen 2.24.33 2. Tóri Nielsen 2.37.37 Menn - 60 km. 1. Sverri M. Edvindson 2.0729 2. Morten Hansen 2.14.45 3. Jonni Múller Jacobsen 2.25.59 4. Kári Nielsen 2.28.32 5. Arnfinnur Helmsdal 2.37.55. Dreingir - 30 km. 1. Bartal Gregoriussen 1.18.04. Eingin nertir Guðmund Súkkling Guðmundur Joensen staðfesti leygardagin, at hann er í sera góðari venjing, tá ið hann vann á 81km- teininum í súkklukapping, sum TSF skipaði fyri Savnsmynd Savnsmynd Nógvir føroyingar í Copenhagen Marathon Renning Sunnudagin var Copenhagen Marathon á skránni, og eins og undanfarin ár vóru nógvir føroyskir luttakarar Bjørk á 11. plássi Renning Bjørk Herup Olsen luttók sunnudagin á 10.000m-teininum í NM í Danmark