Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Vitjanin hjá norska for­ sætisráðharranum, Jens Stoltenberg, í Føroyum var væl eydnað - eisini tí, at samráðingarnar um makrelveiðuna nú eru lyftar upp á politiskt stig. Hetta var tað einasta skilagóða at gera. Nú er tað so upp til lands­stýrismannin í fisk­i­vinnumálum og norska fiskivinnu­mála­ ráð­harran at røkka ein­ ari semju. Øðrumegin skulu Føroyar hava sín rímiliga part av heildarveiðuni, og hinvegin skulu vit sleppa okkum undan ES-revsitiltøkum, ið fara at skaða føroyska vinnu og vinnulig áhugamál. Her krevst real­polit­ iskur vilji og gott hegni fyri at koma á mál. Føroyar hava eina góða sak. Men út­ gangs­støðið hjá lands­ stýris­manninum er órógv­andi. Úttalilsi hans­ara fyrra­dagin í Út­varpinum benda á, at hann hevur hug at síggja trupul­leikar fram um møgu­leikar. Man lands­stýris­maðurin ikki í nóg stóran mun trúgva uppá føroysku argu­menta­tiónina? Tað er hóast alt hon, ið skal flyta samráðingarnar mun­andi okkara veg. Í grundini er sann­ leik­ans tími komin fyri fiskivinnupolitikkin hjá hesi samgonguni. Løgmaður og Stolten­ berg standa sjálv­andi við síni orð. Um lands­ stýris­maðurin og ráð­ harr­in koma til kort, so skal makrel­sam­ráð­ing­ in flytast longur upp eftir politiska stigan­um, tvs. upp til løg­mann og norska uttan­ríkis­ráð­ harran. Helst verður tað end­ in. Hóskandi kundi løg­ maður við tað høvið boðið ís­lendska uttan­ ríkis­ráð­harranum og ES-kommis­serin­um í fiski­vinnu­málum, Mariu Dama­naki, við til sam­ ráð­ing­ar­nar, so semja kann røkk­ast sam­an við hinum stranda­lond­un­ um. Slíkar samráðingar eiga at verða her í Før­ oyum. Eftir Stolten­berg: Sann­leik­ans tími fyri realpolitiska viljan Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsflokkurin á Christiansborg www.edmundjoensen.fo Frímerki stoltleiki flestu føroyinga Svanbjørg Manai stjóri, Frímerkjadeildin Posta Í Dimmu í dag bórust tíðindi um, at føroyskt frímerki einki eru verd. Frímerkini hava verið og eru stoltleiki flestu før­oyi­ nga: Føroysk frímerki eru ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar landsins sál, ú­tsjónd, søgu, plantu- og djóra­lív og ikki minst fólkalív. Ein lítil mentanarberi, ið røkk­ur langt handan landa­ mørk, langt út í heimsins fjar­astu krókar og skot. At ein ikki verður milli­ón­ ingur av at savna frímerki, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og heldur ikki eitt eindømi fyri føroysk frímerki. Føroysku frímerkini eru enn so ung, og hvat tey kunna koma at verða verd í framtíðini, kann eingin spáa um. Tann, ið savnar, savnar fyrst og fremst av áhuga fyri mentanini og søguni handan frímerkini. Føroysku frímerki hava fleiri ferðir vunnið heiðurin, sum ársins vakrasta frímerki og í Kina hava tey í fleiri ár á rað vunnið heiðurin at vera kosin “Best Foreign Stamp” í einari kinverskari at­kvøðugreiðslu. Tey verða send savnarum kring allan heim hvønn dag, og javnan koma brøv frá savnarum, har teir geva til kennar, hvussu glaðir teir eru fyri vøkru føroysku frí­merk­ ini og ikki minst hvussu nógv tey fáa at vita um Føroyar ígjøgnum frímerkini. Eisini hava føroysku frí­ merk­ini drigið mong ferða­ fólk til Føroya! Samráðingarnar um makrel­ veið­una eru lyftar upp á polit­ iskt stig, og sannleikans tími er komin fyri góðu før­ oysku grund­gevingarnar og fiski­vinnu­polit­iska viljan og hegnið at røkka einari semju - Føroyar hava eina góða sak Neyðugt við ungdómsvirksemi á Argjum! Levi Mørk býráðslimur Eg fari í næstum at leggja málið um ungdómshús ella tilboð um ungdómsvirksemi á Argjum til nýggja støðu­ takan hjá samgonguni hjá Tórs­havnar kommunu. Soleiðis at ungdómurin úti á Argjum kann fáa somu sømdir, sum eitt nú ung­ dómurin í miðbýnum, Nóls­ oy, á Norðrasta Horni og í Hoy­vík. Eitt nú eru karmarnir sera góðir í nýggja skúlanum úti á Argjahamri. So, her er ein upplagdur møguleiki. Hetta má sjálvsagt vera upp til umsitingina og politiska myndugleikan at meta um. Men ein roydartíð eftir summarfrítíðina kundi víst, um tað kundi latið seg gjørt at lagt ungdómsvirksemi aftrat Frítíðarskúlanum á Argj­um. Men, eg haldi, at tað er upp­lagt, at kommunan tek­ ur stig til at hava ung­dóms- virk­semi á Argjum ájavnt við onnur núverandi tilboð í kommununi. Eitt nú kundi tilboðið ver­ið um kvøldarnar í nýggja skúl­ anum á Argjum. Men aðrir møguleikar skulu sjálv­sagt ikki útihýsast. Í nýggja skúl­ anum á Argjahamri er eisini frítíðarskúli, og tað er upplagt, at ungdomsvirksemi verður lagt aftrat frítíðar-skúl­anum. Tað er nokk ikki sannlíkindi fyri, at komm-unan fer at leiga sær hølir til endamálið – serliga um kommunalhølir eru tøk framm­anundan. At leggja ungdómsvirk­ semi saman við frítíðar­ skúla­virksemi er ikki ókent, hetta hevur kommunan gjørt í Hoyvík, og úti á Norðrasta horni, har er ung­ dómscafé í somu hølu­m sum barnagarðurin er. Eis­ini í Kollafirði skal ung­dóm­urin brúka loftið í Ítróttar­høllini Kollafirði til ungdóms­virk­ semi. Í dag er einki skipað ung­ dómsvirksemi á Argjum, og tørvurin er stórur, og nú er tíðin komin til at bøta um støð­una. Tí meti eg, at vit mugu taka uppaftur og seta gongd á. Málið verður tí enn einaferð lagt til støðutakan á næsta samgongufundi hjá Tórshavnar kommunu. At ein ikki verður milli­ ón­ingur av at savna frímerki, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og heldur ikki eitt eindømi fyri føroysk frímerki. Føroysku frímerkini eru enn so ung, og hvat tey kunna koma at verða verd í framtíðini, kann eingin spáa um. Í dag er einki skipað ung­ dómsvirksemi á Argjum, og tørvurin er stórur, og nú er tíðin komin til at bøta um støð­una