Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Minningarorð um Sigmund Kára Hentze Vit høvdu ynskt at vit ikki vóru í tí støðu, at tað var neyð­ugt at skriva minn­ing­ arorð um teg góði Sig­mund. Vit høvdu sjálvandi ynskt at tú vart her hjá okkum í mong ár afturat, men tá støðan er sum hon er, so gera vit tað gleðiliga! Vit eiga jú eina vón sum ber yvirum deyðan.
 – Góði elskaði Sigmund, 22. mai 2011 bleiv ein broyt­ ingardagur í okkara lívið, tá tú og vinur tín Teodor blivu tiknir heim til Harran, tú bert 29 ár og Teodor 32 ár. Mamma fór til arbeiðis hendan morgunin á B8, har stóðu tvey løgreglufólk, og tóku ímótu sær at bera boð­ini um ein bát, sum var gingin burtur. Babba og Ove vóru í Íslandi og fiskaðu, Eyð og Ingvar vóru heima á Eiði. Vit, øll familjan, fingu okkara lívsins størsta sjokk. Boðini vóru at fimm mans vóru við einum báti, trígg­ ir bjargaðust og tveir vóru saknaðir. Sigmund, tú vart ann­ar, og hin var Teodor okk­ ara granni. Alt steðgaði upp. – Sigmund, tú hevði verið so nær við, fyri fimm árum síðani í ferðsluvanlukku har tú brákaði ryggin, men Guð var nær, og tú fekk fimm ár afturat her hjá okkum. Sigmund var so ríkiliga vælsignaður við talentum og hann gjørdi so sanniliga brúk av teimum. Hann var ikki bangin fyri at fara í holt við nakað, var sera ágrýtin. Útbúgvin elektrikari og var í ferð við at gerast maskin­ meistari. – Tú hevði stórar dreymar, og tó gleddist í tí smáa. Sjálv­ ur segði tú stutt áðrenn “Hvat er lívi ikki bara herligt:) skilji ikki hvat fólk altíð grenja um!!” Eitt kunnu vit við vissu siga Sigmund, at lív títt eydnaðist! Sigmund abbin, fór stutt eftir teg Sigmund. Innan ein mánað vóru bæði gamli og lítli Sigmund farnir heim. Sigmund abbin fekk eisini nøkur ár afturat, hann var við einum báti ið gekk burtur í 1986 og bleiv bjargaður. Takk fyri Sigmund abban og alt tað hann var fyri okkum. – Síðstu orðini mamma segði við teg Sigmund áðrenn tú fórt av Eiði vóru: “Minst til at tað er tann síðsta oljan sum telur”. Tað bleiv sagt í samband við skúlatingini og allar próvtøkurnar ið vóru fyri framman á Vinnu­há­ skúlanum. Tú vart so glaður og í góðum lag. Hesi orðini fingu tó eina aðra meining. Eitt tað ringasta við hesi stóru sorg hjá okkum hevur verið, hvussu tit Sigmund og Theodor hava stríðst, fyri at bjarga lívið tykkara. Frískir og raskir menn, men vit vita at Jesus ið stundini, sum tað stendur skrivað, kom gangandi á sjónum og bjargaði tykkum og førdi tykk­um til strond, sum tit longd­ust til, heim til teir ævigu bústaðir, heim til Harran, har vit øll skulu møtast aftur ein dag. Takk Guð fyri, at tú gav Jesus til okkum, so at tað er gjørligt at koma heim til tín, og takk at tú minnir okkum á at biða fyri børnum okkara. Tað skal vera okkara størsta bøn og áheitan í øllum hesum, at øll foreldur biðja fyri børnum sínum og leggja tey í Harrans hendur, so at tey vita, hvønn tey skulu rópa á í neyðarstund. – Takk fyri tann tú vart, ein góður sonur og beiggi! Ein Guðs gáva til okkum! Vit gleðast um minnið og halda minninum á lívið, til vit síggjast aftur í vónini, sum Jesus hevur givið okkum. Takk Guð fyri at tú gavst okk­ um Sigmund. At vit kundu sleppa at lána hann her og verða góð við hann. Takk fyri alt hann hevur lært okkum. Saknurin er ósigandi, harður, pínufullur, men minnini eru góð og rík. At finna meining í øllum hesum her er meiningsleyst, og her kunnu vit so eisini nevna ein av tínum bestu vinm­onnum Jóhann, sum bert tveir mánaðir seinni fór í ferðsluvanlukku, óskiljandi. – Sigmund títt lív var fylt við meining, og tað fara vit at gleðast yvir hvønn dag ið vit sleppa at verða her á jørð. Okkara perla. Bara Jesus kann geva okk­ um frið. Friður veri yvir minninum á øllum teimum, ið vit sakna, Teodor, Jóhann, Sigmund abb­an og okkara elskaða Sig­ mund Kára. Mamma, babba, Ove, Emma, Eyð og Ingvar Minningarorð um Jan Jespersen yvirlækna við Suðuroyar Sjúkrahús Tíðin gongur skjótt, og 21. mai er longu 1 ár síðani, at Jan Jespersen andaðist og fór um ytstu sýn. So ymisk okur eru sum menniskju, so hava eini óvænt­aði deyðsboð næstan altíð sama árin á okum øll. Okur gerast hugtung og minnast aftur á farnar løtur. Saknurin og tómrúmið eftir Jan, hava fingið okum at taka til pennin og skriva nøkur orð niður fyri at minnast okra góða lækna og starvsfelaga, sum so brádliga bleiv tikin frá okum fyri 1 ári síðani. Jan Jespersen var føddur 14. juli 1943 í Trongisvági og var elstur av 5 systkjum. Hann var, eins og faðir og brøð­ir, føddur dugnaligur hond­verkari, og hann fór sum blaðungur til Dan­mark­ ar at læra seg lækna­kynstrið. Til Suðuroyar Sjúkra­hús kom hann fyrstu ferð at arbeiða í 1988-92. Og síðani aldarskiftið og til sín doyggj­ andi dag, arbeiddi hann sum fastur yvirlækni á Suðuroyar Sjúkra­húsi. Jan var ein framúr dugna­ ligur lækni og eitt serstakt menniskja. Man føldi seg trygg­an, tá hann hevði vakt, og sjúklingarnir vóru í trygg­um hondum. Han var stil­l­førur og róligur. Hann gjørdi ongan háva av sær sjálv­um, men hann arbeiddi heil­hjartaður og áhaldandi. Hann møtti sjúk­linginum í ta støðu, hann var í, og hansara hjálp­andi lækna­hendur hava fingið mangan sjúklingin upp­aftur á føtur. Hansara róliga med­ferð og dugna­liga arbeiðs­megi høvdu jaliga ávirkan bæði á sjúklingar og starvs­fólk. Hann var væl dámdur og avhildin av øllum. Var støðan álvars­lig hjá einum sjúk­lingi, fór hann ikki av deildini, men svav inni á kon­tórin­um hjá sær. Tað var trygt at vita. Tá var ongin forvakt, og yvir­læknin var aloftast einsa­mallur um allar lækna­upp­gáv­ur­nar. Sjálvt um hann hevði vakt um náttina yvir einum sjúk­ lingi, so møtti hann aftur næsta morgun til nýggjan arbeiðs­dag. Altíð tann sami; frynt­ligur, positivur og hjálp­ samur. Okur á deildini hava havt mangar hugnaligar løtur saman við Jan. Hann gav sær altíð tíð til eitt prát við okum. Hann segði ofta ”hvat siga tykur gentur?” tá hann kom inn á kontórið. Hann hevði ein serstakan humor, og dámdi væl at for­telja skemti­søgur. Eitt tað besta hann fekk, var at standa í køkinum við einum kaffikoppi í hondini og njóta tað vakra útsýnið vestur­ eftir; Oyrnafjall, Gluggarnar, Trongisvág og vesturskinið. Hansara umsorgan fevndi eisini um okum, og høvdu okur ein trupulleika ella ivamál av onkrum slag, so var altíð hjálp at heinta hjá honum. Hann hevði virðing fyri øllum starvsfólkunum! Jan var sera góður við síni børn og stoltur av teimum, og hann fortaldi ofta um tey við gleði. Hann ferðaðist nógv um Suðuroyarfjørð og búði heima hjá sínum gomlu foreldrum, tá hann var her suðuri. Og honum unntist at hava tey longi, tí tað eru ikki nógv ár síðani, tey eru farin. Tað var tí ein stórur skelk­ur fyri okum øll, ja allar suður­oyingar, tá Jan brádliga og uttan ávaring gjørdist sjúkur og doyði eftir bert 2 døgum. Sjálvt um hann heila sítt vaksna lív hevði virkað fyri at hjálpa øðrum og hevði bjargað mongum mannalívi, so stóð hansara lív ikki til at bjarga. Okur máttu ásanna at: ”Best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur” At Jan var vældámdur, prógv­aði jarðarferðin, og Ebenezer var fullsett av fólk­ ið, sum vildu fylgja honum til hansara sísta hvíldarstað her á foldum. Okur vilja við hesum fáu orðum minnast Jan og vísa okra samkenslu til hansara avvarðandi, sum hava mist ein góðan mann, pápa, og bróð­ur. Tóm­rúmið er ómeti­ liga stórt og sakn­urin somu­ leiðis. Hvíl í friði og takk fyri alt! Heilsan Starvsfólkið á songar­ deildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi Syrgið stendur Oyrnafjall, klætt í vetrarskrúð, mong tey eru, sum syrgja og sakna nú, kona, børn, systrar, bróðir, ætt og vinir nær og fjar, minnast Jan, sum trúgvur og góður øllum var. Kvirt er nú um Oyrnafjall, kavaflikrur detta niður, Jan er farin hagar, bert gleði er og friður. Hendur hans nú hvíla, tagnað røddin káta. Vónir brostnar og sjúklingarnir gráta.