Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein íverksetari av teimum stóru farin Minningarorð um Jógvan S. Simonsen Tað var við stórari sorg, at vit frættu tíðindini um, at Jógvan S. Simonsen ikki var millum okkum longur. Henda dagin kom tann stóra kvirran, tá tann virk­ sama sálin fór yvir um fjalla­ tromina og inn í ævinleikan. Tað er ein stutt, ein stokkut løta, so fara vit úr hesi verð; í himmiríki aftur møta vit teimum, sum vit mistu her. Sum tú, algóði faðir mín, í náði leiddi heim til tín. Troytt og tigandi kom náttúr­ an úr líkklæðum sínum, og í hesi fyrstu árstíðini gevur várið okkum vónina um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og fram­tíðarvónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja? Um hetta sama mundið legði Jógvan S. Simonsen, van­liga kallaður Egga árar­ nar inn; og tíð hansara var komin. Konan hevur mist ein kæran mann, børnini syrgja ein góðan pápa, familja og vinir hava mist ein góðan vin. Hóast nívandi sjúku, hevur skelkurin verið stórur og smeiturin dyggur. Tann stóri skarin av fólki, sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll, og onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi. Tann stóri íverksetarin Jógvan S. Simonsen, er ikki ímillum okkara meira, men hann lat nógv eftir seg, bæði sum privatur vinnulívsmaður, og ikki minst sum almennur starvsmaður. Hugskotini trutu ikki, og úrslitini frá hugskotum til veruleika vóru eyðsýnd. Føroyska samfelagið hev­ur nógv at takka Jógv­ an S. Simonsen fyri. Hann vað­aði nógv. Byrjaði pri­ vata tyrlu­flúgv­ing. Seinri var hann settur sum leig­ari fyri almennu tyrlu­flúgv­ing­ ina, har hann framdi slóð­ brót­andi arbeiði við­víkj­andi yvir­tøk­uni og góð­kenn­ing­ini av opera­tivu og tekn­isku um­ sitingini av Tyrlutænastuni. Um sama mundi fekk Tyrlu­ tænastan eina tyrlu aftrat, sum broytti munandi uppá for­treyt­ir­nar bæði við­víkj­ andi trygd og bjarging á sjó­ num. Hansara gløgga vit og skil á flogøkinum steðgaði ikki her. Saman við Jóhan Restorf Jacobsen stjóra á SL, vóru teir við til at fremja slóð­ brót­andi arbeiði fyri at fáa sett eitt føroyskt flogfelag á stovn. Jógvan S. Simonsen var sjálvskrivaður í fyrstu nevndina sum nevndarlimur í Atlantic Airways, saman við øðrum góðum fólkum. Føroyingar fingu sítt fyrsta fastveingja flogfar British Aerospace BAe 146. Um sama mundi var hang­ arurin liðugt bygdur, sum var ein fortreyt fyri flogferðsluni úr Føroyum, eins og farma- og frakt høll var bygd við flog­vøllin. Verkætlanin um undir­sjóðar­tunnilin um Vest­ manna­sund, sum eisini var ein týð­andi liður í flog­ferðsl­ uni, var samtykt og arbeiði byrjað. Umstøðurnar og onkur vil verða við – tilvildin, førdi til slóðbrótandi úrslit á flog­ økinum hesi árini, men uttan hugflog og miðvíst arbeiðs­ semi var als eingi úrslit. Leikluturin hjá Jógvan S. Simonsen, sum íverksetari eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá flogsøga før­oyinga verður skrivað. Boðskapurin hjá presti var vakur og troystarríkur. Hin upprisni var ikki bara við Jógvan gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini nú tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftn­aði. Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Fíu, børnunum, abbabørnunum, brøðrum, systr­um og vinum. Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Jógvan S. Simonsen. Hvíl í friði. Lasse Klein Í dag klokkan 14 hevur Jákup Lervig fernisering í hølunum hjá Dugna á Hjalla í Havn. Myndatilfarið er sera fjøl­broytt, og fevnir heilt frá lýsingum av gamla býar­ umhvørvinum í Havnini – heilt til sera litríkar, hálv- abstraktar málningar. Jákup er føddur í Havn, hvar hann eisini býr. Hann hevur verið fastur luttak­ari í undirvísingini hjá Kvøld­ skúlanum seinastu árini. Jákup hevur áður verið við á fleiri framsýningum. Ferniseringin er frá klokk­ an 14 til 17 mánadagin. Fram­ sýningin heldur fram til og við 1. juni, og er opin allar ger­andis­dagar millum 9 -16. Jákup Lervig framsýning hjá Dugna