mánadagur 21. mai 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Føroyski fiskimaðurin seldur fyri eina krónu kilo
Høgni Hoydal
Makrelbýtið hjá samgonguni
er ein vinnulig kós beint aftur
í feudaltíðina. Eins og tá kong
ur sat og býtti vinnurættindi
út til samfelagsborgarar, og
legði ymisk gjøld á sínar tegn
ar. Og har tey ognarleysu ar
beiddu uttan sáttmálar ella
rættindi og kundu seljast
bíliga
Tað er eitt dagligt bragd, at
fólk stríðast í fiskivinnuni.
Og leggja nógv fyri til tess
at vinna burturúr tí ótrúliga
tilfeingi, ið okkara land eigur.
Tí hetta hendir undir so
skiftandi, ótryggum og tilvild
arligum politiskum treytum, at
politiska skipanin er ein nógv
størri forðing og avbjóðing
hjá vinnuni, enn náttúrunnar
umskifti, vaksandi oljuprísir
og sveiggjandi marknaðir.
Hetta eru ikki treytir, ið
kunnu bjóðast vinnu og ar
beiðsfólki. Hetta eru ikki treyt
ir, ið kunnu bjóðast einum
fólkaræði og einum samfelag
við so ríkum tilfeingismøgu
leikum.
Vinnuligt, tjóðskapar
ligt og sosialt frælsi
Tað, sum hevur skapt vinnu
ligan framburð í Føroyum, er
uppgerðin við feudaltíðina,
við Einahandilin og við tey
politiskt ásettu vinnurættindi.
At vit tjóðskaparliga hava
megnað at lagt afturat landsins
lunnindum og rættindum og
skipa møguleikar fyri rætt
vísari kapping um at reka
vinnu og gagnnýta tilfeingið.
Og at vit hava havt fakfeløg
og vinnufeløg, ið hava tryggjað
rættvísa hýru, løn og umstøður
hjá verkafólki og fakbólkum,
sum skapa virðini í vinnuni.
Alt hetta er hendan sam
gongan í fullari ferð við mið
víst at niðurbróta.
Eg ein stóran –
tú ein lítlan
Vit skriva hálvan mai 2012.
Triðja árið á rað verður umsit
ingin av makrelfiskiskapinum
viðgjørd í evstu løtu av eini
samgongu, ið ikki hevur lagt
nøkur saklig ella vinnulig prin
sipp fram. Eitt virði uppá mill
um 1 og 1,5 mia krónur verður
býtt tilvildarliga politiskt mill
um bólkarnar og førini í fiski
vinnuni: Eg ein stóran – tú ein
lítlan.
Einasti
møguleiki
hjá
teimum, ið reka og vilja reka
vinnu, er at gera alt fyri at
ávirka politisku skipanina,
har samgongupolitikarar sita
og býta tons út. Annars verða
tey fyri vanbýti og sleppa ikki
framat.
Ein
“makrelbólkur”
við
sjálvum løgmanni á odda,
hevur sitið í eitt hálvt ár,
handan stongdar dyr. Og hevur
so nú lagt nøkur uppskot fyri
tingið. Men meginparturin
av samgonglimunum hava
longu tikið frástøðu frá upp
skotinum.
Skip
og
vinna
kunnu ikki leggja til rættis.
Fiskiskapur, sum kann byrja
fyrsta dagin, má bíða eftir
hvítum royki úr Tinganesi.
Rættarloysi
Lógarverkið, sum fiskimála
ráðharrin hevur lagt fram,
snýr seg um eina avgjald
skipan
við
7
ymiskum
gjøldum á fiskiskapin og
virksemið. Og annars skal
landsstýrismaðurin
einsa
mallur sita og býta tons út
til skipabólkar – og stovna
nýggjar bólkar og seta heilt
ymisk skip saman í ymsu bólk
arnar – sambært kunngerð(!).
Ongar grundgevingar eru
givnar. Ongar metingar lagd
ar fram um endamál og av
leiðingar. Ongar sakligar treytir
og metingar at viga eftir og
halda seg til, eru ásettar. Men
talan er bert um eina “meting”
hjá landsstýrismanninum og
teimum persónum, ið hava
sitið í “makrelbólkinum”. Altso,
“at vit halda hetta vera rími
ligt”. Har er ongin rættur, onki
gjøgnumskygni, men bert vald
og trýst galdandi.
Og øll ætlanin við lógini um
vinnuligan fiskiskap verður
í roynd og veru enn meira
skotin sundur og saman og
undirgrivin.
Aftur til einaveldið
og feudaltíðina
Her er talan um at renna við
fullari ferð aftur í feudaltíðina.
Tá kongur eftir egnari meting
býtti rættindi til vinnu og
tilfeingi út millum borgarar og
stættir. Til stórar jarðareigarar
og – ofta umvegis hesar – til
festibøndur, knæbøndur og
leigulendingar. Og har kongur
ásetti og broytti ymisk gjøld,
sum hann metti “vera hósk
andi”.
Og hetta er eisini júst
sum við “ráfiskabýtinum” í
1990’unum og gomlu studn
ingsskipanunum og skipa
pakkunum. Politiskir handlar
avgera, hvør er í vinnu og ikki.
Gjøld sum avlaga
øll rættindi
Avgjaldsskipanin, sum sam
gongan nú leggur fram, hevur
onki við eitt skipað útboð,
tilfeingisgjald
og
rættvísa
vinnuliga kapping at gera.
Til dømis skal skipanin
bara legitimera, at nú kann
eitt reiðarí við at gjalda eina
krónu kilo, seta øll rættindi
hjá føroyskum fiskimonnum
til viks, og manna øll skipini
við undirløntari, útlendskari
arbeiðsmegi. Og á sama hátt,
at við at gjalda eitt kilogjald
kunnu útlendsk verksmiðju
skip hava frítt at fara eftir
tilfeinginum í Føroyum.
Fólkaflokkurin
hevur
sostatt fingið vent øllum
ætlanum um eitt rættvíst,
vinnuliga skilagott og markn
aðarstýrt tilfeingisgjald til
eina gjaldsskipan, sum skal
avhøvda føroyska fiskimannin!
Har til dømis útlendskt fíggjað
reiðarí, kunnu fáa uppaftur
størri vinning, meðan ongin
inntøka er til fiskimannin.
Sanniliga ein hokus-pokus-
loysn, har alt verður vent á
høvdið.
Kundu vit ímynda okk
um, at tá tildømis flogvallar
útbyggingin skuldi fremjast,
so sat ein “flogvallarbólkur”
av samgongupolitikarum við
løgmanni á odda og býtti ar
beiðini út til fyritøkur eftir
“eini politiskari meting”. Og har
eigarar av fyritøkunum kundu
taka inn útlendsk arbeiðsfólk
fyri nakrar fáar krónur um
tíman í løn, afturfyri at gjalda
eitt avgjald uppá eina krónu
fyri – lat okkum siga – hvønn
kubikkmetur av betongi?
Trý ár við sama
løgmanni í
endaleysum ruðuleika
Sami løgmaður og sami Fólka
flokkur hava sitið øll hesi trý
árini, ið makrelfiskiskapurin
hevur verið.
Fyrsta árið í 2010 var ong
in semja um nakra skipan.
Landsstýrismaðurin
býtti
kvotur út umvegis telefonsam
røður, uttan nakra lóg og uttan
nakra kunngerð – og uttan
nakra niðurskrivaðari avgerð.
Onki regluverk varð sett í verk
viðvíkjandi atgongd, sáttmála
viðurskiftum og øðrum.
Annað árið í 2011 var held
ur ongin semja um nakran
politikk ella skipan.Og endin
varð, at vit vóru komin út í
apríl mánaða, tá Fólkaflokk
urin rýmdi úr samgonguni. Á
borðinum lá ikki ein stavur
ella nøkur sum helst fyrireik
ing til at skipa makrelfiski
skapin.
Ongin
eftirmeting
hevði verið gjørd av árinum
frammanundan. Landsstýris
maðurin hjá Fólkaflokkinum
– sum aftur situr nú – hevði
eftir øllum at døma bert havt
samrøður við ymisk reiðarí og
hevði lovað ymiskt, sum ikki
varð niðurskrivað.
Makrelsemjan í 2011
– eitt stórt framlop
Tjóðveldi (og Framsókn) tóku
tá ábyrgd av einum landi í
fullkomnari undantaksstøðu.
Vit gjørdu tá undir hørðum
tíðartrýsti eina semju við
minnilutasamgonguna.
Um
bæði makrelfiskiskapin og
grundarlagið fyri langtíðar
semjum um fiskivinnupoli
tikkin.
Skipanin var ikki lýtaleys
og sjálvandi merkt av neyð
semjum. Men krøvini hjá Tjóð
veldi bygdi á greiðar hugsjónir,
prinsipp og mál:
- Treytirnar og karmarnir
fyri fiskiskapinum skuldu
ásetast við lóg.
- Ongin
politisk
útluting
varð framd. Tó so: Uppi
sjóvarflotin, sum sambært
lógini um vinnuligan fiski
skap hevur havt kvotu
til makrel, fekk ásett ein
kvotupart (sum kjakast
kann um støddina á). Ann
ars var restin av kvotuni
partvíst bjóðaður út. Og
partvíst var gjørligt hjá
øllum øðrum pørtum av
flotanum at fiska av felags
kvotu við hámarki – sum
var býtt í tvey tíðarskeið til
tess at avmarka vansan við
“olympiskum” fiskiskapi.
- Ásett varð í lógini, at bara
skip undir føroyskum flaggi
høvdu atgongd at fiska.
- Ásett varð í lógini, at mann
ingarnar skuldu hava hýrur
eftir føroyskum sáttmalum
og treytum.
- Sligið varð rimmarfast, at
tilfeingið er ogn Føroya
fólks, og at rættindi at
fiska verða boðin út í tíðar
skeiðum av tí almenna eftir
greiðum reglum. Og at tey
fella aftur til landið, tá tey
eru brúkt.
Vansarnir av til
vildarligari umsiting
av fiskivinnuni
Vansarnir við skipanini í 2011
vóru fleiri. Men vansarnir
vóru nærum allir orsakaðir av
teirri tilvildarligu umsitingini
av fiskivinnnulóggávuni øll
hesi
árini
frammanundan
undir fólkaflokkinum.
M.a., at skip vórðu flutt mill
um nótaflotan og hin partin av
flotanum. At ongar lógarreglur
og treytir vórðu gjørdar fyri
útlendsk
móttøkuskip.
At
spekulasjónin í fiskivinnuni
ávirkaði uppboðssøluna og
til dømis nótaflotin bjóðaði
ikki. At reiðarar løgdu prísin
fyri uppboðskeyp á mann
ingarnar – altso av óbýttum
(Hetta er óskiljandi at Fiski
mannafelagið
góðtekur.
Tí
nær hevur manningin fingið
nakað burturúr, tá ein reið
ari hevur selt eitt skip við
fiskirættindum?). At flotin
savnast á alt færri hendur,
og at útlendskur kapitalur
verður brúktur at tryggja sær
atgongd til fiskirættindi. Hesir
trupulleikar eru ikki skaptir av
makrelsemjuni í fjør, men eru
trupulleikar í allari skipanini.
Samanumtikið varð í 2011
kósin sett til ein nýggjan fiski
vinnupolitikk, har tað skal
vera gjørligt hjá føroyskari
vinnu at kappast undir skip
aðum
viðurskiftum
um
at fáa sum mest burturúr
tilfeinginum til gagns fyri
samfelagsbúskapin.
Og úrslitið fyri 2011 var á
allan hátt munandi betri enn
tilvildarliga skipanin í 2010 –
og kastaði so nógv meira av
sær til vinnu og samfelag. Og
skipanin við uppboðssøluni
gjørdi helst øll bilsin og gjødi
øllum greitt, hvussu stór virðir
eru í okkara tilfeingi og í rætt
indunum at fiska tey.
Og so aftur í
feudaltíðina
Men nú í 2012 fór so sami
løgmaður og sami Fólkaflokk
ur, sum hava havt ábyrgdina
av ótryggleikanum og polit
iska ruðuleikanum, aftur á
gamlar gøtur og enntá langt
aftur í feudaltíðina. Enn eina
ferð ongin fyrireiking, ongin
semja, ongin tíð og ongin
vinnupolitisk kós. Vinnan og
samfelagið skulu aftur eyg
leiða og royna at ávirka ein
politiskan glantrileik um so
stór virðir.
Ja, var hetta í USA, so svar
ar tað til, at ein ráðharri við
eini kunngerð – uttan nakrar
grundgevingar men bara við
partapolitiskum og vinnu
ligum samrøðum – býtti alla
jørðina út til fyritøkur og
privatpersónar í einum øki so
stórt sum Texas og California
tilsamans. Tað hevði í mun
til teirra búskap svarað til
virði fyri fleiri trilliardir av
krónum.
Nær verður løgmaður
hildin til svars?
Og vit eru komin út í endan
á mai mánað. Eitt ófatiligt
ábrygdarloysi. Og skalting
og valting við virðunum hjá
tjóðini.
At
so
løgmaður
nú
knappliga boðar frá, at hann
vil hava uppboðssølu, sigur
alt. Hann var hart ímóti tí í
2011, tá vit samráddust. Síðani
øgiliga glaður fyri úrslitið
og pengarnar, sum skuldu
í
Búskapargrunn
Føroya,
sambært
undirskrivaðari
avtalu.
Nú
hevur
hann
tømt grunnin, brotið allar
avtalur og segði í tingunum
mánadagin, “at uppboðsøla
var steindeyð!” Og dagin eftir
er hann so í Dimmu og vil hava
uppboðssølu. Er onki mark fyri,
hvat ein løgmaður kann sleppa
avstað við av mótsigandi og
meiningsleysum
útsagnum,
og ongantíð verða settur til
svars?