Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aling er ein gyltur møguleiki í Sandoynni – Er talan um góð hugskot, sum kunnu skapa eitt støðugt virksemi í Sandoynni, fari eg sjálvsagt at virka fyri hesum. Soleiðis, sum støðan er í oynni, haldi eg, at vit sum fólkavald í økinum hava skyldu til at hyggja við vælvild upp á teir møguleikar, sum kunnu skapast um okkara leiðir, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri og løgtingsmaður Vilmund Jacobsen Mánadagin høvdu umboð fyri feløgini, Delta Seafood og Marine Harvest Føroy­ar, kunn­andi fund við løgtings­ menninar í Sand­oynni, Gerhard Lognberg, borgar­ stjóra í Skopunar kommunu, Brand Sandoy, borgarstjóra í Sands kommunu og Páll á Reyna­túgvu, løgtingsmann, um ætlaninar, sum feløgini hava í Sandoynni. Tað er Delta Seafood, sum stendur aftanfyri Sandoy Seafood, og umframt Marner Lisberg, var Delta-fyri­ tøkan eisini umboðað við Magnusi Jespersen og Ólavi Bjarkhamar. Marner Lisberg er nevndar­formaður bæði í Delta Seafood og Sandoy Seafood. Stjórin í alifyritøkuni, Marine Harvest Føroyar, Hans Jacob Mikkelsen, var eis­ini partur av team’inum, sum stóð fyri kunningini, ið fór fram á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun. Áhugaverd kunning Brandur Sandoy sigur, at kunn­ingarfundurin vardi í ein stóran tíma ella so, og hann heldur, at hetta var ein áhuga­verdur fundur. – Nú hevur ymiskt verið frammi í miðlunum um hesar ætlanir, og eg haldi ikki, at her var so nógv nýtt at frætta aftrat tí, sum longu hevur verið sagt. Men fyri tann skuld er ætlanin minst líka so áhuga­verd. Her hoyrdu vit partarnar sjálvar greiða frá teimum møguleikum, ið teir meta eru við aling, kryvjing og møguligari virking í Sand­ oynni. Spurdur, um løgtings­ mað­urin og borgartjórin skilti kunningina soleiðis, at Marine Harvest Føroyar ætlar at kryvja allan sín laks í Sand­oynni, svarar Brandur játtandi. – Ja, soleiðis skilti eg tað. Eg skilti eisini, at ætlanin er at brúka virkið á Sandi til kryvj­ing – og virkið í Skopun til góðsking, um ætl­anin ber á mál. Eg haldi, at hetta teknar seg rættiliga væl. Marine Harvest Føroyar hevur royndirnar við aling, og Delta-fyritøkan hevur royndir­nar við framleiðslu. Soleiðis eru bæði aliparturin og virkis­parturin við í hesi ætlan. Tvær útsetingar Brandur Sandoy viðgongur, at hann kennur einki til aling, men skilti á fundinum, at ætlanin er – um Marine Harvest Føroyar sleppur at ala á Sandsvág og í Hestfirði – at felagið fer at seta fisk út tvær ferðir um árið. – Eg skilti, at hetta verð­ ur gjørt fyri at kunna slakta og kryvja alt árið, sum eisini er ætlanin í sam­starv­inum, sum alifelagið og fram­ leiðslufelagið hava í Sand­ oynni. Fyri okkum í oynni ræð­ur tað jú um at fáa nøkur góð og støðug arbeiðspláss. Hann sigur, at ymiskir møguleikar vórðu nevndir í sambandi við meirvirking av Aling Eingin ivi skal vera um, at eg politiskt fari at virka fyri, at vit – so ella so – gerast partur av møguleikunum, sum nýggja kunngerðin um aliøki leggur upp til