mikudagur 23. mai 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
alilaksi, og millum alternativ
ini varð fiskavirkið í Skopun
eisini frammi.
– Jú, eg haldi, at vit høvdu
ein góðan og gevandi fund
her suðuri, og eg ivist onga
løtu í, at samstarvið, sum
partarnir nú vilja vera saman
um, kundi verið ein gyltur
møguleiki fyri Sandoynna,
sigur løgtingsmaðurin og
borgarstjórin á Sandi.
Sum skilst, fer Marine
Harvest Føroyar at søkja um
aliloyvi á Sandsvág og í Hest
firði, men tað er ikki vist, at
neyðugt er hjá felagnum at
fáa loyvi í báðum støðum
fyri, at samstarvið millum
ali-og
framleiðslufelagið
kann setast á kjøl.
– Eg helt meg skilja, at
samstarvið eisini kann bera
á mál, um alifelagið fær loyvi
til aling – antin á Sandsvág
ella í Hestfirði, leggur hann
aftrat.
Oynni til góðar
Brandur Sandoy sigur, at
hann slett ikki ynskir at
taka nakað alifelag fram um
annað, tá loyvi verða givin til
aling í nýggjum og komandi
aliøkjum, men hann dylur
ikki fyri, at tað er av hansara
áhuga sum borgarstjóri og
løgtingsumboð í Sandoynni,
at virksemi, sum verður upp
at oynni, fer at koma øk
inum til góðar. Í aðrar mátar
er tað honum líka mikið,
hvørjar fyritøkurnar verða,
sum koma at brúka teir
møguleikar, sum her fara at
spyrjast burturúr.
– Er talan um góð hugskot,
sum kunnu skapa eitt støð
ugt virksemi í Sandoynni,
fari eg sjálvsagt at virka fyri
hesum. Soleiðis, sum støðan
er í oynni í dag, haldi eg, at
vit sum fólkavald í økinum
hava skyldu til at hyggja
við vælvild upp á teir møgu
leikar, sum kunnu skapast
um okkara leiðir, sigur hann.
Aling veruleiki
Brandur heldur, at hevði
Sandoyggin – nú nýggj aliøki
verða løgd út – fingið sín
rímiliga lut í hesum virksemi,
kundi hetta virksemi verið
við
til
at
ment
oynna
vinnuliga.
- Eingin ivi skal vera um,
at eg politiskt fari at virka
fyri, at vit – so ella so – gerast
partur av møguleikunum,
sum nýggja kunngerðin um
aliøki leggur upp til. Síðan
eg kom á ting, havi eg virkað
fyri, at Sandsvág gerst partur
av nýggju aliøkjunum, og nú
er líkt til, at soleiðis verður
í nýggju kunngerðini um
aliøkir, sigur løgtingsmaðurin
og borgarstjórin í Sands
kommunu, Brandur Sandoy.
vilmund@sosialurin.fo
Aling
Bæði Sandsvág og Skúvoyarfjørður eru við í nýggju kunngerðini,
sum er til hoyringar. Hoyringsfreistin er úti fyrsta dagin, men
mangt bendir á, at hesi økir verða við, tá samanum kemur
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Ætlanin hjá Marine Harvest Føroyar og Delta Seafood, sum er høvuðsparturin aftan fyri
Sandoy Seafood, er, at fiskavirkið á Sandi skal brúkast til kryvjing av laksi
Mynd: Birgir W. Høgnesen