Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Flaggdagurin (II) Heri Mohr Okkara flaggsøga er væl lýst í skrift og í talu. Skriv­liga kanska best í 25 ára minn­is­ ritinum, sum Hitt Føroyska Studentafelagið gav út í 1935 og so í tí frálíku bókini MERKIÐd: Flaggsøgan, sum Niels Juel Arge (Forlagið Hvess­ingur) gav út í 1980. Okkara flaggsøga er vøk­ ur, romantisk, spennandi, dramatisk. Mangan leikti hart á, áðrenn Merkið enda­ liga fekk almenna viður­ kenn­ing í stríðsárunum 1940-1945 og lóggilding við heima­stýrislógini í 1948. Søgan um okkara flagg – Merkið – tók seg upp í Keypmannahavn, har nak­rir ungir, eldhugaðir før­oysk­ir studentar funnu hvønn­ann­ an. Tíðarrøðin í okkara flagg­ søgu kann í stuttum gerast upp soleiðis: Í 1919 tóku nakrir før­ oyskir studentar í Keyp­ manna­havn seg saman til tess at fáa føroyingum eitt veru­ligt flagg, ið kundi av­ loysa Veðraflaggið og Tjald­ urs­flaggið. Tann eldhugaði stud.jur. Jens Oliver Lisberg úr Famjin, og stud.teol. Emil Joensen úr Bø, gjørdust sál­ in í hesari verkætlan. Hesir báðir og stud.med. Pauli Dahl úr Vági, stud.polyt. Louis Zachariasen av Kirkju í Fugl­oy, og stud.teol. Janus Øss­ursson úr Havn, hitt­ust reglu­liga í íbúðuni í Store Kong­ens­gade 92. Nógv upp­ skot vóru havd á lofti og viðgjørd. So einaferð, tá ið semja var um, at eitt uppskot hjá Jens Oliver Lisberg og Emil Joen­sen var tað rætta, varð bein­an­vegin farið til Nordisk Flag og Fane­fabrik, sum so seymaði teim­um hvør sítt borðflagg. Hesi fløgg vórðu borin fram av Louis Zacha­riasen á føstu­gangs­ veitslu í Føroy­inga­felag­num 2. mars 1919. Eitt stórt flagg, frum­ flagg­ið, sum Jens Oliver Lis­ berg hevði latið seymað, varð stungið út av einum vind­eyga á Garði (Regensen) í Keyp­ manna­havn, har Emil Joen­ sen búði, áðrenn tað varð vundið á stong í Norð­manna­ dal­in­um í Fredensborg 2. juni 1919, tá Føroyingafelagið hevði skipað fyri útferð, og okkurt um 100 føroyingar luttóku. »Stór var frøin, tá ið tað vakra føroyska flaggið kom til sjóndar, har tað stóð og veittraði mitt í dalinum.« 22. juni 1919 vant flagg­ arki­tekturin Jens Oliver Lis­ berg frumflaggið á stong á fyrsta sinni í Føroyum. Tað var í heimbygdini Famjin. Sama frumflaggið hevur nú í mong ár hingið inni í Famjins kirkju. Frá hesum degi fóru føroyingar so við og við at flagga við »Merkinum.« Jens Oliver Lisberg doyði 31. august 1920, einans 23 ára gamal, av tí herviligu sponsku sjúkuni. Á hansara gravsteini standa orðini eftir Louis Zacha­riasen: Ungur fórst tú felagsbróður, Tú vart drongur aðalgóður. Janus Djurhuus yrkti við deyða Jens Oliver Lisbergs: Fróður á morgni um fløtur leikti… Hans Andr. Djurhuus yrkti Kvæðið til merkisins: Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð…. Gunnar Dahl-Olsen yrkti: Reytt sum blóð og hvanna­ hvítt…. Regin Dahl yrkti: Við tær á odda eina ferð… Ungmannafelagið MERK­ IÐ varð stovnað í 1920. 25. apríl 1940 kunngjørdi amtmaðurin Hilbert, at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi alt døgnið, dag og nátt, og at FAROES við stórum bókstavum skuldi málast mitt á báðum skips­síðunum. Umframt FAROES kundi eisini málast FÆRØERNE ella FØROYAR. Sama dag kunngjørdi tað bretska admiralitetið hetta í BBC. Í 1940-1945 fórust 39 før­ oysk skip, øll við Merkinum uppi, og stórt tal av børnum gjørdust faðirleys. Við heimastýrislógini 1. apríl 1948 varð MERKIÐ lóg­gildað, og eitt drúgvt og tógvið stríð um tað føroyska flaggið var at enda komið. Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið er ásett, at landsstýrið fyrisetur (fast­sætter) flaggdagarnar, og í kunn­gerð nr. 73 frá 26. juni 1987 er tilskilað, hvørjar flagg­dagar lands­stýrið hevur fyrisett. Átti landsstýrið ikki at broytt fyrisetingina soleið­ is, at 22. juni verður okk­ ara flaggdagur. Hetta var dagurin í 1919, tá ið frum­ flagg­ið flaggaði á fyrsta sinni í Før­oyum? 15. mars 1949 varð samtykt at halda alhalgunadag, 1. no­ vember, sum minningardag teirra sjólátnu. Í Danmark og Norra varð alhalgunadagur fluttur frá 1. november til fyrsta sunnudag í november fyri 240 árum síðani. Átti landsstýrið ikki at flutt minningardagin til 25. apríl (flagga á hálvari stong)? Hesir báðir dagarnir, 22. juni og 25. apríl, eru horna­ steinar fram um allar aðrar í okkara flagg- og siglingar­ søgum. Og tær ­– søgurnar og sannleikan – bjargaðu presturin og prósturin J. Joensen og útvarpsstjórin og rithøvundurin N. J. Arge okkum undan gloymsku. Rasmus Effersøe (1857- 1916) yrkti nógv kensluborið og mergjað, sum vónandi ongantíð fer í gloymskunnar hav. Eitt nú: »Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja hon mikið útrætta skal.«w Er tað nú besta boðið at byggja Kommunuskúlan í Havn um til bústaðir? Loyvi mær at venda spurninginum, nú hann er aktuellur. Tað er fínt, at fleiri hugskot eru í spæli, tá ein so stórur og markantur bygningur í Havn ikki longur kann brúkast til endamálið, sum hann er bygdur til. Boðini eru longu fleiri: íbúðir, mentanarvirksemi, umsiting o.a. Ein fjórði møguleiki er at taka hann niður og geva pláss fyri onkrum nýggjum, sum kann tæna miðbýnum. Verða t. d. bústaðir til eini 30 húski í hesum bygningi, sum ikki kann vera skúli, tí hann hevur likið ov illa ov leingi, er kanska vandi fyri, at hetta gamla hús endar sum ein ghetto í miðbýnum. Lat okkum siga, at fremsta raðfestingin verð­ur at taka hann niður, tí hann fyllir í meira lagi, har hann er, bæði á jørðini og uppeftir, og tí, at tað ætlandi verður alt ov dýrt at umvæla hann og gera hann um til aðra nýtslu. Tá er ikki sagt, at onki skal vera á tí gomlu Húsagarðstrøðni, har Kommunuskúlin stendur í dag. Tvørturímóti áttu vit lagt høvur í blot til tess at koma fram til eina áhugaverda ætlan við økinum til frama fyri miðbýin og Havnina sum heild. Vit kundu bygt okkurt serstakt, men ikki ov stórt, á økinum, har dent­ ur verður lagdur á fram­ komnan arkitektur og eitt serstakt innihald, sum dregur fólk til økið. Á økinum kann dent­ ur eisini at verða lagd­ ur á ymsan vøkstur og virksemi, so hetta kann verða ein oasa í miðbýnum, ið verður samskipað við grannalagið. Tey flestu ásanna, at mið­býurin er nakað deyð­ ur. Tað er hann, tí stórur partur av virkseminum varð planlagdur út úr hon­um. Við kolldømingini av Kommunuskúlanum til tað endamál, sum hann varð bygdur til, hava vit fingið ein kærkomnan møguleika at umhugsa eitt býarskipanarligt ný­ brot í miðbýnum, sum vit ikki eiga at lata fara frá okkum. Tað er bara hugflogið, sum setur mørk fyri, hvussu vit kunna brúka hetta centrala øki í Havn til frama fyri trivnaðin í býnum, og vit eiga at geva okkum tær stundir, sum eru neyðugar, at koma fram til skilabestu ætlanina. Ein ghetto ella ein oasa Jógvan Arge býráðslimur í Havn Tað er bara hug­ flog­ið, sum setur mørk fyri, hvussu vit kunna brúka hetta cen­trala øki í Havn til frama fyri trivn­ aðin í býnum