mikudagur 23. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jørgen Niclasen undirgrevur føroyska vinnu
Jens Meinhard Rasmussen
stjóri, Supply Service
Samstundis sum føroyingar
stríðast fyri at menna okkara
samfelag, roynir landsins
fíggjarmálaráðharri miðvíst
at undirgrava føroyska vinnu
og hjúkla um útlendskar
kappingarneytar. Hartil held
ur hann hánt um føroysk
vinnulív, ella í hvussu so er
partar av tí.
Hóast
føroyingar
eru
millum teirra, sum hava nógv
tær hollastu royndirnar og
vitanina um sjóvinnu, so
hevur í nógv ár verið púra
øskukalt her heima, tá ræður
um at reka skip og sjóvinnu,
sum ikki troyta okkara fiska
stovnar. Allir teir frálíku før
oysku sjómenninir hava ikki
havt annað í at velja enn at
sigla við útlendskum skipum
og soleiðis verið við til at
leggja støði undir útlendskt
vinnulív.
Tey seinnu árini hava
nøkur okkara arbeitt við at
byggja upp aftur føroysk
skipafeløg í teirri einfaldu
sannføring, at tað kann
ikki vera annað enn rætt og
rímiligt, at føroyska hegnið
elvir til føroyskt vinnulív.
Um vit hugsa um bara okkara
felag, so hava vit gjørt íløgur
í skip fyri meir enn 1 milliard
krónur. Skipini eru skrásett í
Føroyum, manningin er før-
oysk, leiðsla og fyrisiting sita
í Føroyum, og vit keypa hópin
av tænastum í Føroyum.
Landskassastuðul
til norskar reiðarar
Vit hava áður loyvt okkum at
vísa á, at tað ikki kann vera
rætt, at okkara skattaskipan
gevur teimum sjófólkum,
sum
sigla
við
norskum
skipum, ein serligan botn
frádrátt umframt ein sam
døgursfrádrátt.
Hetta
er
beinleiðis
studningur
til
útlendska vinnu mótvegis
okkara egnu.
Samdøgurfrádrátturin er
nú tikin burtur, men ístaðin
ætlar Jørgen Niclasen at
hækka
botnfrádráttin.
Grundgevingin er, at annars
flyta útisiglarnir av land
inum. Eg loyvdi mær í eini
samrøðu við Útvarp Føroya
at vísa á, hvussu kappingar
avlagandi hetta er móti før
oyskari vinnu. Tað eg fekk
burturúr var, at fíggjarmála
ráðharrin sáddi iva um mítt
trúðvirði og vardi seg við
ósannindum.
Hetta snýr seg um, at
norsk reiðarí fáa ein ágóða
frá Jørgeni, sum avlagar
kappingina. Í fyrstu atløgu
var uppáhaldið, at skipini
í føroysku altjóða skipa
skránni (FAS) fáa afturber
ing av skatti, meðan tað fáa
norsku skipini ikki. Hetta er
beinleiðis ósatt.
Í aðru atløgu var grund
gevingin, at uttan Jørgensa
botnfrádrátt rýma útisigl
ararnir av landinum. At
landsstýrismaðurin letur seg
taka til gísla á henda hátt er
í sær sjálvum merkisvert.
Landsstýrismaðurin leggur
hinvegin einki í, um hann
við sínum politikki rekur
føroysku reiðaríini av land
inum.
Skulu vit stuðla
kappingarneytunum?
Skipafeløg kappast á altjóða
marknaðinum. Skulu før
oysk feløg vera kappingar
før har, mugu tey hava eins
góðar treytir sum kappingar
neytarnir.
Føroyar,
Danmark
og
Norra hava nettolønskipanir.
Tað er ymiskt, júst hvussu
hesar skipanir eru settar í
verk. Danmark hevur eina
reina nettolønskipan, har
manning fær eina nettoløn
og ongan skatt. Reiðariíni fáa
tískil onga skattaafturbering.
Føroyar hava eina skipan,
har manningin rindar skatt,
sum reiðaríini fáa afturborið.
Eisini rinda FAS sjófólk í ALS
og barsilskipanina. Norra
hevur líknandi skipan, har
norsku reiðaríini fáa aftur
bering, eisini fyri føroying
arnar.
Men í Føroyum velja vit
so harafturat at geva før
oyingum við norskum skip
um ein skattafrádrátt upp
á 150.000 kr. árliga. Hendan
vinnulívsstuðulin til norð
menn lata vit, hóast okkara
sjófólk har siglir undir eini
skipan, sum annars hevur
somu treytir sum FAS, og
sum sostatt longu er fult
kappingarfør. Hví skal skatt
gjaldarin í Føroyum stuðla
útlendskum stórfyritøkum
við kappingarføri og sam
stundis gera tað óliviligt í
FAS, sum annars er ein góð
skipan?
Og
hví
skal
landsins
fíggjarmálaráðharri stuðla
hesum? Hví skulu vit geva
fólkum, sum sigla júst í
Norra, ein frádrátt? Hví geva
vit so ikki eisini teimum, sum
sigla í DIS pengar í hondina?
Hvat
er
grundgevingin?
Jørgen sigur, at annars rýma
tey av landinum. Um tann
grundgevingin heldur, mugu
vit so ikki eisini geva teimum,
sum sigla undir DIS ella FAS
sama botnfrádráttin? Kunnu
tey fólkini ikki eisini rýma?
Skulu vit oyðileggja
FAS aftur?
Í fleiri ár hava skiftandi
politikkarar tosað dúgliga um
týdningin av at menna FAS.
Tað hevur eisini givið úrslit
– og kann geva nógv stór og
góð úrslit afturat. Endamálið
var at gera Føroyar kapping
arførar, soleiðis at vit kunnu
reka skip hiðani. Hetta er
sama endamál, sum norð
menn og danir hava við
ávikavist, NIS, NOR og DIS.
Hesa tíðina hava eisini nógv
skip flaggað um til føroyskt
flagg og m.o. vit hava bygt
upp ein nýggjan flota. FAS er
í støðugari kapping við aðrar
tílíkar skipanir.
Men nú rør fíggjarmála
ráðharrin
upp
undir,
at
Supply Service og onnur,
sum hava skip skrásett í FAS,
eru nassarar, sum fáa skatt
afturbornan. Hetta vísir, at
hann slett ikki hevur skilt
skipanina. FAS er ikki ætlað
at vera ein skipan, sum skal
geva landskassanum bein
leiðis skatt frá sjófólki. Nøk
ur útreiðsla er tað heldur
ikki fyri landskassan. Tað er
umráðandi, at í minsta lagi
landsins fíggjarmálaráðharri
skilir hetta.
Tað eru reiðaríini, sum
sigla inn valuta og gjalda
lønir út gjøgnum skattaskip
anina. Bjóðar FAS ikki nøkt
andi karmar, verða skipa
feløgini skrásett í øðrum
skipaskráum ella niðurløgd.
Landskassin fær hvørki meir
ella minni av beinleiðis skatti
burtur úr hesum. Hinvegin
gevur eitt reiðarí, sum er
skrásett í FAS, og sum verður
rikið úr Føroyum, munandi
størri íkast til búskapin, enn
um tað var skrásett og rikið í
eini fremmandari skipaskrá.
Umframt at sigla inn
valuta, skapar eitt FAS-reiða
rí, sum verður rikið úr Føroy
um, fleiri arbeiðspláss á landi,
eins og tað brúkar eina rúgvu
av føroyskum tænastum. Vit
kunnu nevna kt, fjarskifti,
grannskoðan, løgfrøði, út
gerð,
skeiðsvirksemi,
út
búgvingar, gistingarhús, mat
stovur, flutning og annað.
Harafturat kann eitt føroyskt
rikið felag elva til, at nýggjar
maritimar
tænastur
og
loysnir verða mentar. Supply
Service hevur verið við í fleiri
tílíkum verkætlanum við
góðum úrslitum.
Hvørjum skulu
vit liva av?
Fáa fleiri skipafeløg fótafesti
í Føroyum, fáa vit eina
sterka vinnu her heima, sum
spyr eftir fleiri og fleiri før
oyskum tænastum. Vit fáa
nýggjar fyritøkur, sum halda
seg framat við tænastum,
loysnum og nýskapan. Vit
hava longu nakrar í ljósmála.
Hví ikki heldur miða eftir at
fáa hesar vinnur at blóma,
soleiðis at fleiri og fleiri
undirveitarar kunnu leggjast
afturat maritimu vinnuni?
Vit hava í Føroyum hóp
in av førleikum og vitan,
sum vit í løtuni flyta út sum
arbeiðsmegi. Okkara sam
felag kundi fingið munandi
meira burtur úr hesum før
leikum. Men royna vit ikki at
stimbra føroysku vinnuna, so
hon veksur, verður trupult at
fáa hjávinnur burturúr. Vit
mugu tora at hava visjónir
um eitt fullfíggjað maritimt
umhvørvi í Føroyum. Tað gera
vit fyrst og fremst við at geva
reiðaríunum góðar treytir
at virka undir. Tær hava
reiðaríini eisini í dag, men
tær verða innanholaður, tí at
vit velja at stuðla reiðaríum
undir fremmandum flaggi og
hetta setur FAS í eina verri
støðu.
Okkara góðu sjófólk er
grundarlagið undir okkara
virksemi, og hetta skal ikki
skiljast soleiðis, at vit ikki
virða útisiglarar, sum geva
eitt gott ískoyti til búskapin.
Men virðini verða ikki skapt
í Føroyum, og tað gevur ikki
nakað avleitt virksemi í
landinum, so sum maritimar
hjávinnur ella arbeiðspláss
á landi. Hyggja vit hinvegin
at Norra, so hava tey har
allar maritimar vinnur, sum
hugsast kunnu – design,
skipasmiðjur, útbúgving og
alla útgerð til skip. Norsku
reiðaríini hava lagt grundina
undir hesar hjávinnur. Vón
andi kunnu vit læra av teim
um og menna føroyska sam
felagið á fleiri økjum.
FAS og tilknýtt virksemi
kunnu av álvara gerast eitt
munandi íkast til føroyska
búskapin og kann verða við
til at lyfta føroyska sam
felagið eitt stig longri inn
í framtíðina. Føroyski bú
skapurin er í dag í ov stóran
mun treytaður av gongdini
í fiskivinnuni og alivinnuni.
Hesar vinnur hava avmark
aðar vakstrarmøguleikar, og
makrelurin kann hvørva aft
ur eftir einum ári.
Vit ynskja bara møgu
leikan at kappast við aðrar
á jøvnum føti. Við áræði og
rætta hugburðinum kunnu
vit í Føroyum koma langt
fram á leið.
Fáa fleiri skipafeløg fótafesti í Føroyum, fáa vit
eina sterka vinnu her heima, sum spyr eftir fleiri
og fleiri føroyskum tænastum. Vit fáa nýggjar
fyritøkur, sum halda seg framat við tænastum,
loysnum og nýskapan. Vit hava longu nakrar í
ljósmála. Hví ikki heldur miða eftir at fáa hesar
vinnur at blóma, soleiðis at fleiri og fleiri undir
veitarar kunnu leggjast afturat maritimu vinnuni?