mikudagur 23. mai 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nótabarónarnir 1. partur
Nótabarónar heiðraðir fyri at
søpla milliardir burtur
Hans Andrias Joensen
reiðari
Nýggjasta dømið um ódám
ligu framferðina hjá nóta
barónunum er eitt skriv til
Løgtingið, har tað hevur
eydnast
Felagnum
Nóta
skip, við stjóranum Jógvani
Jespersen á odda, at sannføra
10 feløg um, at nótamennirnir
eru “the good guys” í føroysk
ari fiskivinnu, hóast teir eru
tað beint øvugta.
Eg skal her greiða frá,
hvussu hesir góðu nóta
barónar – ið av einhvørjari
margháttligari orsøk onkun
tíð eru lýstir sum sannir fost
urlandsvinir – hava háttað
sær, og hvussu teir hava
kostað føroyska samfelag
num milliardir av krónum
í mistum inntøkum. Hetta
hóast nakrir av teimum
her fimm minuttir í tólv
royna at keypa sær vælvild
millum føroyingar við at
byggja eitt móttøkuvirki á
Tvøroyri. Í sjálvum sær eitt
gott átak, men tað skuldi
bara manglað, so nógv sum
hesir
nótabarónar
hava
fingið borið upp í lógvarnar,
uttan at hava gjørt annað
enn at leggja øðrum vinnu
lívsfólkum forðingar í vegin.
Svikagerðin
Í 2009 fóru menn, ið varaðu
av Reiðarafelanum, at gera
vart við, at tað uttan iva var
ein møguleiki fyri, at Føroyar
kundu krevja ein størri part
av
makreltilfeinginum
í
Norðurhøvum.
Tað var tó skjótt, at Fe
lagið Nótaskip við Jógvani
Jespersen á odda, við hond
og fót byrjaði at arbeiða ímóti
at fáa størri makrelkvotu í
føroyskum sjóøki.
Jespersen royndi at greiða
politikarum
og
embætis
monnum frá, at her var einki
at fara eftir. Hesin fiskurin
– t.e. makrelurin – hevði fyri
nótabarónarnar einki annað
virði, enn at verða avreiddur
til mjølframleiðslu fyri 2-3
krónur kilo. Óneyðugt er at
vísa á, at hetta er mótprógv
að, so tað stendur eftir. Í fjør
sóust prísir heilt upp í 10
krónur kilo, og um rætt verð
ur atborið, kann prísurin
koma nógv longur upp í ár
og komandi árini.
Tíbetur lurtaði táverandi
og
núverandi
landstýris
maður í fiskivinnimálum ikki
eftir Jespersen og hansara
nótabarónum. Fiskimála
ráðharrin lurtaði hinvegin
eftir táverandi formanni í
Reiðarafelagnum,
Vibergi
Sørensen, og skrivaranum
í sama felag, Árna Dam, ið
høvdu ta sannføring, at tað
lógu milliardir av peningi
og bíðaðu føroyska sam
felagnum
fyri
makreltil
feingið við Føroyar. Og rætt
fingu teir.
Hóast hetta eyðnaðist tað
Jespersen og hinum nóta
barónunum at kroysta eina
sokallaða
roll-over-skipan
ígjøgnum í 2009, so Føroyar
framhaldandi
bert
fingu
einans 4,7 prosent av felags
makrelkvotuni. Bara hetta
snigálopið hjá nótabarón
unum kostaði hundraðtals
milliónir í mistum inntøkum
fyri føroyska samfelagið.
Sigldu til Noregs
við veiðuni
Í 2010 var tó trúgvin millum
okkum onnur so sterk uppá,
at Føroyar kundi ogna sær
meira av hesum dýra tilfeingi.
Eisini
landsstýrismaðurin
helt, at nú var nóg mikið við
at boyggja høvdið hjá okkum
føroyingum mótvegis Noregi
og ES. Vit áttu at krevja
meira av felags makrelkvot
uni. Hann ætlaði sær at seta
føroysku kvotuna munandi
upp, sum sjálvandi var tað
einasta rætta at gera, tí so
nógvur makrelur var í før
oyskum sjógvi.
Men
hvat
gera
nóta
barónarnir? Jú, tá lands
stýrismaðurin ikki makkar
rætt og ætlar sær at áseta
føroysku makrelkvotuna til
15 prosent, kæra Jespersen
og nótabarónarnir hann fyri
løgmanni við einum brævi
dagfest 6. juni 2010, undir
heitinum “Áheitan í makrel
málinum”. Hendan dáragerð
fær tey bæði bíbilsku líknils
ini um farisearnar og slang
una í paradísi at renna einum
til hugs.
Bakbitið hjá nótabarónun
um móti sínum egnu lands
monnum, við løtuvinningi
fyri eyga, eydnaðist so mik
ið væl, at kvotan tað árið
bert varð ásett til umleið 7
prosent. Aftur hesaferð kost
aðu Jespersen og nótabarón
arnir okkum føroyingum
hundraðtals milliónir. Og
hetta kundi enntá hava kost
að uppaftur meira, um nóta
barónarnir fingu sín vilja
við at áseta kvotuna til 4,7
prosent, sum hon var árið
fyri.
Bara í 2009 og 2010 hevur
beistagerðin hjá nótabarón
unum sostatt kostað før
oyska samfelagnum milli
ardir av krónum í mistum
inntøkum. Og stóð tað til teir,
var føroyska kvotan fram
vegis ikki komin upp um tey
4,7 prosentini.
Tað
er
óhugnaligt
at
hugsa sær, hvussu ørandi
tær mistu upphæddirnar tá
høvdu verið, afturat øllum
tí,
sum
nótabarónarnir
frammanundan hava kost
að. Tíbetur vórðu teir tiknir
við buksunum niðri og gjøg
numskoðaðir.
Bornir í gullstóli
fyri beistagerð
Fyri hesa gerð, sum er størsta
beistagerð í føroyskari vinnu
lívssøgu, verða somu per
sónar nú heiðraðir og gyltir
við at skúma meginpartin
av rómanum av hækkaðu
makrelkvotuni. Eina kvotu
hækking, sum aðrir hava
útvegað teimum, men sum
hesir
somu
nótabarónar
hava arbeitt við hond og fót
ímóti, at vit sum tjóð kunnu
ogna okkum.
Gløggi lesarin spyr helst,
hví nótabarónarnir so íðiliga
hava arbeitt ímóti eini kvotu
hækking í føroyskum sjógvi?
Tað ljóðar fullkomiliga burt
urvið, og sæð frá einum
samfelagsligum sjónarhorni,
er tað eisini so. Men ikki í
nótabarónaheimi.
Sakin er tann, at nóta
barónarnir einsamallir høvdu
makrelkvotu
í
norskum
sjógvi. Eina kvotu, sum aðrir
føroyingar
sjálvandi
ikki
máttu fáa lut í við at flyta og
hækka kvotuna í føroyskum
sjógvi. Hetta hevði hótt løtu
vinningin hjá hesum fátali
av nótabarónum og órógva
teirra annars friðarliga og
lætta fiskilív, har teir kundu
fylla skip síni í norskum
sjógvi, sigla tað til Noregs, og
landa veiðuna har.
Lági prísurin hevði so
at siga ongan týdning fyri
teir, tí føroysku skipini vóru
so fá um norsku kvotuna,
og tí var ovmikið í part. So
nógv, at teir kundu fylla eina
last fyri og aðra eftir, sigla í
pendulfart millum norska
feltið og norsku havnirnar
til gleði og stóran profitt
hjá bæði nótabarónum og
ikki minst fyri norsku land
ingarstøðirnar, ið sjálvandi
gnýggjaðu sær í hendurnar
fyri bíliga fongin frá føroy
ingum.
Óneyðugt er at siga, at
her var onki eyka avleitt
virksemi í Føroyum, sum
kom okkara samfelagi til
góðar, eins og tað ger nú, eftir
at vit hava hækkað okkara
egnu kvotu. Men hví skuldu
nótabarónarnir órógva seg
við tí? Teir skovlaðu jú pen
ing inn kortini.
Tíbetur eru teir
gjøgnumskoðaðir
Nú nótabarónarnir eru tiknir
við buksunum niðri, royna
teir seg enn einaferð við
einum bakbiti á okkum onnur
í vinnuni. Men sjálvandi gera
teir tað ikki einsamallir. Tað
eru teir hóast alt ov snildir
til.
Eins og við áðurnevnda
brævi til løgmann í 2010, har
teir fingu aðrar bláoygdar
sálir at skriva undir og harvið
sabotera kvotuhækkingina
tá, so royna teir seg enn eina
ferð við sama kynstri, har teir
miskreditera onnur í vinnuni.
Aftur hesaferð við enn fleiri
bláoygdum medundirskriv
arum, sum eftir øllum at
døma framvegis onki hava
fatað av hesum glantrileiki
hjá nótabarónunum.
Skamm fái tykkum, nóta
barónar, við tykkara lands
skaðiliga virksemi, sum tí
betur alt fleiri eru vorðin
varug við. Eisini politisku
myndugleikarnir.
Vónandi fer avdúkingin
av tykkara skaðavirksemi
at síggjast aftur í makrel
býtinum, so teir sum fyrstir
vóru at vísa á virðið á makrel
inum og ídnir hava arbeitt
fyri øktari virðisøking av
hesum stóra tilfeingi – til
gagns fyri alt tað føroyska
samfelagið – ikki verða við
sviðið soð.
Alt meðan nótabarónarnir,
sum áhaldandi hava lagt
forðingar í vegin fyri eini
hægri kvotu, og so dyggiliga
hava sovið í tímanum í síni
líkasælu í ikki so mikið
sum royna at fáa meiri fyri
makrelin, ótarnaðir sleppa
avstað við meginpartinum
av hesum fyri føroyska sam
felagið ófatiliga stóru virð
um.
Ístaðin fyri at stinga
okkum í ryggin, átti Felagið
Nótaskip at sent takkarskriv
til Hósvíkar, at vit so treiskir
hava hildið fast uppá, at
Føroyar eiga meira makrel.
Úrslitið av hesum er millum
annað, at nótaskipini í 2011
hava havt tað størsta av
lopið nakrantíð. Beinleiðis
orsøkin til hetta risaavlop er
sjálvandi, at nótaskipini hava
kunnað fiskað so nógvan
makrel við Føroyar.
Vit bíða spentir eftir
hesi tykkara tøkk fyri at
hava skaffað tykkum gyltar
makrelkvotur, sum tit í tykk
ara fávitsku arbeiddu við
hond og fót ímóti!
Støðan við makrelinum undir Føroyum vísir sera greitt, hvussu sjúk okkara politiska skipan
er, og hvussu skipanin ferð eftir ferð hoknar undir trýstinum frá tí kavrotna harkaliðnum
av reiðarum, strámonnum og teirra loybbyistum. Við stuttskygdum løtuvinningi fyri eyga
nýta nótabarónarnir eitthvørt høvi til at stinga kappingarneytar í ryggin. Væl stuðlaðir av
bláoygdum fakfelagsleiðarum, ið verða lumpaðir til at stuðla »eini góðari sak«.