mikudagur 23. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit skulu røkka málinum
Rósa Samuelsen
løgtingskvinna fyri sambandsflokkin
Fólk við serligum tørvi skulu
hava møguleikan at hava
persónligan stuðul í egnum
heimi, og miðnámsskúlatilboð
skulu verða fyri øll:
Fólk við serligum tørvi
hava sama dreym sum øll
onnur. Ynski um eina framtíð
við maka, íbúð, frítíð og ar
beiði, so at tey kunnu for
syrgja sær og sínum og liva
eitt vanligt lív. Ein dreymur
gerst ikki altíð veruleiki,
men vit hava øll rætt at
droyma. Vit duga kanska
ikki altíð at seta okkum inn í
dreymar hjá hvørjum øðrum,
og tí kann bert eitt orð gera,
at ein dreymur brestur, og
lívsneistin verður køvdur.
Tá Føroya Løgting sam
tykti, at ST- sáttmálin fyri
fólk við breki, varð settur í
gildi fyri Føroyar, vóru tað
fleiri, sum aftur kundu hóma
vónina. Serliga vóru tað tey
nærmastu hjá fólki sum bera
brek, men eisini áhugafeløg
fegnaðust og fingu vónina
aftur. Eldsálirnar sóu nú
vón fyri framman, nú var
málið vunnið. Vit fegnaðust
øll.
Hóast nógv er gjørt, so
røkka vit ikki øllum áset
ingum í ST-sáttmálanum,
men vit eiga miðvíst at ar
beiða fram ímóti at skapa
umstøðurnar
soleiðis,
at
børn og ungdómur okkara
skulu hava javnbjóðis møgu
leikar til útbúgving og til
mennandi virksemi Øll hava
sama rætt til umsorgan, lær
ing og avbjóðingar, so tey
kunnu skapa sær innihald og
lívsvirði í gerandisdegnum, og
gera dreymin til veruleika.
Nakað er gjørt. Lóg um
uppihald á stovni er strikað.
Fólk sum búgva á sambýli og
røktarheimi fáa í dag pensjón
og gjalda fyri seg. Tað er við
til at geva teimum størri
ávirkan og hervið frælsi og
sjálvsavgerðarrætt. Lóg um
arbeiðsfremjandi tiltøk og
uppfylging av sjúkradag
peningalógini,
sum
skal
tryggja fólki tilknýti til ar
beiðsmarknaðin.
Lóg
um
Húsalánsgrunnin, sum nú
eisini kann veita lán til luta-
og leiguíbúðir, og sum hevur
gjørt, at kommunur og onnur
runt landið hava víst stóran
áhuga fyri at byggja íbúðir,
so møguleikar eru eisini hjá
fólki við serligum tørvi at fáa
til vega hóskandi bústaðir.
Byggilóg, sum kann tryggja
atkomu, er eisini samtykt,
fyri at nevna nakrir batar.
Men framvegis er nakað eftir
á mál.
Í samband við at Húsa
lánsgrunnurin
nú
kann
veita lán til bústaðir til
fólk við serligum tørvi, er
alneyðugt at endurskoða
stuðulsfólkaskipanina, til
at stuðul kann veitast inn
í heimið, so møguligt er at
búgva í egnari íbúð. Tað skal
vera lógartryggjaður rættur
at fáa stuðul, og peningurin
skal
fylgja
borgaranum,
heldur enn at borgarin skal
fyrihalda seg eina skipan.
Í okkara grannalondum
er man farin yvir til (PBA)
Persónligan brúkarastýrdan
stuðul . Tvs. at stuðulin er
knýttur at persóninum. Hetta
er við til at hjálpa viðkomandi
at megna ein gerandisdag.
Td. skal ein í føðingardag, til
konsert, á feriu ella í skúla, so
er tað borgarin sjálvur, sum
raðfestir, alt eftir hvønn
tørv hann hevur. Tað eru
sera góðar royndir av hesi
skipan, serligan í Noregi og
Svøríki. Bústaður og stuðul
eru skild frá hvørjum øðrum.
Tað hevur verið við til at
stovnshugtakið (instutitión)
so at siga er burtur.
Vit eru eftirbátar, tá tað
kemur til skúlatilboð. Øll
kenna tær syrgiligu søgurnar,
tá okkara menningartarnaðu
vórðu send av landidum, og
stríðið fyri at fáa hesi fólk
heim aftur, síðan og gleðina,
tá tað eydnaðist.
Tíðirnar eru broyttar, og
tørvurin eisini, men enn eru
vit noydd at kempa. fólka
skúlin skal vera fyri øll, men
er hann nú tað? Vit mangla
serliga tilrættaløgd skúlatil
boð í fólkaskúlanum, tískil
eru tað børn, sum einki fáa
burturúr og keða seg. Onnur
hava stuðul, men innihaldið
er lítið og einki, og tíverri
eru nøkur, sum als einki
skúlatilboð megna. Tó eru
nøkur tilrættaløgd skúlatil
boð, sum eydnast væl.
Vita hava alt ov lítið,
ella lættari sagt einki mið
námsskúlatilboð til fólk við
serligum tørvi. Eftir fólka
skúlan er ikki nógv at velja
í. Nevnast kann tilboðið til
7 fólk við menningartarni á
Rásini triðja hvørt ár.
Tað eru ung og heilar
familjur, sum flyta av landin
um. tí einki skúlatilboð er til
teirra børn eftir fólkaskúlan.
Tað er ikki virðiligt, og tað
kunnu vit ikki bjóða okkara
borgarum. Stór orka hevur
verið brúkt at fyribyrgja, at
fólk verða send av landinum,
men av tí at vit ikki hava
skúlatilboð, so hendir tað
framvegis í dag, at fólk mugu
flyta, ikki tí at tey vilja, men
tí tey kenna seg noydd til
tað fyri at tryggja børnum
sínum eitt gott lív. Fleiri ung
eru eisini farin uttanlands
í skúla, men trupulleikin er,
tá tey koma heim aftur, tí
hvørki bú- ella virkistilboð
eru at koma heim til.
Vit hava í SVF sæð hesar
sólstrálur av Rásini fyri kort
um, ungdómar sum hava
víst okkum, hvat tey hava
lært. Høvuðsdentur hevur
verið lagdur á praktiska upp
læring. Tey hava fingið eitt
tilrættalagt tilboð, har tey
eru ment og síðani búgvin til
at flyta í egna íbúð. Hetta er
næsta holdið av næmingum,
sum er komin frá Rásini og
eru búgvin til at klára seg við
stuðli í egnum heimi, saman
við øðrum ella fyri seg sjálv.
Vit geva tíverri ikki øllum
møguleikan.
Tað er at frøast um, at alt
verður gjørt fyri, at tey, sum
hava søkt inn á miðnáms
skúla ella til víðari lesnað,
skulu fáa møguleikan, tað
er jú ein rættur.. Men sam
stundis er tað hugstoytt, og
lítið virðiligt, at umleið 30
ungdómar við serligum tørvi
hvørt ár ikki fáa møguleikan.
Sjálvt um tilboð er fyri øll, so
er tað ikki soleiðis, tí skal
tað tryggjast við lóg, at ung
við serligum tørvi fáa møgu
leikan til tilrættalagt skúla-
og menningartilboð. Her er
langt eftir á mál, nógv ung
eru, sum eins og øll onnur
hava ein dreym um at halda
fram við skúlagongd og fáa
arbeiði, men tíverri er einki
tilboð til teirra. Stríðið er
ikki av, men kempast skal
miðvíst víðari fyri at røkka
málinum.
Eg saman við Sambands
flokkin vil gera alt fyri at fáa
broytt viðurskiftini, so øll
hava ein møguleika.
GYLTI
MØGULEIKIN:
Víðsjónafólk hava ætl
anir um ein nýggjan,
tíðarhóskandi skúla í
vesturbýnum heimi í
Havn. Hesar framskygdu
ætlanir
gera,
at
tit
havnarfólk fáa ein gylt
an møguleika til at
skapa ein ómetaliga
vakran
miðbý,
sum
kann
gerast
tiltikin
millum
manna.
Her
verður hugsað um eina
sera vakra miðbýarlund,
har
uppafturlatingin
av Havnará verður ein
partur av verkætlanini.
KLINGRULEIKHÚS:
Neyvan verður pláss fyri
tjóðleikhúsinum á rudd-
aða økinum, men helst
hevði borið til at gjørt
eitt opið klingruleikhús
(amfiteatur) í miðbýar
lundini.
KLAKSVÍK: Í Klaksvík
hava tey stóra hugskots
kapping um miðbýin
har norðuri. Meir enn
150 uppskot eru komin
úr ymsum heraðshorn
um. Skipið tit í Tórs
havn eisini fyri slíkari
hugskotskapping
um
miðbýarlundina!
BETONGKASSIN: Hug
stoytt, ella tað, sum verri
er, at hoyra fólk tosa um
at
lata
soppafongda
betongkassan
standa.
Hugsið nú eitt sindur
størri, víðari, grønari!
LISTAVERKINI: Bjargið
listaverkunum,
bæði
innan- og uttandura, og
ruddið so økið til fram
tíðarinnar fagra miðbý!
Við grønari
miðbýarkvøðu
Miðbýarlund
ella soppa
skrímsl
Framúr vakran miðbý ella
Eyðun á Borg
á Borg í gýtusól 2012
Vit hava í SVF sæð hesar
sólstrálur av Rásini
fyri kortum, ungdómar
sum hava víst okkum,
hvat tey hava lært.
Høvuðsdentur hevur
verið lagdur á praktiska
upplæring. Tey hava
fingið eitt tilrættalagt
tilboð, har tey eru ment
og síðani búgvin til at
flyta í egna íbúð