mikudagur 23. mai 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
2. partur
Eitt serstakt minni frá mínum
barnaárum er um tann sunnudagin,
tá ið øll bilsin fóru úr kirkju og
spurdu hvønn annan, hvat tað
var fyri nakað, at sálmasangurin,
endaði sum hann gjørdi. Hetta var
ein skomm, nú so nógv havnarfólk
á útferð vóru komin í kirkju.
Vanliga var sangurin góður í
kirkjuni. Har vóru nógvir góðir
sangarar, og altíð var nógv fólk í
kirkju. Vanliga kom fólk úr hvørjum
húsi, og tað vóru fleiri heim, haðani
alt húskið kom.
Ein sunnudag tíðliga á sumri
kom mjólkarbáturin við fólki úr
Havn á útferð. Skiparin var tann
kendi Rubekk Rubeksen. Hetta
fólkið á útferð vildi fara í kirkju. Tey
savnaðust um kirkjuna í góðari tíð.
Rubekk, sum altíð var til reiðar at
gera okkurt kommers, hevði funnið
saman við einum kollfirðingi, sum
var Rubekki líkur í so máta. Teir
tosa fyrst um tann góða sangin,
sum vanliga var í kirkjuni. Meðan
teir gera tað, kom ein originalur
í bygdini framvið. Honum dámdi
væl at syngja, men hann sang so
falskt.
Teir báðir kommersmakarar,
Rubekk og hesin kollfirðingurin,
funnu so uppá at fáa ein sangdyst
í lag.
Teir fara so til henda originalin
og siga við hann, at tað leingi hevði
verið tosað um, hvør bestur var at
syngja í bygdini. Um tað var hann
ella ein, teir nevndu navnið á. Tað
var ein maður við góðari rødd og
hartil harðmæltur. Nú hildu teir, at
hetta skuldi verða avgjørt í dag.
Rubekk vildi fegin sum uttan
bygdamaður vera dómari. Original
urin varð spurdur, um hann so
vildi syngja um kapp við hin í dag.
Kappingin skuldi vera, tá ið síðsti
sálmur við gudstænastuna var
sungin. Jú, hann vildi gott syngja
um kapp. Hin maðurin kendi sjálv
andi einki til nakran sangdyst. Teir
báðir sótu beint yvir av hvørjum
øðrum.
So var komið til síðsta sálmin.
Fólkið í kirkjuni fekk ein hvøkk. Tey
hugdu uppá hvønn annan. Hvat var
hetta fyri nakað! Hví rópti hann ori
ginalurin, sum hann gjørdi? Hann
forstýraði so púra sangin, og nú so
nógv fremmant fólk var í kirkju!
Tað var at skammast yvir!
Við tað sama, komið var úr
kirkjuni, fór kappsyngjarin yvir til
Rubekk at fáa úrslitið at vita. Tað
var alt annað enn lætt at vera dóm
ari, segði Rubekk. Tit lógu sera tætt
at hvørjum øðrum.
Men dømast mátti, mótstøðu
maðurin var ein mun betri enn
hann. Tá legði hin kollfirðingurin
upp í og segði: “Ótøkk skal hann
hava av tí. Eg sá hann taka ein sang
pillara, áðrenn tit fóru at syngja!”
Í øðini leyp originalurin avstað
aftaná sínum “mótstøðumanni” og
var við at leggja á hann. Hann hevði
tikið sangpillarar, og á tann hátt
hevði hann snýtt seg til sigurin í
sangdystinum.
Men hesin visti, sum rímiligt er,
einki um nakran sangdyst. Hvat var
hetta fyri nakað? Tann spurningin
stóð hann við eins og vit onnur,
eisini børnini, sum undraðust um,
hví hesi orginalurin fór at rópa, sum
hann gjørdi, og hví hann í øðini vildi
leggja á sín “kappingarneyta”.
Aftaná fingu fólk at vita, hvat
ið lá aftanfyri, og hvør ið hevði
íspunnið hetta. Á, teir jassar, kom
tað frá fólki. Ùtferðarfólkið mundi
eisini fáa frágreiðingina.
Rossið sum spilti Gamla út
Tað eru eisini onnur minni um
kommers. Tá eg var 10 ára gamal,
kom ein dampari inn á fjørðin eftir
rossum, sum vóru seld til Ong
land, har tey skuldu brúkast í kola
námum. Rossini vóru nógv og komu
stórt sæð úr øllum Norðstreymoy.
Kollfjarðadalur nærmast íddi av
rossum tá. Nógv av teimum høvdu
ongantíð verið nýtt til nakað, tey
vóru óvand og stygg. Tey skuldu
fangast. Tað vóru stuttligir dagar,
meðan hetta stóð uppá. Hetta var
eisini nakað fyri dreingir. Beiggi
mín, Dánjal, var fermastur til hetta
og tann djarvasti.
Men tað vóru hestar ímillum,
sum høvdu verið í brúki. Millum
hesar var Gneygjus hjá sjóvar
bóndanum Johan Dam. Gneygjus
var eyðkendur, nærmast reyður við
hvítum blettum. Gronin var hvít.
Á Sjóvargarði var um hesa
tíðina ein maður av bygd, sum vit
kallaðu Gamli. Hetta var ikki tí, at
hann var so gamal, hetta var eitt
kelinavn. Honum dámdi tað so
væl, og øll vóru sera góð við hann.
Hann var nakað egin. Sjálvt um tað
vóru evni, sum manglaðu honum,
so gjørdi hann nógv arbeiði. Inn í
millum passaði hann eisini rossini.
Men hann var týðiliga óvinur við
Gneygjus. Hann segði, at hesturin
sparkaði hann, og so sparkaði hann
hestin. Glaður var Gamli, tá ið hann
fekk at vita, at Gneygjus skuldi fara
av landinum. Tað var við stórari
gleði, hann leiddi hestin inn á Fjørð
og sá hann verða heysaðan umborð
á damparan og hvørva í lastini.
Tað gingu um 14 dagar, so spurdi
ein Gamla, um hann hevði hoyrt
nakað frá Gneygjussi, síðan hann
fór av landinum. Nei, tað hevði
hann ikki. “Men veit tú nakað um
hann”, spurdi Gamli so. “Hoyrt og
hoyrt, tað verður í hvørt fall sagt, at
Gneygjus gongur í stívasta kraga
toyi niðri í Keypmannahavn og
spillir teg út.”
Gamli fór í øðini til bóndan,
Johan, og bað hann skjótast gjørligt
fáa Gneygjus heim aftur ella fáa
hann dripnan. “Hví sigur tú tað í
slíkari øði?” spyr Johan. Hann fekk
at vita hví. Jú, hann skuldi hugsa
um, hvat ið kundi gerast. Tá siss
aðist Gamli.
Har var altíð væl av fólki við
Sjógv, bæði vaksin og børn ella
rættari menn og dreingir. Her hendi
so nógv og møguleikarnir fyri at
fáa eitt sindur av gjøldri burtur úr
vóru góðir.
Gamli kendi tað sum sína ábyrgd
at hava umsjón við bátin, sum skuldi
fáa mjólk og ferðafólk umborð á
mjólkarbátin og fáa ferðafólkini
í land. Gamli hevði ofta brúk fyri
hjálp. Allir vildu hjálpa honum sum
við at draga bátin.
Hann var so hjálptur til at leggja
bátin, so hann kundi vera klárur. Tá
Gamli so kom aftur, kundi báturin
liggja á einum heilt øðrum stað. So
kom øði í Gamla, og aftur var tað
Johan, hann í øðini fór til at siga,
hvat nú var gjørt. Johan skuldi
koma at síggja tað. Tá hann so kom,
lá báturin aftur, har hann skuldi
vera. Gamli skilti einki av hesum.
Kundi tað vera hann, sum hevði
mistikið seg?
Gamli var góður við okkum
dreingir, og vit við hann. Skúlin lá
nærindis og ofta vóru vit og hjálptu
honum í fríkvarterinum. Tá ringt
varð inn aftur til tíma, vóru vit
uppá pláss til tíðina.
Tjørutunnan
Nú eg í minninum eri við Sjógv, so
lat meg taka tjørutunnuna við. Tað
var gamli lærari, Bernhard Magn
ussen, ættaður av Strondum, sum
átti hana.
Hann hevði neyst við Sjógv,
beint niðanfyri skúlan. Tað vistu vit
Johan Hansen: Gølusang
kappingin í Kollafjarðar kirkju
Kollfirðingar eru øðrvísi enn onnur fólk. Hetta váttar frásøgnin um
eina margháttliga sangkapping í kirkjuni í Kollafirði
Við Sjógv hendi nóg, tá ið Johan var ungur
Tað spældi ikki friðarliga av, tá ið havnarfólk fóru í kirkju í Kollafirði. Mynd: Kollafjarðar Bygdarsavn