mikudagur 23. mai 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Miðvikan kemur ikki aftur fyrr enn um 14 dagar. Um tríggjar vikur
kemur enn ein frásøgn um barndómin hjá Johan.
dreingir, tí vit hjálptu honum ofta
at draga hansara lítla 4 mannafar.
Hann hevði onkuntíð sagt, at tjøran
var ikki brúkandi meira. Hon var
tornað saman.
Eitt árið, tað leið móti nýggjári,
og tankarnir vóru um, hvat vit
skuldu fáa til at brenna á nýggj
ársbáli, so lat tað í einum: “Hvat við
tjørutunnuna hjá gamla lærara?”
Skuldu vit spyrja, um vit kundu fáa
hana? Nei, tað kundi ikki loysa seg.
Tjøran í henni nyttaði jú einki.
So varð ætlan løgd um, hvar
bálið við tjørutunnuna skuldi vera,
og hvussu og nær vit skuldu fáa
hana uppá pláss.
Eitt kvøld í myrkri fóru vit við
tunnuni niðan gjøgnum Beitið og
goymdu hana til næsta tak. Hon
skuldi heilt niðan til Gerðabakka.
Har skuldi bálið tendrast. Tá so
tjøran var blotnað av hitanum, so
skuldi tjørutunnan koyrast á bólt
oman gjøgnum brekkuna. Soleiðis
var gjørt.
Tá so tjøran, sum eldur var komin
í, rann úr tunnuni og hol var brent
á hana, legði hon eftir sær eina
eldslóð allan vegin oman brekkuna.
Tað var eitt nýggjársbál, ið ikki áður
er satt. Hetta var ein sjáldsom sjón.
Fólk kundu ikki annað enn spyrja,
hvør stóð aftanfyri hetta sjáldsama
bál. Men eingin visti, hvør tað var.
Lærarin spurdi ongantíð, um vit
vistu nakað um tjørutunnuna.
Hann tók hana ikki uppá tungu.
Seinast eg var i Kollafirði vitjaði
eg Gynnu, abbadóttir læraran,
Bernhard Magnussen, sum búði
hjá ommuni og abban. Eg spurdi,
um hon nakrantíð hevði hoyrt um
hetta við tjørutunnuni. Hon hevði
ikki hoyrt tunnuna vera tikna uppá
tungu. Men nú fekk hon at vita,
hvør ið stóð aftanfyri hetta nýggj
ársbálið.
Petur Mohr Dam
spældi við børnini
Omma í faðirættini vaks upp í
húsinum við Sjógv, hon var ættað
úr Havn. Pápi var uppkallaður
eftir pápa Johan Dam. Navnið var
Petur Mohr. Eftir honum var kendi
politikarin Petur Mohr Dam upp-
kallaður.
Eftir tí, at Johan eingi børn átti,
var Petur Mohr Dam, elsti sonur
Óla Kristian Dam, sum settist niður
sum keypmaður í Skopun, borin til
Sjóvargarð. Men hann hevði ongan
hug til bóndastarvið, heilsan var
heldur ikki til tað. Hann lærdi í
staðin til lærara. Men mest sum á
hvørjum sumri kom hann til Sjóvar.
Petur Mohr Dam var sera góður at
spæla við okkum dreingir. Hann
fekk okkum at kappast um so
mangt og at brúka kreftirnar. Vit
sluppu eisini leggja á hann, og vit
gjørdu tað eisini. Men hetta var alt
til stuttleika.
Hvussu Sámal basti leyvuni
Eg vil greiða frá einum dømi um,
hvussu vit dugdu at undirhalda
okkum við egnum søgum, stuttligar
og spennandi. Ein var, sum bar av
øllum í hesum sambandi. Hann
yrkti søgurnar, meðan hann for
taldi, og tað var, sum hann var
ótømandi fyri søgur. Maðurin var
Sámal hjá Jørgeni norðuri í Sundi.
Eg fekk ofta at vita, at hann við
sínum søgum kundi gera ein túr
til skips til eina stuttliga ferð. Skal
enda hendan partin við eini søgu
Sámals.
Tað mesta, hann fortaldi var
nakað, hann hevði upplivað. Og tað
var ikki lítið. Og so vóru tað eisini
fantasiupplivilsir, sum hetta:
“Eg hevði verið við skipi í Afrika.
Tá vit vóru komnir til hetta stóra
land mátti farast í land at síggja
okkum um. Eg lovaði at leiða ferð
ina. Nakað av tí, vit vistu um Afrika
var, at har íddi av ymiskum djórum,
sum gingu víða um.
Har vóru villdjór stór og smá, líka
frá elefanti til apur. Men rovdjórini
vóru har eisini. Av teimum var
leyvan tann ringasta, stór og sterk
og so kvik. Tá hon trongdi til nakað
at eta, fór hon eftir tí, sum fyri var,
djór ella menniskju, tað gjørdi ong
an mun. Við sínum stóra og sterka
kjafti, teimum ræðuligu tonnunum,
skræðir hon alt sundur. Hon er eitt
rovdjór, ein skal vara seg fyri.
Har gingu elefantar og spákaðu
so siðiligir. Apur stuttleikaðu sær
við at leypa frá grein til grein í trø
unum. Sjálvt um alt sá so friðarligt
út, skuldu farast varliga fram. Eina
ferð fekk eg eyga á nakað langt
burtur. Tað var onkur djóraflokkur
tonkti eg. Sum hetta nærkaðist, sá
eg at hetta vóru leyvur.
Tá kom ótti á hvønn mann, og
tað var okkum klárt, at hetta liðið
av leyvum hevði kós móti okkum.
Vit fóru allir at renna tað dýrasta,
vit vóru mentir. Eg rópti til teir, at
tað nyttar einki at renna undan.
“Hvat gjørdi tú so sjálvur Sám
al?”, spurdi onkur.
Eg var standandi, og leyvurnar
nærkaðust skjótt. Á odda var ein
hannleyva, stór og greflig við gap
andi kjafti. Tað sá ræðuligt út.
Men eg bleiv standandi, sjálvt um
hon kom beint ímóti mær. Men tá
hon var so nær, at hon við sínum
gapi var klár at seta tenninar í
meg, tá smoygdi eg upp ermar og
knýtti nevan. Leyvan hevði nógva
ferð. Tá hon kom til mín rendi eg
nevan niður í gapið, og hann fór
aftur gjøgnum leyvuna og kom
út gjøgnum reyvina á henni. Har
fekk eg fatur í tann stóra halan,
hon hevði. So dró eg halan fram
gjøgnum leyvuna til eg fekk hala
duskin fram úr kjaftinum.
Tað var ein sjón, eg ongantíð
komi at gloyma, tá leyvan við sín
um stóra haladuski dinglandi úr
kjaftinum flýddi við øllum hinum
leyvunum á hølunum á sær.”
Hetta var ein av søgum hansara,
sum var spennandi hjá okkum at
lýða á og høvdu stuttleika av. Eg
haldi søgurnar hjá Sámali vóru
meira spennandi enn nakra, eg havi
hoyrt og sæð í radio og sjónvarpi.
Samanumtikið var tað bara stutt
ligt og hartil mangan spennandi
at vera drongur í Kollafirði fyri
góðum 80 árum síðani. Í hvørt fall
øðrvísi enn nú.
Í túninum við Sjógv. Mynd: Kollafjarðar Bygdarsavn
Signabøur, ein býlingur í Kollafirði. Mynd: Kollafjarðar Bygdarsavn
Sildaoljuverksmiðjan, sum varð bygd í Kollafirði seinnapartin í 30-árunum. Mynd: Kollafjarðar Bygdarsavn
Rubekk var dómari í sangkappingini