Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Um vikuskiftið var Copenhagen Marathon á skránni, har um­ leið 30 føroyingar luttóku. Í hes­um sambandi skrivaðu vit eina grein um stóru føroysku lut­tøkuna og vístu á, at Absalon Hansen gjørdist besti føroy­ ingurin í kappingini. Tað er tó ikki rætt. Besti føroyingurin var Høgni T. Hansen úr Havn, sum er búsitandi í Keypmannahavn. Hann gjørdist nummar 80 við tíðini 2.55.07. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Sunnudagin var FC Suðuroy fyri enn einum lemjandi ósigri. Hesa­ ferð taptu teir heili 0-6 heima í Vági ímóti ÍF, og sum gongdin hevði verið frammanundan, har liðið í níggju dystum ikki hevur fingið ein sigur og skuldi brúka sjey dyst­ ir áðrenn teir fingu sítt fyrsta mál, var greitt, at onkrar broytingar máttu til. Mánakvøldið eftir dystum gingu søgur um, at venjarin, Pól F. Joensen, var givin í starvinum, og týs­morgunin vórðu hesi tíðindini váttað. Talan var ikki um eina beinleiðis uppsøgn, men eina avgerð, sum bæði nevndin í FC Suðuroy og Pól F. Joensen sjálvi mettu vera best. Eingin illstøða Talan var á ongan hátt um nakra ósemju ímillum partarnar, sigur for­maðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen. – Hetta er ein avgerð tikin í sam­ ráð við Pól og tað er eingin illstøða yvirhøvur. Vit blivu samd um, at um vit skuldu skifta, so var tað best nú undan dystinum ímóti Víkingi, har vit hava heimavøll og eru aftanfyri við einum máli (undan seinnu hálv­ finaluni í steypakappingini, red.), sigur formaðurin. Men tað er jú júst Pól F. Joensen, sum hevur vunnið tykk­um heilt fram í hálvfinaluna í steypa­kapp­ ingini, er tað ikki virðingsleyst at lata hann fara nú? – Tað kanst tú siga, men tað var í samráð við hann sjálvan, at vit mettu tað var best at gevast nú, sigur Julius Vest Joensen. Manglandi styrkur Tað, at tað hevur gingist illa hjá FC Suðuroy, hevur verið ein sann­ roynd í longri tíð, men nevndin í FC Suðuroy hevur ongantíð havt ætlanir um at senda Pól F. Joensen til hús. – Nei, tað hevur ikki verið uppi at vent. Vit hava hoyrt nógv tos ímillum fólk, men vit hava ikki havt nevndarfund og hava annars verið væl nøgd við arbeiðið, hann hevur gjørt. Tað, at tað ikki hevur gingið eftir vild, hevur verið nógvum øðr­ um faktorum at takka. Í samrøðu við Norðlýsið í gjár vísti Pól F. Joensen á manglandi styrk undan kappingarárinum, og tí kann FCS-formaðurin bara taka undir við. – Tað hevur verið ein trupulleiki. Vit hava fingið ein verjuleikara, sum vit eru nøgd við, umframt at Stanislav Kuzma og David Asare hildu fram. Vit høvdu ein mið­vallar­ leikara úr Estlandi at royndarvenja í tríggjar vikur, men hann var bara ikki nóg góður og vit valdu at senda hann avstað aftur. Tað bleiv ov tætt undan kappingarárinum og vit vildu ikki taka eina panikk-loysn, sigur Julius Vest Joensen. Fyribilsloysn Julius Vest Joensen váttar, at teir hava gjørt eina fyribilsloysn hvat venjaraspurninginum viðvíkur, og at tað verða teir tríggir Tórður Wiberg Holm, Bogi Mortensen og Egil Steintórsson, ið skulu taka sær av liðnum komandi vikuna, tvs í steypa­dystinum ímóti Víkingi í kvøld og heimadystinum í lands­ kapp­ingini ímóti NSÍ 2. hvítu­ sunnudag. Hann váttar somuleiðis, at ein varandi loysn á venjara­spurn­ing­ inum verður avgreidd og almanna­ kunngjørd helst í komandi viku. Eisini váttar hann, at tað helst verður talan um onkran leikara­ styrk í summarsteðginum. – Tað er upp á tal og vit hava okkurt tilboð í hondini, sigur Julius Vest Joensen at enda. albinus@sosialurin.fo Avleiðingarnar hjá botnliðnum: FC Suðuroy skal hava nýggjan venjara Fótbóltur Fyrsti venjarin í nýggju Effodeildini hevur nú takkað fyri seg, og ikki heilt óvæntað gjørdist tað Pól F. Joensen hjá FC Suðuroy Fyrsti venjarin at rúka var Pól F. Joensen Høgni var bestur Renning Høgni T. Hansen úr Havn hevði frálíkt úrslit í Copenhagen Marathon um viksukifti, og gjørdist hann nummar 80 út av teimum 10.500 rennarunum Pætur Albinus Fríggjadagin 1. juni, kl. 19:00, spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Makedonia, og fýra dagar seinni, týsdagin 5. juni, somuleiðis kl. 19:00, skulu ungu føroyingarnir royna seg ímóti Serbia. Báðir dystirnir verða spældir á Ovara Vølli í Gundadali. Føroyar eru á aftasta plássi í bólki 4, har Serbia er farið til stroks við Danmark í hølunum. Føroyar hava eitt stig fyri fimm dystir, og kom tað í hús eftir málleysan javnleik ímóti Norðurírlandi á Ovara Vølli 31. mei í fjør. U21-landsliðsvenjararnir, Heðin Askham og Bill M. Jacobsen, hava úttikið hesar 22 leik­arar til dystirnar: HB: Rógvi S. Holm, Hallur Hansson og Teitur Gestsson ÍF: Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni og Jan Ellingsgaard B36: Róaldur Jacobsen og Høgni Eysturoy B68: Hans Jørgensen og Andre Olsen KÍ: Páll Klettskarð og Sørmundur Á. Kalsø NSÍ: Kristian Joensen og Klæmint A. Olsen Víkingur: Erling Jacobsen og Kaj Leo í Bartalstovu FC Suðuroy: Heini Vatnsdal TB: Gilli Sørensen Brøndby IF (DK): Rene S. Joensen FC Fyn (DK): Viljormur Davidsen Vejle (DK): Bogi R. Petersen Viking (NOR): Jóan Símun Edmundsson albinus@sosialurin.fo U21- landsliðið úttikið Fótbóltur Um hálva aðru viku skal føroyska U21-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð er talan um tveir heimadystir, og hava venjararnir nú úttikið 22 leikarar til uppgávurnar