mikudagur 23. mai 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Løgmanssteypið 2. hálvfinala upptakt
Jóannes Hansen
Í dag verður gjørt av, hvørji liðini
skulu vera, sum skulu spæla
steypafinalu
25.
august.
FC
Suðuroy fær seinnapartin vitjan av
Víkingi, og í kvøld fer EB/Streymur
í Gundadal, har HB bíðar.
Á Vágseiði verður talan um
fyrstu royndina hjá FC Suðuroy
saman
við
nýggja
venjara
toyminum. Tórður Holm, Bogi
Mortensen og Egil Steintórsson
hava tikið á seg at standa fyri lið
num í dag og 2. hvítusunnudag.
Høvuðssetningurin hjá teimum
verður at lyfta spælararnar upp
aftur, eftir at teir sunnudagin
løgdu rygg til 6-0 tap ímóti ÍF á
sama vølli.
Víkingur
hevur
1-0
leiðslu
frá fyrru hálvfinaluni. Tað vil
siga, at heimaliðið skal skora,
um hugsningur skal vera um at
kvalifisera seg í finaluna. Um
Víkingur skorar eitt mál, so skal
FC Suðuroy skora tríggjar ferðir.
Víkingur hevur tapt tveir teir
seinastu landskappingardystirnar,
og hvørki ímóti B36 (0-3) ella KÍ (0-
1) eydnaðist tað víkingunum at
skjóta mál. FC Suðuroy hevur bara
skorað tvey mál ímóti liðum í bestu
deildini í ár.
Hjá Víkingi er Atli Gregersen
eisini í dag leikbannaður.
Í Gundadali er mótbrekkan
brøtt hjá HB. EB/Streymur vann
fyrru hálvfinaluna 4-1. Hjá Sigfríði
Clementsen snýr tað seg um
at fáa sínar menn uppaftur við
høvdinum, eftir at teir leygardagin
løgdu rygg til 4-2 tap á útivølli ímóti
TB, og ikki minst at fáa verjupartin
at rigga, nú fýra mál eru farin
ígjøgnum hvørja ferð í trimum
teimum seinastu dystunum – 1-4
ímóti EB/Streymi, 1-4 ímóti ÍF og
2-4 ímóti TB.
EB/Streymur hevur verið í
steypafinaluni seinastu seks árini.
HB hevur ikki verið í finaluni
síðani 2007, tá ið havnarliðið tapti
dramatiska finalu ímóti júst EB/
Streymi 4-3.
Víkingur hevur eina ferð verið í
finaluni. Tað var í 2009, tá úrslitið
ímóti EB/Streymi var 3-2. FC
Suðuroy hevur ongantíð roynt seg
í steypafinaluni.
joannes@sosialurin.fo
FC Suðuroy - Víkingur kl. 15.00
HB - EB/Streymur kl. 18.00
Avgerðin fellur í dag
Fótbóltur Víkingur og EB/Streymur, sum eru topplið í landskappingini, hava
góða útgangsstøðu undan seinnu uppgerðunum í hálvfinaluni
Mótbrekkan er brøtt hjá HB. EB/Streymur vann fyrru hálvfinaluna 4-1
Mynd: Álvur Haraldsen