fríggjadagur 25. mai 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vánalig rúsdrekkasøla
Rúsan er tann
vánaligasta
í Norðanlondum
vín Tað er skotsmálið, sum Arne Renold, serfrøðingur í víni, gevur
Rúsdrekkasølu landsins. Sjálvt á Svaldbard er úrvalið av víni betri enn í Føroyum
Eirikur Lindenskov
Fyri 20 árum síðani hevði
einkarsølan í Noreg eini
600 ymisk sløg av víni at
bjóða norðmonnum. Tá var
einkarsølan einasta fyritøka,
sum hevði loyvi til at innflyta
og selja rúsdrekka. Síðani tá
er lógin broytt soleiðis, at
aðrir innflytarar eisini sleppa
at innflyta vín og at selja til
teirra, sum hava skeinkiloyvi.
Tað er framvegis bert einkar
sølan, sum hevur loyvi at
selja rúsdrekka – júst sum í
Føroyum.
– Norska rúsdrekkasølan
er eitt gott dømi um, hvussu
ein einkarsøla kann mennast
við kapping, hóast hon held
ur fram sum einkarsøla.
Tað sigur Arne Renold,
sum er blaðstjóri á blaðnum
Vinforum og tann fyrsti í
Noreg við titlinum »Master
of Wine«. Hann hevur skriv
að fleiri bøkur, eitt nú »Verdt
å vite om vin« og árligu
»Beste vinkjøp« bøkurnar.
Hann er útbúgving sivilverk
frøðingur í alisfrøði frá NTH
í Tróndheimi í 1981 og hevur
arbeitt
fyri
Det
norske
Veritas. Vinforum stovnaði
hann í 1986.
– Hóast eg havi búð í
Noreg í 30 ár, so eri eg upp
vaksin í Danmark. Har vóru
vit von við eina liberala skip
an í sambandi við sølu av rús
drekka. Tá eg fór til Noregs
at lesa, gjørdist eg milt sagt
ovfarin yvir skipanina í
Noreg, og mær dámdi als ikki
skipanina við einkarsøluni,
sum var tá. Tí setti eg á stovn
»Vinforum«, sum var eitt slag
av uppreistri móti einkar
søluskipanin, sum var so
ókvalifiserað og dugdi so illa
at selja vín til norðmenn.
Tað sigur Arne Renold,
sum júst hevur verið á vitjan
í Føroyum.
Úrvalið fimmtifaldað
– Í fyrstuni var eingin
áhugi hjá einkarsøluni at
lurta eftir kritikkinum
frá okkum, men síðani er
nógv broytt. Tí frá ikki
at kunna tosa saman,
so fingu vit eitt posi
tivt samskifti í lagi, og
í dag haldi eg, at tann
norska einkarsølan er
tann besta av teim
um fimm norður
lendsku einkarsøl
unum, sigur Arne
Renold.
– Eg kann
vísa tað við
einum lítlum
dømi: Fyri 20
árum
síðani
hevði
einkar
sølan eini 600 sløg av víni at
bjóða sínum kundum. Í dag
kanst tú falda hetta talið við
50 – og vit hava eini 12.000
sløg av víni at velja millum.
Hetta er ikki bara ein broyt
ing, hetta er ein kollvelting,
heldur Arne Renold.
– Men tá eg so komi til
Føroya og síggi Rúsdrekka
søluna, so má eg bara stað
festa, at støðan er nógv verri,
enn hon var í Noreg fyri 20
árum síðani, sigur hann.
– Tit hava kanska eini
370 sløg av vínum at velja í.
Men tann stóri munurin í
mun til Noreg fyri 20 árum
síðani er, at har vóru hóast
alt kvalitetsvín at velja ímill
um. Tað eru tað ikki í Rús
drekkasøluni,
sigur
Arne
Renold, sum sigur seg kunna
staðfesta, at Rúsdrekkasøla
Landsins bera velur sítt úr
val út frá handilsligum for
treytum.
– Tá tú hevur einkarsølu,
so setir tað krøv, sum fevna
breiðari enn bara at vera
ein góð forrætning. Tú skalt
servisera alt Føroya fólk, og
tí skal einkarsølan hava tað
margfeldni, sum skal vera
eins gott og um tit høvdu
fría rúsdrekkasølu, tá tað
snýr seg um breidd í úrvali,
typur av víni og góðsku, sigur
hann
Rúsan hugsar als
ikki um góðsku
Arne Renold sigur, at ein
einkarsøla eigur at keypa
EINKARSØLA
Arne Renold er Master
of Wine. Hann heldur, at
føroyska Rúsdrekkasølan
átti at fylgt hinum einkar
sølunum í Norðurlondum,
sum hava ment seg nógv,
hóast monopolið er varðveitt