Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vánalig rúsdrekkasøla inn so­leðis, at tey kunnu hava eitt útboð, sum eisini endur­speglar vínmentanina hjá ymsu londunum. – Eitt dømi er Týskland. Eg sá bara fimm týsk vín í yvirlitinum hjá Rús­drekka­ sølu Landsins, og tað vóru als ikki vín, ið eru umboðandi fyri Týskland. Kravið er held­ ur ikki, at tað skulu vera dýr vín, men tey bíligu kunnu eis­ini hava góðan kvalitet, sigur Arne Renold. Hann sigur víðari, at Rúsan eftir øllum at døma bara keypir tey vín, sum selja. Har verður als ikki hugs­að um tey, sum eru vín­áhugað, tey, sum leita eftir góðsku. Tað eru nógvir smáir vín­ fram­leiðarar í Evropa, sum fram­leiða bílig vín við høgari góðsku. – Men so at siga einki av hesum er at fáa í Rúsuni. Har eru bara stórir kommersiellir framleiðarar at síggja, sigur hann. – Um eg var innkeypari í Føroyum, so hevði eg í øllum førum keypt eina bíliga Riesling frá einum góðsku­fram­leiðara. Hana kanst tú fáa fyri 100 krónur í Rúsuni. Men slíkt er púrasta valt frá, og tað haldi eg er trist, sigur Arne Renold. ES broytti einkarsølurnar Eitt er vánaliga úrvalið, vit hava. Men sambært Arne Renold, so er sjálv skipanin tann stóri trupulleikin. Ikki tað, at vit hava eina einkar­sølu, men at vit hava ta vána­ ligastu einkarsøluna í Norður­londum. Vit hava fimm einkarsølur í N o r ð u r l o n d u m : Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Føroyar hava skipanir við einkarsølu, meðan Danmark og Grønland hava fría rús­drekkasølu. Men tað er ikki tað, sum er trupulleiki, sambært Arne Renold. – Rúsdrekkasølurnar í Norður­londum tosa javnan saman. Tá føroyska einkar­ sølan varð sett á stovn fyri 20 árum síðani varð tað gjørt eftir sama leisti, sum í hinum fýra londunum. Men allar hesa fýra einkarsølunar hava broytt seg seinastu 20 árini frá at vera totalt monopol bæði við sølu og innflutningi, til bara at vera sølumonopol, vísir Arne Renold á. Har eru framleiðslu- og innflutningseinkarrætturin tikin av. Orsøkin til tað eru krøv frá ES, sum Svøríki og Finnlandi máttu fylgja, tá tey í 1994 gjørdust limir í ES, og EBS avtalan við ES, sum Ísland og Noreg hava undir­ skrivað. – Hetta hevur broytt viður­skiftini til tað betra fyri allar partar. Brúkararnir mugu framvegis í einkar­ sølurnar at keypa, men hotel og mat­stovuvinnan kann keypa beinleiðis frá inn­flyt­ arum, sum eisini selja til einkar­søl­ur­nar, sigur Arne Renold. Í Noreg hevur hetta ført til, at einkarsølan í dag bert innflytur millum átta og tíggju prosent av øllum rús­ drekka­innflutninginum. Rúsan eingi fakfólk Í Føroyum mugu øll skeinki­ støð keypa frá Rúsuni fyri sama prís, sum øll onnur. Úr­valið er einki serligt, og als einki til tað, sum verður nevnt »fine-dining«. Um eitt skeinkistað ynskir eina vøru, sum ikki fæst í Rúsuni, so má hann biðja Rúsuna bestilla vøruna heim. Tá skulu danski innflytarin hava sín vinning, Rúsan skal hava sín vinning og so hongur tað als ikki saman. – Tað er sera løgið, at Rús­ drekkasølan í Føroyum ikki ger tað sama, sum hinar einkar­sølurnar hava gjørt, held­ur Arne Renold, sum eis­ ini vísir á ein annan veik­leika hjá Rúsdrekka­søluni: – Tey, sum keypa inn fyri Rúsuna hava als onga út­ búgving. Tey hava kanska handils­útbúgving, men onga vínútbúgving. Vín er eitt fak. Tað hevur tikið mær nógv ár at vinna mær tann førleika, eg havi innan vín í dag. Men tá tað als ikki verður hugsað um tað hjá Rúsdrekkasøluni, so verður skilið har eftir, og tað er ein orsøk til, at støðan er so ring, sum hon er, heldur hann. Úrvalið verri enn á Svalbard Sum dømi um, hvussu ein lítil einkarsøla kann gera, vísir Arne Renold á rúsdrekka­søl­ una á Svaldbard. Í Longyearbýnum búgva 2.400 fólk, og har hava tey eina einkarsølu. Men har er úr­valið munandi betri enn í Før­oyum, sigur hann. Orsøkin til tess er, at tey hava gjørt eina deild undir norsku rúsdrekkasøluni. Á Svalbard eitur einkarsølan Nordpol. Tey kunnu sum part­ur av norsku einkarsøluni trekkja upp á alt tað, sum norska einkarsølan hevur at bjóða. – Eg vil siga, at um eg hevði verið føroyskur polit­ ikari – ella havt ábyrgd av Rús­drekasølu Landsins, so hevði eg hildið tað verið eitt gott hugskot at gjørt eitt sam­starv við onkra av teimum norðurlendsku einkar­sølunum – eitt nú ta norsku, sum er nógv tann besta, sigur Arne Renold. Hann sigur, at broytingin hevði verið, at onnur eis­ ini høvdu kunna inn­flutt rús­drekka og selt til loyvis­ hav­arar og Rúsdrekka­sølu Landsins. eirikur@sosialurin.fo Arne Reold kennir sjálv­andi Føroyar frá fólka­skúla­num, men hevur ongantíð hugsað meira um tað. Ikki fyrr enn hann hitti Bent Kristensen, sum hevur gjørt Den Danske Spise­ guide. Hann var sera hug­tikin, eftir at hava vitjað í Føroyum. – So hitti eg Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum á eini messu, og hann hevur so lokkað meg hendanvegin. Tit hava eitt fantastiskt land, sum kann mennast nógv innan fyri ferðavinnu. Men tá krevst tað eisini, at tit menna tykkum inn­ an tað, sum eitur »fine- dining«, og tað krev­ur aftur, at tit gera broyt­ ingar í einkarsøluni. Tykk­um nýtist ikki at broyta prinsippið um einkar­sølu, men arbeiðs­ háttin. Tá hini fyra norður­ lendsku monopolini hava ment seg við fleiri inn­flyt­arum, sá átti Før­ oy­ar eisin at fylgt við. eirikur@sosialurin.fo Tit eiga eisini at broyta einkar­søluna Allan Skaalum, stjóri í Rúsuni, er ikki treyta­ leyst samdur í at Rúsan er so vánalig, sum norski vínfrøðingurin vil vera við. – Hetta er hansara mein­ing, men onnur, sum eisini eru køn í víni, halda, at vit gera eitt gott arbeiði, tá ið hugsað verður um, at vit hava ein marknað, sum ikki er frægari enn Roskilde. Allan Skaalum stað­ festir, at sjálvandi høvdu tey viljað havt fleiri sløg á hillini og tey kundu eisini hugsa sær at hava starvs­fólk, sum vóru betri útbúgvin. Men at tey onga út­ búgving hava, er ikki rætt. Tey, sum keypa inn fyri okkum eru rættiliga køn í víni og tey hava eis­ini ógvuliga drúgvar royndir. Hinvegin hevur Rús­ an eisini nakrar fíggjar­ ligar bindingar, sum hava tað til avleið­ing, at virk­semið má av­mark­ ast. – Vit eru ein ógvuliga lítil marknaður og eg vil halda, at hevði tú havt eina Rúsu í einum lítl­ um býi í Noregi, hevði úr­valið helst verið eitt sindur verri enn vit hava. Men tær fíggjarligu avmarkingar, vit hava, elva til, at tað er av­ markað, hvussu nógvan pen­ing vit kunnu binda í eina goymslu. – Tí ber rætt og slætt ikki til at hava vín á hill­ ini, sum ógvuliga lítil eftir­spurningur er eftir. – Einkarsølan í Noregi hevur fleiri túsund sløg av víni, men tað er heilt ómøguligt hjá okkum, tí vit eru so smá. – Er talan um serlig sløg av víni, ber altíð til hjá viðskiftafólki at biðja okkum útvega tað, men tað má so vera í teimum kassum, selur vínið í. – Vit hava eisini stór viðskiftafólk, vit bíleggja serligt vín fyri og sum vit so hava á goymslu teirra vegna, men sum ann­ars er ikki er til sølu, sigur Allan Skaalum. Hann leggur afturat, at hesi seinastu árini er úrvalið hjá Rúsuni mun­ andi batnað, so tað gong­ ur rætta vegin. – Men avleiðingin er so tann, at tað eru ávís sløg, vit ikki sleppa av við, sigur Allan Skaalum. Fíggjarligar bindingar avmarka úrvalið Lítið úrval Úrvalið hjá Rúsdrekkasølu Landsins er verri enn í rúsuni á Svalbard, sigur Arne Renold Savnsmynd