Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Annika Olsen, landsstýris­ kvinna í almannamálum, fer nú at biðja um politiska undir­tøku í samgonguni til at seta eitt barnabumboð. Á næsta landsstýrisfundi, sum verður beint eftir hvítu­ sunnu, fer hon at leggja málið fyri landsstýrið, har hon eisini fer at biðja um polit­iska undirtøku fyri at halda fram við arbeiðnum. Fær hon tað, er ætlanin at arbeiða víðari við málinum og at leggja uppskot fyri Løg­tingið eftir ólavsøku so at eitt barnaumboð kann set­ast á stovn í Føroyum sum skjót­ ast. Annika Olsen heldur, at tað er avgerðandi, at vit fáa eitt føroyskt barnaumboð. Onnur norðurlond hava slík umboð, sum burtur av eru á varðhaldi í sambandi við rætt­indini hjá børnum, men tað hava vit ikki. – Eisini ST hevur funnist at okkum fyri at vit ikki hava eitt barnaumboð sigur Annika Olsen. Vakthundur hjá børnunum Annika Olsen sigur, at ætlanin við einum barnaumboði er, at tað skal vera vakthundur hjá børnunum og tala at, tá ið rætt­indini hjá børnum ikki vera vird, ella tá ið tey bein­ leiðis verða skúgvað til viks. – Leggur onkur eitt upp­ skot fyri Løgtingið, har rætt­ indi hjá børnum ikki verða vird, kann barna­um­boðið tala at og biðja um broyt­ ingar. – Ella eru viðurskiftini á ein­um stovni fyri børn ikki nøktandi, kann barna­ um­boðið taka í nakkan á politiska valdinum og átala støð­una. – Men barnaumboðið skal sum heild vera á varð­haldi og tryggja, at vit í Føroy­um virða ásetingarnar í barna­ rættindasáttmálanum hjá ST, sum vit hava bundið okkum til at halda. – Barnaumboðið skal rópa varskó og vekja politiska mynd­ug­leikan, tá ið rætt­ indini hjá børnunum ikki verða hildin. Annika Olsen heldur ikki, at rættindini hjá børnum verða so illa vird. – Men tað er kanska ikki altíð, at vit hugsa so nógv um tey og tað er eisini hetta, eitt barnaumboð skal hjálpa politiska myndugleikanum við. Eitt mál, sum javnan hevur verið frammi, tá ið talan er um rættindi hjá børnum, er nakað so grundleggjandi og umstrítt evni sum at sláa børn. Hvat gera tit, um so er, at barnaumboðið mælir tykk­um til at seta eina lóg í gildi, sum bannar foreldrum at sláa børn? – Harðskapur ímóti børn­ um er ólógligur og í tí sam­ bandi er tað eisini ólógligt at sláa børn. Og harðskapur er er harðskapur tá ið foreldur sláa børn. – Men tað er avgjørt við­ komandi at skifta orð um tað, tí í mínum hugaheimi skal tað ikki vera loyvt at sláa børn, sigur landsstýriskvinnan í al­ mannamálum. Óheft umboð Annika Olsen hevur ikki enn gjørt nakra nágreiniliga fíggjar­liga meting av, hvat eitt føroyskt barnaumboð fer at kosta. – Tað veldst um, hvussu nógv starvsfólk, talan verður um, og hvørjar heimildir hann fær. Tað, hon hugsar um, er, at spurningur er um, talan skal vera um ein stovn, sum skal gera eitt uppsøkjandi arbeiði og sjálvur taka mál upp, ella um talan skal verða um eitt barnaumboð, har tað eisini ber til at kæra um ymisk viðurskifti, tá ið mett verður, at barnarættindi verða skúgv­að til viks, akkurát sum tá ið kært verður til Løg­ tingsins Umboðsmann. – Tað veldst um, hvat fíggjarligt rásarrúm vit fáa. Sjálv haldi eg, at vit eiga at hava eitt barnaumboð, sum tað eisini ber til at kæra til. Men ein møguleiki er eisini at byrja í tí smáa og so at byggja stovnin upp so líðandi, sigur landstýriskvinnan í almanna­ málum. Annika Olsen mælir til, at tað føroyska barnaumboðið skal verða ein sjálvstøðugur stovnur, so at tað verður púra óheft av politiska myndug­ leikanum í sínum virksemi. aki@sosialurin.fo tiðindi Nú fáa føroysk børn sín egna vakthund BARNAUMBOÐ Í næstum er ætlanin at seta eitt føroyskt barnaumboð, sum skal hava eftirlit við, at rættindini hjá børnum verða hildin Fríggjadagin 1. juni skipa Dagstovnurin Mýrifípan, umframt Dagrøktin á Tvør­ oyri, í Hvalba og í Sumba fyri stórum barna­tiltaki fríggja­dagin. Tiltakið er ókeypis og tey byrja klokkan 11 og enda klokkan 15 og har verð­ur mangt og hvat á skránni. Byrjað verður við stór­ ari skrúgongu klokkan 11 av parkeringsplássinum niðan­fyri skúlan í Trongis­ vági, haðani gingið verður runt í grannalagnum og endað verður so á nýggja fót­bólts­vøllinum við Stórá, har ymiskt virksemi verður. Við í skrúgonguni verð­ ur brandbilur, sjúkra­bilur og hestavognur, og so sjálvandi eisini nógv karni­ vals­klødd børn og vaksin. Á og við vøllin verða hoppi­borgir, fiskibrunnur, ross, ymsar kappingar og sjálvandi okkurt til matna, bæði pylsubreyð, vaflir, sunkist, kaffi og te. aki@sosialurin.fo Karnival fyri børn í Trongisvági Sjálv haldi eg, at vit eiga at hava eitt barnaumboð, sum tað eisini ber til at kæra til Barnarættindi Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar nú at seta eitt óheft Barnaumboð, sum skal rópa varskó og vekja politiska myndugleikan, tá ið rættindini hjá børnunum ikki verða hildin Mynd: Álvur Haraldsen