Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Prísurin er fyri hvønn í deildum tveymanskamari íroknað flogferð, øll avgjøld, gisting í 7 nætur v/morgunmati og døgurða 6 av kvøldunum, allar útferðir, bussflutning allar dagarnar og skandinaviskt talandi ferðaleiðara. Seinasta freist at keypa ferðina er tann 24. juli 2012. Ferðin verður bert gjørd um nóg nógv tekna seg. Nú hevur tú møguleika at koma við Atlantsflog og føroyskum ferðalagi á pakkaferð til Onglands. Vit vitja kenda og søgu- liga staðið Stonehenge og Winchester, ið er ein av elstu býum Onglands. Vit vitja bygdina Abbotsbury við kenda "Swannery" og Abbotsbury Subtropical Gardens og Exeter, sum er umgirdur av gomlum rómverskum múrum. Vit koyra gjøgnum Dartmore National Park og til Plymouth. Vit vitja "The Lost Gardens of Heligan" og Lanhydrock Gardens. Og í Cornwall fara vit at vitja St Michael’s Mount, sum er ein lítil oyggj við einum slotti á toppinum. Síðani fara vit til Glastonbury og Wells og enda í Bristol, har vit gista í 2 nætur. Næstu dagarnar verður vitjað í Buscot Park, Blenheim Palace and Gardens, Oxfordshire Cotswolds, Burford og Gloucester. Seinasta dagin eru vit í Bath og Windsor og gista síðstu náttina úti í Gatwick. Íalt ein vika við uppihaldi, góðum mati, náttúru, hugna, slottum og eini rúgvu av enskari søgu. VÆL Á VEG TIL SLOTT OG ENSKA SØGU Kom við á pakkaferð við Atlantsflog til Onglands í 8 dagar til Cornwall og Cotswolds. Flogið verður beinleiðis til London tann 23. august. 1 1.2 8 0 ,- Prísur fyri hvønn úr bara: Bílegg ferðina nú á tel 34 10 10. Tað er avmarkað pláss og seinasta freist at bíleggja er 24. juli.