Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar GHETTO FØROYAR Hví minkar fólkatalið í Før­ oyum alsamt? Hetta er ein spurningur, sum hevur verið viðgjørdur av mongum í føroysku fjølmiðlunum sein­ astu tíðina. Útisetarnir, sum kjakið í stóran mun snýr seg um, hava sjálvsagt eisini eina meining um hetta, og tískil hevur Ghetto Føroyar boðið trimum kvinnum í studio at kjakast um hetta. Hesar eru Birita í Dali, stjórnmálafrøðilesandi og for­kvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta, Siri Hansen, ið hevur kandi­dat­ út­búgvin í sosialpsykologi og Eyð Áradóttir Hammer, bú­skaparfrøðilesandi og fyrr­verandi nevndarlimur í HUXA. Hóast ymsar hugsanir og ymisk sjónarmið er niður­ støðan, í tráð við klumm­ una, sum eisini er prentað á hesum síðum, at upp­gávan at venda minking í fólka­ tal­inum til vøkstur, hvílir á herð­unum hjá bæði politiska myndug­leikanum og teimum lesandi, sum eru farin av land­inum. Klassiskir karmar avmarka – Tað er ikki lætt at vera føroyingur, um tú ikki passar inn í klassisku karmarnar. Sum stakur uppihaldari hev­ ur tú tað øgiliga trupult, um tú ikki hevur familju, sum tú kanst dúvað uppá, tí tað er lítil og eingin hjálp at heinta frá tí almenna, um­framt at tað eisini er trupult at finna hóskandi bú­staðir. Tað er fantastiskt, at tú hevur fam­ iljuna, sum tú kanst heita á viðhvørt, men tað má ikki henda, at tú ikki fært tingini at hanga saman utt­an, held­ ur Siri Hansen. Hon vísir somuleiðis á, at stakir uppihaldarar eisini eru fólk, sum hava gjørt akkurát tað, samfelagið krevur av teimum. – Men kortini røkkur inn­ tøka teirra ikki til, um tú ikki býrt heima hjá foreldrum tín­um, sum so ella so eisini for­syrgja tær tá. Her er tað ein spuringur um at raðfesta øðrvísi og gera tað meiri lokk­andi at búgva í Føroyum, soleiðis at tú kanst búleikast her, hóast tú fert frá maka tín­um, fært eitt barn við ser­ligum tørvi, sjálv kemur til skaða ella missir arbeiði, held­ur Siri Hansen. Hesum er Birita í Dali samd við. Hon heldur, at vit um­framt at hugsa um øll tey tiltøkini, sum skulu til fyri at fáa tey, ið eru liðug at lesa, heimaftur, eisini eiga hugsa um tiltøk, sum mugu til áðrenn tey ungu leita sær burt­ur í lestrarørindum. Áðrenn, undir og aftaná Men tað er ikki tað einasta, sum er umráðandi, sambært Biritu í Dali. Hon vísti á, at vit mugu hugsa um tiltøk til fólk undir útbúgving, meðan tey nema sær hesa. – Til dømis var eg í Íslandi í fjørsummar og tók eitt summ­ar­skeið, sum gav mær tíggju ECTS-stig, ið svarar til ein triðing av einum semetri. Tað er eitt fantastiskt hug­ skot, sum vit eisini áttu at gjørt í Føroyum. Vit eru fleiri, sum kundu hugsað okkum at tikið ein part av útbúgving okkara í Føroyum, og á henda hátt hevði tú skapt eitt ávíst til­knýti til Føroya, sigur Birita í Dali, ið eisini heldur, at vit eiga at endurhugsa gald­andi skipan. – Vit mugu eisini endur­ hugsa skipanina. Tað er eingin orsøk til, at vit hava donsk skrivstovustørv, tá vit eins væl kundu arbeitt fyri føroyskar fyritøkur og ar­beiðs­gevarar. Í samband við sjálvan lesnaðin og verk­ ætlanin har, so kunnu hesar gerast í samstarv við før­ oysku vinnuna, stovnar og fyri­tøkur ella politikarar. Hetta kostar ikki, men styrkir til­knýti hjá okkum, sum lesa uttan­lands, til Føroya, førir Birita í Dali fram. Flatskatturin lokkar Løgmaður segði so seint sum í farnu viku, at størsta av­bjóðingin hjá samgonguni var, at loysa trupulleikan við, at fólk flyta av landinum. Ein liður í at loysa henda trupul­ leikan er flatskatturin, sum sambært løgmanni skal stimbra fólki í at koma heim­ aftur. Hetta er eitt sjónarmið, Eyð Áradóttir Hammer í ein viss­an mun er samd í. – Tað liggja nógvar av­gerð­ ir knýttar at spurninginum um, hvar eg komi at búgva framyvir. Men við mínari út­ búgving komi eg at fáa góða løn, um eg fái eitt gott starv, men eg tími ikki at búgva í Føroyum, um eg skal rinda so nógv í skatti. Tað er fyri so vítt eisini galdandi fyri Dan­mark, so flatskatturin er heilt víst nakað, sum hevði fingið meg at umhugsa at flyta heimaftur, sigur hon. Føroyskur A-kassi Men fyri at rinda skatt ella fáa gleði av flatskattinum, krevst eitt arbeiði. – Og sum støðan er nú, eru tað langt frá øll, sum fáa arbeiði beint eftir lokna út­búgving. Har kanst tú so velja at flyta heim, ganga ar­beiðs­leysur og einki fáa burturúr, meðan tú søkir starv, ella tú kanst vera verð­andi í Danmark og fáa ágóðan av danska A-kass­ anum og sostatt verða knýttur at danska arbeiðs­ markn­aðinum, heldur enn tí før­oyska vísti Birita í Dali á og helt, at ein føroysk A-kassa skipan eisini hevði fingið fleiri fólk til Føroya. Frá minking til vøkstur í felag KJAKIÐ At fáa fólkatalið í Føroyum at vaksa aftur, og at fáa fleiri føroyingar heim eftir lokna útbúgving, er ein uppgáva, ið tey ungu undir útbúgving og politiski myndugleikin skulu loysa í felag, halda útisetarnir í Keypmannahavn Triðja Ghetto Føroyar-sendingin á Rás2 varð send beinleiðis av Øresunds kollegiinum Rannvá Lutzen sang tveir sangir til gittarspæl frá Jógvani Ósá Verturin Barbara Holm og Magni Høgnesen við teknikkinum gera klárt