Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar BankNordik stuðlar sendingini Hvørt eviga og einasta ár stingur enn eitt ættarlið av ungum kallum og (serliga) moyggjum í sekkin. Út í heim. Út í lívið. Føroyar eru vornar ov smáar fyri hesi vónríku ungu. Men vit koma aftur einaferð. Tá vit eru liðug at lesa. Í øllum før­um er tað tað, vit billa okkum sjálvum og tykkum inn, tá vit fara. Tá fyrsti smakkurin er tikin av tí lívsins drammi, sum útheimurin hevur at bjóða, er rótin av onkrum ófrættakendum fest innan í okkum. So hvørt sum vit eta meira av lívsins frukt og súgva til okkum vitan og stórmentan í øðrum lond­um, verða vøkru, men veðurbardu oyggjarnar í Atlants­havi skumpaðar longur og longur aftur í hug­ anum. Vit gloyma lyftið, vit góvu tá vit fóru. Vit koma ikki aftur. Føroyar blivu for lítlar til okkum nýútbúnu kosmo­polittar. For gamlar. For tilafturskomnar. Fana­ treligiøsa amish-samfelagið í útnorði er einki verðandi stað fyri ein rættan verðins­ borgara. Tí koma vit úti­ setar ikki aftur. Hetta ljóðar so roman­ tiskt, tó so syrgiligt. Sum eitt tragiskt ævintýr. Og allarhelst er hetta ein líka so kolasvørt lygn sum ævin­týr nú einaferð eru! Í veruleikanum er hetta einki meira enn bert ein skamm­ ilig undanførsla. Og undan­ førslur tróta so ikki! Føroyar eru for lítlar. For konservativar. Tað eru ov fá mentanarlig tilboð í Føroy­ um. Skatturin er ov høgur. Alt kostar ov nógv. Og einki riggar. Tað almenna er eitt ódjór. Løgtingið er láturligt og landsstýrið er óupplýst - stendur við høvdinum uppi í reyvini á sær sjálvum og tekur avgerðir hareftir. Og er tað ikki nokk við hes­um, so skoyta vit líka veðrið uppí – prikkin yvir i’num. Alt hetta má og skal broyt­ ast, so pláss verður fyri okk­ um. Tit har heima mugu enda­venda samfelag­num fyri at fáa okkum heim­ aftur. Ella... bíða nú! Spurn­ ing­urin er, hvat kemur fyrr. Hønan? Ella eggið? Heldur enn at sita hend­ ur í favn og bíða eftir at tey støðugt fækkandi og aldr­andi fólkini í Føroyum fara at broyta samfelagið fyri okkum, máttu vit tikið í egnan barm! Í staðin fyri at sita her og finnast at og koma við góðum ráðum, máttu vit heldur sjálvi tik­ ið ábyrgd. Tað er okkara ábyrgd at flyta heim og byggja land. Tað er okkara ábyrgd at venda gongdini. Einki landsstýrið er býtt­ari enn tey fólkini, sum hava valt tað! Vilja vit hava eitt annað landsstýri, er tað so ikki upp til okkum at flyta heim og velja eitt annað stýri? Vit kunnu heilt erligt ikki vænta, at ver­andi føroyingar broyta politiskan holdning fyri okk­ara skuld! Vilja vit hava eitt meira framkomið sam­ felag, er tað so ikki okk­ara ábyrgd at brúka okkara lærdóm og skapa fram­ gongd­ina? Vilja vit hava eitt liberalari samfelag, er tað so ikki okkara ábyrgd sum ung og frísk at taka okkara virði við okkum heim og liberali­sera tað? Sjálvandi eru onkur í Før­oyum, sum rýma tí at verandi vælferðarsamfelag ikki klárar at lofta teimum. Men er tað tá ikki okkara ábyrgd at venda heim aftur til Føroya, hjálpa at lyfta í flokk og harvið skapa pláss fyri øllum? At biðja tey støðugt fækk­andi og aldrandi fólk­ ini, sum eru eftir í Føroyum, gera arbeiðið fyri okkum er leti og undanførslur. Einki annað. Ungdómur – útisetar. Fáið fingurin úr einum viss­um stað, flytið heim og takið ábyrgd. Um hønan ella eggið kom fyrst, veit eg ikki. Men eg veit, at Føroyar broytast ikki fyrr enn vit sjálvi venda heim og byggja tað land, vit vilja hava tað at vera! GHETTO FØROYAR Kom hønan ella eggið fyrst? Ghetto klumman Ghetto Føroyar er nýggja sendingin hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn. Sendingin er frísk, frek og festlig og eru tað Barbara Holm, Eydna Skaale, Rógvi Nybo og Rólant Waag Dam, ið gera hana saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, sum taka sær av tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í triðju sendingini. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt føstu tættirnar, sum eru beinleiðis tónleikur, klumman og miðlaprikið. Copenhagen Marathon var farna vikuskifti. Stívliga 12.000 fólk løgdu gott og væl 42 kilo­metrar aftur um bak í gøtunum í Keypmannahavn. Fleiri føroyingar luttóku í renn­ingini, teirra millum Páll Oddur Lamain Rubeksen og Tróndur Møller Sandoy, ið vitjaðu Rás2-sendingina, Ghetto Føroyar, mikudagin. Tá teir báðir vitjaðu í studio­num, sum hesaferð var á Øresunds kollegiinum, vóru teir so dánt komnir fyri seg eftir harða umgangin. – Beinini rigga betri nú nakrar dagar aftaná renn­ ingina, og eg havi tað gott hóast alt. Men tað er ikki fyrr enn í dag, at eg kann ganga beint aftur, greiddi Tróndur frá. Hjá Páll Oddur var støð­ an góð, men ikki eins góð sum hjá Tróndi. – Vinstra bein er hovið og eg havi mist fýra negl. Fyrstu náttina svav eg ikki av berari pínu, segði Páll Oddur, sum kortini ikki lat illa at. Í sendingini greiddi teir báðir frá, hvussu teir høvdu fyri­reikað seg. Við regluligari renning gerandisdagar og longri teinum um viku­skift­ ini, hava teir vant fram í móti Copenhagen Marathon. – Á mínum túrum um vikuskiftini havi eg møtt fólki, sum eru ávegis heim úr Skarv, fortaldi Páll Oddur Rubeksen flennandi, tá tos­að varð um venjing og at bý­túr­ arnir ikki vóru so nógvir í tali seinastu vikurnar upp undir sjálva kappingina. Men nógvu kilo­metr­arnir á asfaltinum í Keyp­manna­ havn vóru tað verdir, vóru teir báðir samdir um. – Tað var ein óbeskrivilig kensla. Eg kendi meg næstan sum um eg var high, og sam­ stundis var eg so troyttur, at eg fekk ikki jublað, segði Tróndur. – Eg fekk næstan eitt sjokk, tá eg kom á mál. Eg var útkoyrdur og haldi, at eg feldi eitt tár ella tvey, tí eg havi ongantíð áður sett meg í eina slíka støðu fyrr. Samstundis føldi eg pínu, gleði, møði alt í senn, har allar kenslurnar vórðu útloystar samstundis, greiddi Páll Oddur frá í Ghetto Føroyar mikudagin. GHETTO FØROYAR Maratonmenn millum Skarv-fólk Páll Oddur Lamain Rubeksen og Tróndur Møller Sandoy vitjaðu Ghetto Føroyar fyri at práta um maratonrenning