Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Tað eru liðin júst 35 ár, síðani fyrsti Star Wars filmurin var frumsýndur. Sunnudagin verður enski fótbóltsspælarin Paul Gascoigne – Gazza – 45 ára gamal. Føðingar 24. februar fingu á Odense sygehus Sóley Símunardóttir og Jón Karl Midjord, Esbjerg, ein son. Hann var 36 cm langur og vigaði 930 gr. Hann eitur Símun. 6. mai fingu Stine Ulsø og Petur Weihe Dalsgaard, Keyp­ mannahavn, ein son. Hann vigaði 3900 gr og var 53 cm langur. 10. mai fingu Lív og Mannbjørn Nesá, Nes, eina dóttur. Hon vigaði 3400 gr og var 51 cm long. 14. mai fingu Ingun Hentze, Tórshavn, og Teitur Heindriks­ son, Kirkjubøur, eina dóttur. Hon vigaði 3270 gr og var 49 cm long. 20. mai fingu Katrine Klein Arnbjerg og Jógvan Páll Simonsen, Keypmanahavn eina dóttir. Hon vigaði 3008 gr og var 52 cm long. 20. mai fingu Lana Olsen og Venetik Celibashi, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 22. mai fingu Silvia Weihe Dalsgaard og Martin Meienburg, Odense, ein son. Hann vigaði 3260 gr og var 53 cm langur. Vónbjørt Juul, dóttir Onnu Mariu Juul og Leiv­ur Cle­ mentsen, Skop­un and­aðist á Lands­sjúkra­hús­inum týs­ dagin 22. mai. Leivur Joensen, Sandavág­ ur, vanliga nevndur Leivur í Skúlanum, andaðist á Landssjúkrahúsinum í gjár, týsdagin 22. mai, 87 ár. Olga Herborg Petrea Hamm­er fyrr búsitandi á Argjum andaðist sunnu­ dagin 55 ára gomul Maria Frederikka Nielsen, fødd Olsen, fødd á Skála, bú­sitandi í Havn, andaðist sunnudagin 20.mai á Tjarn­ argarði, 96 ára gomul. Fríggjadagin andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsið Sonja Michaelsen úr Kunoy, 79 ára gomul. Mikkjal Joensen, Klaksvík, andaðist mikudagin, 76 ára gamal. Regin Olsen, Tórs­havn, and­aðist á Lands­sjúkra­ hús­inum týsdagin, 79 ára gam­al. Andlát Hesa ársins tíð eru øll gøtu­ ljós í Havn – uttan tey í mið­ býnum og onkra aðra­staði – sløkt. – Og soleiðis hevur verið í út við 40 ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Ljósini hava verið sløkt um hesa tíðina og fram til eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári í útivið 40 ár. Av tí at henda tíðin er so ljós, hevur hetta ongatíð áður elvt til nakrar trupulleikar. – Nú hevur kortini onk­ ur givið ilt av sær hjá borg­ arstjóranum. Gøtu­ljósdeildin hevu­r í hesum sambandi gjørt eitt yvirlit frá nýggju gøtu­ljósskipanini, sum komm­unan er við at menna. Her sæst, hvussu nógv gøtu­ ljósini lýsa gjøgnum árið, sigur Heðin Mortensen. Yvirlitið vísir millum ann­ að, at í juni mánað eru ljósini sløkt, meðan tey í desember lýsa 530 tímar av teimum 744, sum eru í alt. – Kvøldini eru ymisk, alt eftir um tað er klárt ella ádrigið, í gjár til dømis var serliga gott veður við ljósum veðri. Hjálagda mynd er tikin kl 23 í gjárkvøldið í Norðasta Horni og vísir greitt, hvussu ljóst tað var, sigur Heðin Mort­ensen. Kommunan sløkkir ljósini fyri bæði at spara pening og orku og harvið eisini fyri at verja umhvørvið. – Mett út frá vanligari sið­ venju og teimum hagtølum, sum eru til taks, sær komm­ unan onga orsøk til at broyta hesa 40 ára gomlu praksis, sigur borgarstjórin í Havn. Gøtuljós sløkt í Havn SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr 80 ára føðingardagur Leygardagin 16. juni verður Harry Hansen, Strendur 80 ára gamal. Dagurin verður hildin í pensionista­húsinum á Strondum 16.juni millum kl 17:00 og 21:00. Øll eru hjarta­ liga vælkomin. Gullbrúdleyp 20. juni hava hjúni Ebba og Jákup Nysted Joensen gull­ brúd­leyp. Dag­urin verður hildin leygardagin 23. juni í Eydnuni á Oyrabakka kl. 19. Øll eru hjartaliga vækomin. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, vinarliga sigið frá innan 12. juni á tlf. 422088 ella 272188. Gullbrúdleyp Leygardagin 9. juni hava Maria og Jens Erik Ras­mus­ sen á Toftum gullbrúdleyp. Dag­urin verður hildin á Svanga­skarði frá kl. 11.00 - 15.00, og øll eru hjartaliga væ­l­kom­in. Silvurbrúdleyp Týsdagin 12. juni hava Ann og Hans Fróði Hansen Klaks­ vík verið gift í 25 ár. Dag­ urin verður hildin heima á Kráargøtu 70, kl. 18.00. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 217585 ella 457585 áðrenn 4. juni. Brúdleyp Leygardagin 26. mai kl. 13 giftast í Gøtu kirkju Katrin Ingolfsdóttir Ja­kob­sen, Tórs­ havn, og Ólavur Greg­er­sen, Syðrugøta. Móttøka verð­ur í Útiguttastovu, Fyri oman brúgv 2 í Syðrugøtu frá kl. 14 til 16. merkisdagar