fríggjadagur 25. mai 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Sunnudagin eru liðin 75 ár,
síðani Golden Gate brúgvin í
San Francisco, sum var longsta
hangibrúgv í heiminum, læt upp.
Enski sjónleikarin Christopher
Lee fyllir sunnudagin 90 ár.
Sama rætt
– men ikki framíhjárætt
Hesin var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde. Eldsálin, sum av øllum
alvi stríddist fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki, sum bera brek. Átta ár
untist henni sum forkvinna í MBF til hon 10. mars í ár mátti lúta fyri sjúku
– Tað, sum er ein sjálvfylgja
fyri flestu fólk, er als ikki
nøkur sjálvfylgja fyri okkum,
sum bera brek. Vit ynskja
ongan framíhjárætt, men
sama rætt sum onnur.
Tað var greiði boðskapurin
hjá Leilu á ráðstevnu, sum
MBF á heysti 2009 skipaði fyri
í sambandi við ST-sáttmálan
um vernd og rættindi teirra
brekaðu, sum tá varð settur
í gildi í Føroyum. Tað var
eisini júst hetta yvirskipaða
sjónarmið sum hon hevði
sett sær og virkaði fyri.
Av stórum týdningi fyri at
røkka hesum sjónarmiði var
hesin sami ST-sáttmáli, sum
lat bíða eftir sær í mong ár,
og sum ST umsíður samtykti
beint fyri jól í 2006, og sum
løgtingið stívliga tvey ár
seinri samtykti at seta í gildi
her í Føroyum. Leila frøddist
almikið um hetta stóra fram
brotið, soleiðis at fólk við
breki tá gjørdist ein fullgild
ugur partur av Føroya fólki,
sum Leila tók til.
Men undan hesum degi lá
eitt drúgt og miðvíst arbeiði
á mongum økjum. Leila var
ikki meira enn komin í for
manssessin til hon, saman
við nevnd felagsins, gjørdi
av, at MBF skuldi hava sítt
egna blað til tess at vísa
á tørv og ætlanir, og gera
sjónarmið
teirra
sjónlig,
og soleiðis røkka teimum,
sum taka avgerðir. Men ikki
minst at røkka vanliga før
oyinginum, soleiðis at ein
hugburðabroyting
kundi
fara fram millum fólk mót
vegis teimum, sum bera
brek. Fyrsta blaðið kom út
3. desember í 2004, á sjálvum
alheimsdegi teirra brekaðu,
og er síðani, uttan íhald, kom
ið út tvær ferðir um árið.
Atkoma í breiðastu merk
ing lá alla tíðina ógvuliga
frammarlaga hjá Leilu. Her
vildi hon eisini hava ítøkilig
úrslit, og ikki lá hennara
partur eftir í so máta. Dúgliga
ferðaðist Leila kring landið
og vitjaði m.a. kommunur
og stovnar. Hetta fyri at hon
sjálv kundi fáa eitt gott innlit
í hvussu til stóð, og harvið
hvat og hvussu bøtast kundi
um. Júst hetta at koma við
ítøkiligum uppskotum um
loysnir, heldur enn bert at
finnast at, var hennara eyð
kenni. Eitt dømi um hetta
sama var, tá hon ferðaðist í
Suðuroynni, har hon sjálv
var fødd og uppvaksin, fyri
at kunna seg um ferða- og
upplivingarmøguleikar
í
náttúruumhvørvi fyri rørslu
tarnað. Eftir hesar ferðir gav
MBF út bókling, har víst var
á ymiskar tvørleikar, og ikki
minst hvat ið kundi gerast
fyri at bøta um. Júst hesin
bóklingur
hevur
síðani
verið eitt gott amboð hjá
myndugleikunum, sum hava
tikið mong av hugskotunum
hjá Leilu til sín.
Bólkurin av fólki, sum
bera brek, hevur ein sera
ymiskan bústaðartørv. Her
hevur føroyska samfelagið
lítið at breggja sær av, men
við áhaldandi stríði frá MBF
og
felagsins
talskvinnu,
tykist nú at bragda. Ferð eftir
ferð tóktust glottar, men sum
hvørja ferð gjørdust vónbrot.
Men Leila gavst ikki at vísa á
stóra tørvin fyri alternativum
íbúðarmøguleikum, og tað er
ikki minst hennara áhaldandi
stríði at takka, at nú tykist
gongd at vera komin á.
Tað
er
so
ómetaliga
nógv sum kundi verið sagt
um virksemið hjá Leilu og
hennara royndir at bøta
um viðurskifti hjá fólki sum
bera brek. Taka vit okkurt
afturat úr rúgvuni, kunnu
nevnast hennara sjónarmið
um
ungdómsútbúgvingar,
har hon vísti á ásetingarnar
í ST-sáttmálanum sum skulu
tryggja, at fólk, ið bera brek,
fáa møguleika til hægri lestur
á jøvnum føti við onnur.
At
føroyskir
fyritíðarpensionistar kundu
havt betri umstøður, hava
flest øll verið greið yvir, men
lítið ítøkiligt hevur verið at
víst á. Tí skipaði MBF, saman
við
Granskingardeplinum
fyri
Økismenning,
fyri
eini livikorðskanning, sum
staðfesti,
at
korini
hjá
fyritíðarpensionistum
eru
als ikki nøktandi. Nú var tað
í hvussu er ítøkiliga staðfest.
–Áður høvdu vit varðhugan
av einum og øðrum. Nú hava
vit fakta at halda okkum til,
var niðurstøðan hjá Leilu.
Eyðkent fyri Leilu. Sakligt og
undirbygt at fara til verka.
Leila hevur lagt nógv
eftir sær til frama fyri tey
fólk, sum eru ringast fyri í
samfelagnum. Hetta á sín
sermerkta hátt. Hon setti ikki
seg sjálva í fokus og kundi
tykjast lítillátin. Við síni
rættvísiskenslu sum barlast,
hevði hon sínar hugsjónir,
sum hon altíð siðaliga, jaliga
og væl undirbygdar bar fram.
Leila varð hoyrd og vird av
høgum sum av lágum.
Í dag eru orð fátøk og
tómrúmi stórt. Størstur er
saknurin hjá Mouritsi og
tykkum øllum nærmastu.
Vit í MBF hava mist ein
góðan starvsfelaga og vin,
sum vit virdu høgt og høvdu
stórt álit á, og okkara ynski
skal vera, at MBF framvegis
fer at virka í tí anda, sum var
sereyðkenni fyri Leilu.
Starvsfelagarnir í MBF
Leila Solmunde var forkvinna í Giktafelagnum og
síðani forkvinna í MBF síðani 2004. Ongar sersømdir
-men eins tilboð fyri sama prís, var boðskapur hennara.