Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Frá heilum fiski til Omega 3: Kostnaðarstøðið køvir vakstrarmøguleikarnar M eðan allar aðrar hend­ur royna at gera okkum burð­ ar­dygg bú­skapar­liga, sosialt og um­hvørvis­liga, so køva al­ menni bú­stað­ar­politikkurin og pen­inga­stovnarnir visjón­ ir­nar um høvuðsstaðin sum vakst­rardepil. Í yvirskipaðu visjónini fyri Tórshavnar kommunu verður staðfest, at høvuðsstaðurin skal vera ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Høv­uðs­ staðurin uppfyllir flestu treyt­ ir­nar fyri teirri vakstrar-ætlan, sum byggir á hesa visjón. Vit eru væl við í fjølbroytni og alheimsgerð, hægru út­ búgv­ingartilboðini økjast, lív tyk­ist vera í at skapa eitt veru­ ligt granskingarumhvørvi, vit stremba ímóti at verða burð­ ar­dygg búskapar­liga, sosialt og um­hvørvisliga og at geva nýggj­um vinnum góð vaks­t­ rar­líkindi. Kommunan hevur gjørt sítt ítarsta fyri at útvega vinn­uni pláss og møguleikar í høv­uðs­staðarøkinum. Og grund­øki skorta ikki í dag. Kei­kantur skortar heldur ikki. Kommunan hevur somu­leiðis gingið á odda roynd­ini at fáa til vega fjøl­broytt­ari bústaða­ bygging, men sann­roynd er, at høga kostnaðarstøðið er ein stór forðing fyri allari til­ gongdini at skapa menning og vøkstur. Sannroynd er eisini, at ver­ andi bústaðarpolitikkur hjá tí almenna og peninga­stovn­un­ um fer at føra til fólka­minking og fólkaflyting. Í dag er hetta tíverri veruleiki. Ein glotti er tó Húsa­láns- grunnurin. Okkara vón er, at útboðið frá honum fer at ávirka prísstøðið niðureftir og samstundis betra fígg­ing­ ar­møguleikarnar. Men tað al­menna Føroyar má spæla við, sam­stundis sum pen­inga­ stovnarnir mugu endur­skoða húsafígging sum heild. Vinnan í býnum Sum nevnt halda vit í Tórs­ havn, at tað stendur væl til á fleiri økjum, vinnuliga, út­ búgvingarliga og trivnaðarliga sum heild. Ein partur av visjón­ ini er, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi. Tað er hetta seinasta, eg havi hug at nema við í hesi grein. Tí ein av vinnunum, sum hevur djúpar røtur í høv­ uðsstaðarøkinum, er fiski­vinn­ an, sum hevur drúgva søgu í høvuðsstaðnum, bæði inn­an skipasmíð, skiparakstur, fiska­ við­gerð og ikki minst sølu. Men avbjóðingarnar hjá høv­uðsstaðnum eru at skapa fólka­vøkstur og búskapar­ vøkstur. Aðrastaðni í Føroyum gerst hetta at kalla bert við inntøku frá fiskivinnuni. Men tað verður helst ikki tann tradi­ tionella fiskivinnan, ið Havn­in skal byggja á í fram­tíð­ini. Eg fari at leggja upp til eitt kjak um fiskivinnu í breið­um høpi við størri denti á eitt nú gransking og nýskap­an – um biotøkni, um mat úr sjónum og heilsu og vælveru, um vísindi til frama fyri burð­ ardyggum vørum úr okkara ríka havtilfeingi. Vit vita av royndum, at altjóða áhugin fyri at stuðla tílíkum arbeiði er stórur. Okkara havtilfeingi gevur ovurhonds møguleikar fyri virðisøking. Og tá talan er um helst heimsins besta og rein­asta tilfeingi, so eigur at bera til at fáa avbera góð úrslit burturúr málrættaðari gransk­ing og vinnumenning. Vit síggja stóru framstigini innan biotøkni og gransking innan eitt nú framleiðslu úr tara og framleiðslu av Omega-3 fitisýru, raffinering o.s.fr. í granna­londum sum t.d. Noregi. Glottar og avbjóðingar Nakrir glottar eru at síggja, t.d. gleðir tað at síggja, at bygn­ingurin hjá Vinnuframa við Hoyvíksvegin verður um­ gjørdur til eina gransk­ingar­ mið­støð – Granskingarlundina. Øll átøk innan gransking eru við til at uppfylla okkara visjón um høvuðsstaðin sum ein altjóða granskingardepil. Eisini er sera áhugavert at fylgja tí stóra arbeiði, Gransk­ ingarráðið ger. Her er upp­býtið av høvuðspartunum í før­ oyskari gransking sera áhuga­ vert, tí endamálið við fram­ skygd­um og málrættaðum gransk­ingarpolitikki er at fáa størri ágóða av tilfeinginum. Tað er júst soleiðis, vit skapa vøkstur. Og orsøkin til, at hetta ber til, er at í okkara høvuðsstaði búgva og virka lið um lið allir samfelagsbólkar, øll ættarlið og fólk úr nógvum ymiskum londum. Ungdómurin er sjón­ ligur í býarmyndini, og alskyns tungumál hoyrast á gøtuni. Vit hava valt at búgva her, tí at her eru nakrir spennandi og øðrvísi møguleikar. Okkara høvuðsuppgáva er tí at fáa øll tey, sum hvør við sínum gávum ynskja at menna Føroyar, uttan mun til, um tey altíð hava búð her, eru heim­aftur­komnir útisetar ella einaferð hava verið fremm­ anda­fólk, at trívast í høvuðs­ staðnum. Móti hesum stendur, at kanningar vísa, at útlitini fyri høvuðsstaðin og Føroyar sum heild er fólkaminking. Hetta má ikki henda, tí bú­ skaparvøkstur er neyðu­gur, um vit skulu varðveita og menna verandi vælferðartænastur. Tí mugu vit venda gongdini og skapa fólkavøkstur og bú­ skapar­vøkstur. Fortreytir fyri menning Sum nevnt henda í hesum tíðum stór og spennandi ting innan gransking og al­ tjóða samstarv. Eg trúgvi, at virkisfýsni innan akkurát hetta økið er fremsta for­ treytin fyri, at menningin av høvuðsstaðnum og harvið føroyska samfelagnum kann eydnast væl. Mest tí hetta er tað týdningarmesta, sum kann gera, at vit vinna kapp­ ingina móti útlond­unum um komandi ættar­liðini. Vit síggja allastaðir kring okkum, at tey samfeløg, sum tilvitað og við dirvi gera íløg­ ur í kunnleika og før­leika­ menning hava bestu úrslit­ini. Tað skulu vit eisini gera! Sum vit hava ført fram í sambandi við visjóns- og vakstrar­til­ gongdina, so gerst altjóða sam­ starv beinleiðis integratión, tá regluverk, tøkni og kunnleiki her heima eru eins og tey eru í mest framkomna partinum av heiminum. Við hesum kemur ein part­ ur av trivnaðinum av sær sjálvum. Tí trivnaður er eisini tolsemi og tað natúrliga, arki­ tekton­iska og sosiala rúmið, sum vit skulu hava at virka í. Praktiska partin av hes­ um – kostnaðin av at liva og hús­ast her, noyðast vit at taka upp til endurskoðan um­ gangandi! Tað er alneyðugt, at peningastovnarnir og almennu Føroyar verða tvingað at tosa saman um loysnirnar. Tí prís­ urin á jørð, tilfari og arbeiði má og skal niður. Vit mugu eisini beinanvegin hava størri kapping og størri fjølbroytni á fíggingarøkinum og kanska nýggjar loysnir, ongin enn hevur hoyrt um. Sum er køvir almenni bú­ staðarpolitikkurin og fígg­ing­ arpolitikkurin hjá bank­un­um allan virkishug hjá ser­liga unga fólkinum. Og hugurin at flyta heim eftir loknan lestur minkar so hvørt kostn­ aðarstøðið hækkar og fígg­ ingarmøguleikarnir versna. Hetta kann nakað gerast við, bara viljin er til staðar. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Fyrr í tíðini var blaðheimurin soleiðis innrættaður, at umframt alt tað tíðindakenda og lesarabrøvini, so var ein grein halgað einum sjónarmiði, ið líkasum skuldi skera út í papp, hvat blaðið helt um hetta ella hatta, ið nú eina ferð var uppi í tíðini. Hetta var oddagreinin í blaðnum, ella leiðarin, ið avspeglaði hugsjónina hjá blaðstjóranum, sum gjarna samsvaraði við flokstilknýti ella passaði til tann aktuella politiska litin hjá ovastu leiðslu blaðsins. Hesar oddagreinir máttu og skuldu skrivast, hóast tað kanska bara var í 25 prosentum av førunum, at blaðstjórin hevði nakað veruligt upp á hjarta – og nú er tað prosenttalið helst enntá uppaftur lægri… Tí kundu evnini ofta vera sera soltin ella øgiliga tilvildarliga vald, og tann feski blaðlesarin mundi skjótt finna útav, at oddagreinina kundi hann róliga leypa um. Hon var allíkavæl bara ein tómur orðavavstur við eini gumminiðurstøðu, ið kundi boyggjast og bendast allar vegir. Tað sigur kanska ikki so lítið, at hetta blað á somu síðu, sum oddagreinin stendur, hevur funnið sær annað og munandi meira lesivert tilfar, tí so er um ikki annað ein møguleiki fyri, at onkur steðgar í eina løtu á síðuni. Og hepnast væl, finnur onkur kanska uppá at lesa oddagreinina eisini, tí lesarin heldur hann møguliga vera líka stuttliga og speiska sum innihaldið á síðuni annars. Síðstu árini er oddagreinin sum stílgrein onkursvegna komin á eina hægri rók, tí nú eru bløð farin at brúka klummur til ymsar viðmerkingar og hugleiðingar, ið onkursvegna skulu minna um oddagreinar. Heldur tann skrivandi seg hava uppaftur meira upp á hjarta, verður greinin umdoypt, so hon er ein tíðargrein, tí tað er uppaftur fínari. Talan er tó bara um skræðuna, tí bæði oddagreinir, klummur og tíðargreinir eru sjáldan ovbyrjaðar av substansi, men finna sína fyllu í yvirsmartum setningum og vendingum, ið meira bera virnisburð um eitt ella annað slag av orðaakrobatikki enn veruligt innihald. Okkurt undantak má tó vera, og tá ein klummuskrivari herfyri var løntur við heiðursløn fyri júst sínar klummur, var talan um ein veruligan og uppibornan heiður. Men tungi veruleikin, at tað eru hesar klummur, ið seta standardin, átti at fingið okkum onnur at hildið okkum aftur, heldur enn at hildið okkum til, tá vit ikki hava nóg nógv upp á hjarta. Soleiðis átti henda klumman í grundini ongantíð at verið skrivað, tí hon hevur bert til endamáls at fáa tíðina at ganga hjá skrivaranum – og tilsvarandi at spilla tíðina hjá lesaranum, ið júst í hesi løtu er liðugur at lesa eina klummu um einki Hilmar Jan Hansen hilmarjan@sosialurin.fo EYGA MÁLIÐ Ein klumma um einki Heðin Mortensen Borgarstjóri