fríggjadagur 25. mai 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
Fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og
løgmaður fyri Fólkaflokkin
Politikkur er at vilja
– Útspilling er tekin
um máttloysi !
Við teim møguleikum, sum nú
tímans tøkni gevur, er næstan
ikki mark fyri, hvussu skjótt og
víða tíðindir fara út í almenna
rúmi. Tá eg á ungum árum fór
til Danmarkar at útbúgva meg,
var sambandið heim avmarkað
til postflutningin, sum gekk 14.
hvønn dag við Tjaldrinum. Sum frá
leið broyttist hetta til hvørja viku
og nøkur ár seinri til skiftistalu í
telefon. Nú kann talast í telefon
nær sum helst, lurtast kann eftir
útvarpi og sjónvarpi, og internetið
er opið nær sum helst. Líka mikið
hvar á knøttinum ein er staddur
ber til at fylgja við, hvat ið gongur
fyri seg heima á landi.
Tó skal viðmerkjast, at tað ein
fær av tíðindum velst um dygdina
hjá teim ymisku miðlunum, bæði
bløðum, kringvørpum og portalum
v.m. og teim persónum, sum
manna hesar miðlar. Og tað kann
vera so ymiskt, hvat ein heldur
um tað.
Nýmótans samskifti
sum Facebook
Fy0ri um leið 12 árum síðani
“upfann” ein ungur maður tað
samskiftistøkni, sum verður
rópt Facebook. Fólk um allan
heimin tóku hetta til sín, og í
dag eru næstan ein milliard
persónar luttakarar á hesum
fjølmiðli. Um leið helmingurin
av føroyingum eru “limir” í hesi
“sektini”. Fyri nøkrum døgum
síðani varð Facebook tikið upp á
virðisbrævamarknaðin í New York.
Sjálvt um søluúrslitð varð heldur
lakari enn væntað, so gjørdist
uppruna maðurin milliarderur í
hundrað milliarda klassanum. Og
onnur við honum vunnu hópin av
peningi.
Á hesum samskiftismiðli
kunnu fólk skriva saman, ella
næstan “práta” saman, líka
mikið hvar í heiminum, tey eru
stødd. Tað tey skriva fer ofta út í
almenna rúmið, so einki er longur
loynidómur ella privat.
Almenna orðaskifti
Alt tað, eg kann minnast, hevur
almenna orðaskifti í Føroyum,
ikki minst tað politiska, veri
sera lívligt, og til tíðir kanska
eisini harðligt. Hóast við hvørt
nakað persónligt eisini, so hevur
kortini verið eitt mark, sum ikki
verður gjøgnumbrotið. Áður var
avmarkað nøgd av fjølmiðlum, og
tað tók fleiri dagar, áðrenn greinar
og lesarabrøv komu fram. Men við
nýggjari tøkni kannst tú skriva
eina grein, og tíggju minuttir
aftaná er hon á netinum. Nú eru
ikki allar greinir líka áhugaverdar,
men í summum førum kanst tú
longu hálvan tíma seinri síggja
viðmerkingar til greinina. Og tað
ikki altíð við mýkindum.
Sum ein, ið altíð hevur havt,
og framvegis havi, stóran áhuga
í samfelagsviðurskiftum og ikki
minst politiska orðaskiftinum,
royni eg at fylgja við í tí, sum
fer fram heima á landi. Men eg
má siga, at mangan øtist eg um
orðalagið, sum nú verður brúkt
í mun til tað, sum vanligt var
fyri nøkrum árum síðani. Tað er
millum annað av hesi orsøk, at
eg havi tikið Facebook netverkið
fram. Tað er so lætt at fara inn á
hetta og sleingja út alt, ið fellir
einum inn, bæði beinleiðis sum
greinar til ein fjølmiðil ella – og
ikki minst – sum viðmerking
til tað, sum onkur annar hevur
skrivað. Og her er tað, eg mangan
øtist um málburðin, ið brúktur
verður. Eitt er, at fólk sjuska
við orðavalinum og mangan
eru viðmerkingarnar fullar av
stavivillum, men sjálvt um fólk
eisini við hvørt skriva okkurt
rósandi og positivt, so finnast
alt ov ofta beinleiðis ljótar og
áleypandi viðmerkingar. Hetta
fær meg at hugsa um orðini hjá
Jákupi ápostli, har hann sigur um
mannatunguna: “Við henni signa
vit Harran og Faðirin, og við henni
banna vit menniskjum, ið eru
skapt eftir mynd Guds! Úr sama
munni ganga út signing og bann!”
Líka so lætt, sum tað er at lata
munnin renna av stað við sær, er
at trýsta á Facebook knøttin. Men
munurin er, at í seinra førinum fer
tað á prenti – og fyri stóran part -
út í almenna rúmið.
Politiska orðaskiftið,
serliga aftaná seinasta val
Tað, sum serliga hevur ørkymla
meg hesa seinastu tíðina, er tað
harðliga, og í summum førum
beinleiðis útspillandi, orðalagið,
sum hevur verið – og framvegis
verður – brúkt. Ikki so nógv av
teim aktivu politikkarunum, men
av tí sokallaða baklandinum,
bæði ávísum persónum og eisini
av pørtum av fakfelagslimum og
umboðum fyri politisku ung
mannafeløgini.
Undir valstríðnum førdu
teir ymisku flokkarnir sum
vera man fram síni sjónarmið,
og tað teir vildu arbeiða fyri
aftaná valið. Aftaná valið skip
aðu Fólkaflokkurin, Sambands
flokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og
Miðflokkurin eitt ABDH lands
stýri. Teir samráddu seg fram til
eitt arbeiðsgrundarlag, eitt sam
gonguskjal.
Hetta var einki nýtt, soleiðis
sum politiska mynstrið vanliga er
í Føroyum. Síðani hendi tað, sum
í sær sjálvum ikki skuldi veri so
løgi, at nýggja landsstýrið fór til
arbeiðis. Serliga Fólkaflokkurin
hevði verið nýskapandi í sínum
valstríði, og tað gav honum góða
framgongd. Flokkarnir royndu
sjálvandi hvør sær at fáa síni
mál við í arbeiðsgrundarlagið.
Nú er tað eina ferð so, at á flestu
økjum eru allir flokkar samdir um
loysnirnar. So torført er at siga,
hvør flokkur eigur tað málið. Men
okkurt serstakt mál stingur seg
við hvørt upp, sum ein serstakur
flokkur “líka sum eigur”. Hesu ferð
gjørdist spurningurin um nýggja
skattaskipan eitt av høvuðsmál
unum. Fólkaflokkurin ynskti
progressiva skattin niðurlagaðan,
soleiðis at marginalskatturin
minkaði. Hetta fer eyðsýnliga
at gera, at fólk fáa betur hug
at arbeiða meir og harvið økja
um sína innnntøku. Hetta ger
eisini sum frá líður, at inntøkan
í samfelagnum økist og fremur
búskaparvøkstur. Hetta er góður
konservativur og liberalur poli
tikkur, og skuldi tí eisini hóska væl
hjá øðrum borgarligum flokkum.
Tað var tí heldur ikki so løgi, at
hinir flokkarnir í samgonguni
tóku undir við hesum tiltaki.
Samgongan samdist um, at
skattatalvan fyri landsskatt
skuldi broytast soleiðis, at allar
inntøkur upp til 65.000 kr. skuldu
rinda 0 %, meðan inntøkur frá
65.000 til 500.000 skuldu rinda
20 % og inntøkur frá 500.000 til
800.000 rinda 25 % og inntøkur
frá 800.000 og uppeftir rinda 30
%. Hetta var annar parturin av
skattanýskipanini.
Hin parturin var, at tað, sum
fólk í framtíðini guldu inn til
pensiónsgrunnar til komandi
pensiónir skuldi bera ein skatt
beinanvegin uppá 40 %, meðan
restin (60 %) við tilskrivaðum
rentum verður skattafrítt útgoldin
til sína tíð. Stórt sæð merkist hetta
ikki hjá tí einstaka skattgjald
aranum í mun til higartil galdandi
skattaskipan. Men tað merkist
nakað hjá pensiónsgrunnunum, tí
teir missa nakað av tí inngoldnað,
sum teir hava havt ræði á, sjálvt
um landskassin átti at havt hesar
upphæddir. Trupulleikin við hesi
umlegging er tann, at tað verður
ein lutfallsliga long skiftistíð, hvar
fólk koma at hava bæði sløgini
av pensión, tað vil siga bæði tað
“gamla” slagið, sum skattur skal
gjaldast av við útgjald, og tað
“nýggja” slagið, sum er skattafrítt
við útgjald. Annars skal viðmerkj
ast, at sum nú er, er fólkapensións
grundupphæddin skattafrí við
útgjald, og tað er ein frálík skipan.
Móttøkan av skipanini
Eftir míni uppfatan eru hesar
skattaumleggingar ein stórur
bati fyri allar borgarar, og sum
frá líður vil tað verða ein stórur
bati fyri allan samfelagsbúskapin.
Men tað bleiv illa móttikið av
einum stórum parti av almenn
inginum. Andstøðan var øll
ímóti, men tað var helst mest av
taktiskum orsøkum, fyri summi
tó kanska eitt sindur ideologiskt.
Harafturímóti vóru serliga fak
feløgini og nøkur av politisku
ungmannafeløgunum ógvuliga
harðmælt ímóti. Tey leikaðu í
og demonstreraðu, so tað stóð
eftir. Hendan umleggingin er eitt
“langtíðarprojekt” – eitt veruligt
dømi um, at politkkur er at vilja
– men eg rokni við, at tá nøkur
ár eru farin, so verða allir partar
glaðir fyri, at onkur tordi at skera
ígjøgnum.
Men tey, sum róptu harðast fyri
nøkrum mánaðum síðani, rópa
fyri stóran part enn. Men mær
kemur tað fyri, sum tað er við
meira og meira máttloysi. Síðani
hetta landsstýrið tók við hava
flestu Facebook viðmerkjarar og
mangir aðrir greinskrivarar lagt
eftir Fólkaflokkinum og næstan
bara eftir hesum flokki. Tað er
næstan ikki dagur, at ikki Jørgen
Niclasen verður hunddálkaður í
øllum møguligum miðlum. Og ikki
bara á tilvildarligum portalum,
men eisini øðrum bløðum.
Men tað ber av, tá fakfelags
umboð beinleiðis sendir út í
almenna rúmiðå, at fólkaflokks
fólk eru kleptomanar. Tá má sjálvt
eg øtast. Ein annar “debattørur”,
sum ofta heldur seg framat,
heldur, at fólkaflokksfólk skulu
sperrast inni. Fyri hvat, eigur ein
at spyrja? Fyri at gjøgnumføra
tann politikkin, sum teir fóru til
val uppá ? Hvat skal ein gera við
slíka hjálparleysa argumentatión?
Tó rætt skal vera rætt.
Løgmaður fær eisini við hvørt av
grovfílini. Ein viðmerkjari hevur
skrivað fleiri greinir á fremmanda
máli, og niðurstøðan hjá honum er:
“Lagmanden snyder og bedrager.”
Sjálvt um eg kundi ynskt mær
meiri sjálvstýrispolitikk frá hesum
landsstýrinum, so má min heilsan
vera: Haldi á við at virka og vilja.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.