Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At loyva og at lúka – hvar eru mørkini? T ilvitanin um samfelags­ viður­skift­ini verða serverað umvegis elek­tron­isku miðlarnar. Í lógini um Kringvarp Føroya er lógarfest, at Kringvarpið hevur skyldu til at varpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, ment­ an og undirhald. Kringvarpið skal leggja dent á sakliga og óhefta upp­lýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, ment­an, átrúnað og siðalæru føroyinga. Spurningurin er, hvussu røk­ir Kringvarpið sínar skyldur? Svar­að kann verða úr ymsum sjónar­ hornum, men tað kemst ikki utt­an­um, at virðisgrundalagið er av­ger­andi fyri úrtøkuna. Kringvarpið ger nógvar góðar sendingar, sum hava kjøl­festi í gerandisdegnum og eisini sendingar við upplýsandi siðsøguligum innihaldi. Eisini leggur KvF dent á andaligu send­ ing­arnar við morgunlestri, kirkju­ gongdum og møtum, sum lutfals­ liga fáa góða rúmd. Um nøgd er nóg mikið ella um góðskan er samsvarandi, tað velst um eygu og oyru sum síggja og hoyra. Ynskja undirhald Mentanin og føroyska málið eru fyri stórari ávirkan. Spurningurin er, hvussu vit kunnu tryggja, at mentan og kristna lívssjónin framyvir megna avbjóðingar¬nar uttaneftir? Serstakliga hevur sjónvarpið gjørt munin á fatanini av kring­ umstøðunum burturi sum heima. Sjónvarpið hevur gjørt samtíðina til ein elektroniskan vígvøll, har vit allan sjónarringin kunnu sappa frá kanal til kanal, úr landi í land. Vaksandi valmøguleikarnir gera okkum yvirfladisk. Vit keða okkum, flyta frá tilboði til tilboð, sum ger, at vit missa hugin at for­ djúpa okkum. Ístaðin ynskja vit undirhald. Hetta merkir eisini sending­ ar­nar í miðlunum. Tað ræður um at servera skjót tíðindi, allarhelst skandalur og negativar frásagnir, sum skelka. Tað ræður um at halda hyggjarunum føstum. Tí eru nógvar sendingar tengdar at einum veruleika, har okkurt baggar - er galið, órættvíst og negativt. Hetta er galdandi frá tíðindum til innantóm reality- shows. Søgan í miðlunum verður framúr góð, kunnu teir avdúka okkurt, sum tilætlað ella ikki skuldi síggja dagsins ljós. Tí skulu sendingarnar oftast lýsa eina konflikt, har mark verður sett upp, millum gott og ilt. Har átekur so journalisturin sær uppgávuna at definera, at velja og vraka fyri síðani at exponera, har úrslitið so oftast er okkurt neiligt. Ja, sum onkur segði, at tað mest positiva í Kringvarpinum farna veturin høvdu verið veður­ tíðindini.... Valini givin frammanundan? Fyri árum síðani var megin- part­urin av menta- og tíðinda­ flutninginum skipaður av floks­ betaltum boðberum ella miðlum - hjá okkum átti hvør flokkur sítt málgang. Tann skipanin hevði endamálið at stuðla og styrkja tey sannførdu um egna fatan av samfelagsviðurskiftum. Síðani er miðlaheimurin blotn­ aður. Partapolitisku organini er søga og burturúr hesi gongd eru sprotnir miðlar, almennir eins og privatir, sum hava (ella siga seg hava) sum endamál at bera politisk, mentanar- og átrúnaðarlig óheft tíðindi. Í altjóðagerðini er neyðugt, at miðlarnir eru óheftir og kunnu vera boðberar í samfelag, sum byggir á fólkaræði og sum kunnu tryggja, at vit fáa álítandi send­ ingar, har lurtarar/hyggjarar sjálv- støðugt og kritiskt kunnu meta um tað, sum serverað verður. Tí hevur politiski myndugleikin gjørt avtalu við KvF um karmar, sum skulu tryggja, at okkara mentan og okkara lívsvirði ikki drukna sendifloyminum. Semja er um, at KvF skal hava gott føroyskt mál í sínum sendingum og at Kringvarpið skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ung­ um, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi. Hesir setningar eru greiðir og sjálvsagdir, men eru ásetingarnar ein stór avbjóðing fyri KvF. Miðlamarknaðurin er óav­ mark­aður, og kunnu flestu jú bara skifta til aðra kanal, keðast tey av KvF. Harafturat er meginparturin av tilfarinum, sum KvF sendir umvegis sjónvarpið danskt ella við donskum undirtekstum. Tilfar, sum kanska er valt út frá øðrum etiskum ella siðalagsligum kriterium. Hetta eru avbjóðingar, sum KvF skal handfara. Avbjóðingar, har valini kunnu vera torfør, men sum hinvegin kortini kanska ikki gera nakran mun, tá síggjarar jú bara kunnu sappa til sendingar aðrastaðni, velur KvF at velja DR- sendingar frá. Hetta setir óivað redaktiónir­ nar í KvF í tvístøður, og spurn­ing­ urin hjá fyrrverandi SvF-stjóra kann tí vera aktuellur, hví ikki bara senda DR1 beinleiðis við føroyskum avbrotum, tá SvF kortini sendir somu sendingar forskotið, men sum borgarar kanska heldur velja at síggja beinleiðis frá DR? Sæð í hesum ljósinum, so eru valini hjá sjónvarpinum avmarkað, úrslitini eru givin uppá forhond. Hinvegin, so hevur útvarpið nógv betri møguleikar at gera sendingar, sum samvirka við publicservice-sáttmálan. Haldi eisini, at útvarpið í stóran mun megnar at levera sendingar, sum eru í samljóði við galdandi ásetingar, ikki minst á mentanarøkinum. Avgera dagsskránna Økjandi tal av miðlafólkunum hava drúgvar útbúgvingar sum viðføri, sum skal tryggja, at tey eiga at levera vælundirbygdar sendingar, sum er trygd fyri breiðum mentanarligum og ópolitiskum vinklingum av teimum málum, sum eru uppi í gerandisdegnum ella sum verða avdúkað av miðlaheiminum. Men vandi er í hvørjari vælferð, tí hvussu megna miðlarnir at velja millum viðkomandi og óviðkomandi, rætt og rangt og hvar ganga mørkini? Og ikki minst, hvør velur hvat hevur týdning og minni týdning? Í gomlum døgum vóru politiksu, átrúnaðarligu og moralsku/etisku sjónarmiðini væl definerað og sóust tey aftur í politiksu miðlunum. Floksbløðini vóru sambondini til veljararnar og harvið borgararnar. Nú floksorganini eru burtur, hava miðlarnir nærum einkarætt uppá at allýsa gerandisdagin. At seta mørkini upp, at definera hvat lurtarar/hyggjarar skulu síggja ella hoyra. Burturúr hesi støði hava miðl­ arnir definerað seg sjálvar sum 4. statsvaldið. Ognað sær rættin at vera fólksins vaktar­hundar. Teir eru í dag tó neyvan bara nøgdir við at vera á vakt, vilja eisini hava leiklutin at gera av hvørjum veru­ leika teir vekja yvir. Soleiðis gera miðlarnir av, hvat er aktuelt, rætt og rímiligt, ella sagt øðrvísi, so flyta miðlarnir seg frá at hava vakið eygað við, kanna og avdúka brek og lýti í samfelagnum til at definera, hvat hevur týdning og soleiðis seta fólksligu, mentanarligu, politisku og harvið eisini moralsku/etisku dagsskránna. Eingin er neutralur Farnu ártíggini er antiautoriteri hugburðurin vorðin sjónligari, samstundis sum sokallaði liberal sjónarmið vinna meira og meira hevd. Hetta sæst í mongum lívsins viðurskiftum, har tað, sum fyri mansaldri síðan var hildið rætt, nú stendur fyri falli. Satelittsjónvarp og internet flyta mørk. Umvegis hesar miðlar ber til at vera on allan sólarringin. Internetið er markleyst. Heil ríki fara til grundar í hesum døgum orsakað av markleysu møguleikunum í hesum miðli. Í hesum veruleika skal Kring­ varp Føroya so varpa sendingar, ið varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Hetta eru avbjóðingar, sum seta góðskukrøv til miðilin. Spurningurin er, um KvF livir upp til nevndu ásetingar? Tíðindafólk og redaktørar eru sjálvsagt partar av teimum rákum, sum orsaka broytingarnar í samfelagnum. Sæð úr hesum sjónarhorni, so byggja sendingar í miðlunum í stóran mun á hvørjum lívssjónarmiðum miðlafólk eru kjølfest í. Tað kann ongantíð foragtast, at tey, sum gera sendingar hava gott vit og dygga ástøðiliga útbúgving. Kortini er tað neyvan nakar loynidómur, at hvørki intelligensur ella útbúgving – Og hvør velur hvat hevur týdning og minni týdning? Bjarni Djurholm Løgtingsmaður tíðargrein