fríggjadagur 25. mai 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúgvin um Sandá
Sum vituligt er, so møti eg
javnan fólki, ið fregnast
eftir brúnni um Sandá – nær
kemur hon, verður spurt. Jú,
satt er, at arbeiðið hevur tikið
drúgva tíð, men leingi er tað,
ið væl skal vera.
Arbeitt hevur verið við
verkætlanini,
bæði
polit
iskt og fakliga, í longri tíð.
Her á landi er langt ímillum
brúgvabyggingar av slíkum
slag sum hesari, og harum
framt fevnir verkætlanin
eisini um vegastrekkini og
rundkoyringar báðumegin
sjálva brúnna; tann eina við
Velbastaðvegin og hin við
Glyvursvegin. Tá, ið talan
eisini er um bygt øki, eina
vakra á, og fleiri ferðsluæðrar,
og at alt samanlagt skal ganga
upp í eina væleydnaða eind,
so hevur hendan uppgávan
sett stór krøv og ført við
sær hópin av fakligum av
bjóðingum. Við brúnni um
Sandá verða Glyvursvegur,
Marknagilsvegur og Velba-
staðvegur knýttir saman.
Arbeitt hevur verið við at
finna bestu loysnina, ið
eisini fevnir um kanningar
av undirlendi, upptekning av
rundkoyringum, vegaføring
v.m.
Sandá og økið har um
kring eru náttúruvøkur, og
hetta skal virðast. Tí er ætl
anin, at brúgvin skal hava
minst møguligt árin á nær
umhvørvið.
Brúgvin
skal
somuleiðis vera eitt byggi
listarligt vælaverk, - ja, ein
prýðiligur varði til okkara
eftirkomarar.
Arbeiðið verður nú boðið
út í eini heildararbeiðstøku,
og koma innkomnu tilboðini
at verða dømd eftir einum
ávísum lykli, har tað, um
framt prísin, m.a. verður út
sjóndin av brúnni, ið fer at
telja nógv. Eisini verða serlig
atlit tikin til bleytu ferðsluna,
t.v.s. fólk til gongu, á súkklu,
rørslutarnað o.s.fr.
Nýggja brúgvin og vega
strekkið fer at lætta nógv um
gerandisdagin hjá teimum,
sum hava sína føstu farleið
millum Havnina og Argir. Tí
kunnu teir borgarar, ið hava
bíðað við langtan eftir hesi
loysnini nú byrja at gleða
seg til, at verkætlanin verður
framd í verki; tí væntandi
fer býráðið í næstu viku at
taka undir við avgerðini hjá
bygginevndini og teknisku
nevnd, um at góðkenna út
bjóðingartilfarið og at bjóða
arbeiðið út.
Nú røkist fyri eini loysn á nýggja sambandinum millum Glyvursveg á Argjum, brúgv um Sandá,
og yvir í Velbastaðvegin, tí nú er byggiskráin klár, og arbeiðið verður boðið út í næstum.
Marin
Katrina
Frýdal
býráðslimur fyri
Tjóðveldi
Forkvinna í
teknisku nevnd
Limur í bygginevndini
fyri brúnna um Sandá
endaliga treyta holdningarnar
hjá tí einstaka, heldur ikki hjá
tíðindafólkum.
Um so var, so kundu vit í
einum skala sett fólk í bás: høgra -
vinstra, trúgvandi - vantrúgvandi,
góð - ring o.s.fr. Men soleiðis er tað
lukkutíð ikki.
Holdningar byggja í stórsta
mun á kensluliga førningin, sum
vit hava í viðføri. Tí er tað ein
illusión at siga, at miðlafólk eru
neutral, tí tað eru tey ikki, tað er
eingin.
Tí kunnu vit helst sanna, at
tann prioritetur, sum miðlafólk
leggja fyri dagin, er partur
av teirra sannførda samleika,
átrúnaðaliga, politiskt, moralskt
og etiskt.
Hesin veruleiki kann flyta
mørkini. Tí hvat er tað mest
áhugaverda og týdningarmikla?
Hvussu verða sendingarnar
valdar, og hvussu passa tær so
í teir karmar, sum settir eru um
virksemið hjá Kringvarpinum um
sakliga og óhefta upplýsing og eitt
fjøltáttað tilboð?
Exponeringin
Tað verður mangan sagt, at KvF
hevur so avmarkaðar fíggjar
karmar, at varpið ikki kann liva
upp til ásetingarnar í kringvarps
lógini og enn minni til public
service-sáttmálan.
Øll lisensgjøldini fara til lønir,
sigst. Fíggjarkarmarnir sýnast
trongir, men forða hesir karmar
fyri, at tey sum velja millum fram
leitt tilfar og keypt tilfar líkur
ásetingar, sum eru í samsvari við
settu karmarnar? Tað kann vera ilt
at skilja.
Vísandi til sannroyndina,
at KvF ikki bara eru fólksins
vaktarhundar, men eisini hava
átikið sær leiklutin at gera av
hvørjum veruleika tey velja at
vaka yvir, og soleiðis tilætlað gera
viðurskifti til dagsins issue, liggur
tað tí ein ovurhondstór ábyrgd
hjá programmleiðslunum at hava
eygu eftir, hvat verður sett á
dagsskrá.
Hjá okkum hava vit fleiri dømi
um mál, sum í substansi lítlan
týdning hava havt, men orsaka
exponeringini í vikur og mánaðir
gerast høvuðsmálini.
Eitt dømi um hetta er upp
skotið um 266,b. Fyri mítt viðkom
andi eitt mál, sum bert hevði
eitt signalvirði og tí einki reelt
virði í teirri løtu, tað varð drigið í
ljósmála.
Kanska kann KvF grundgeva
sína exponering við at eingin skal
líða undir mannminkan orsakað
av húðaliti, kyni, átrúnaði ella
tjóðskapi, sum publicservice-
sáttmálin greinar.
Kortini fekk hetta málið slíka
rúmd, at tað var kanska stórsta
málið í mánaðir, og tá tað loksins
var samtykt broytti tað isolerað
einki. At so viðgerðin hevði
aðrar avleiðingar við nýggjum
exponeringum á kynsliga
orientering, er ein heilt onnur
søga. Var tað ætlanin, so hava
miðlarnir arbeitt við fjaldari dags
skrá, sum ikki er í samljóði við
setningarnar avtalaðir eru millum
aðalráð og miðilin.
Sama er galdandi fyri onnur
etisk mál, sum krevja stórt var
semi í miðlunum, skal nakað
skilagott spyrjast burturúr.
Her kann eg nevna fosturtøku,
ílegumanipulering og onnur sera
prinsipiell og eym mál. Slík mál
eiga ikki at kloyva borgarnar í
partar, har tey mest víðgongdu
heinta bílig poeng uppá avgjørdar
støður.
Miðlaviðgerð, sum í seinasta
enda kann skaða tey, sum broyttir
viðgerðarháttir annars skuldu
tryggja betri og hóskandi karmar
og/ella livikor.
Her hevur KvF ein stóran og
avgerandi leiklut at tryggja sakliga
upplýsing, har bæði átrúnaður
og siðalæra føroyinga ikki verður
traðkað undir fótum.
Soldið
Vit kunnu tí staðfesta, at virðis
grundarlagið hjá miðlafólkum
er avgerandi fyri, hvat verður
valt og kanska serliga frávalt.
Sagt øðrvísi, so liggur allur
deffinitiónsrætturin í hondunum
á nøkrum fáum, sum í roynd og
veru kunnu fremja ella tálma fríu
debattini, tá allur "veruleikin"
skulu gjøgnum sjóneykuna, sum
tey byggja sína vitsku á.
Hetta er ikki sørt vandamikið.
Farnu árini er KvF tíverri far
ið burturfrá fríu debattini í
útvarpi og sjónvarpi, har vit fyri
árum síðani kundu lurta eftir
orðaskiftum millum mótstandandi
meiningar, og har lurtarar kundu
ringja og siga sína hugsan, til at vit
nú hava fingið tilgjørd set-up, har
alt skal fara gjøgnum soldið hjá
tíðindafólkinum, sum skipar fyri
orðaskiftinum.
Hetta er vandakós, sum doyvir
upplýsingar- og talufrælsið, men
ístaðin exponerar á tann defina
tiónsrættin, sum tíðindafólk átaka
sær.
Eisini kann slík atferð í KvF
orsaka, at bæði moralsk og etisk
mørk verða flutt í samsvari við
tær allýsingar, sum rákið í miðli
num hevur. Hetta er sertakliga
principielt og ikki sørt órógvandi.
Samanumtikið ákalla
tíðindafólk sær ein integritet í
sendingunum, sum illa ber til
at seta spurnartekin við. Um
onkur varpar ljós á skeivar ella
tillagaðar vinklingar, so tykist
svarið at byggja eina sentripala
fatan av egnum leikluti sum ger,
at man heldur, at tíðindafólkini
fáa ilt í sína sjálvsfatan av berari
indignatión.
Hetta er at líkna við úttalilsini
hjá stjóranum í KvF herfyri, har
hon sammetti síni starvsfólk við
primadonnur.
Rótleys offur
Miðlarnir hava eisini ovurhonds
stóra ávirkan á yngra ættarliðið
og teirra fatan av samtíðini.
Miðlaverðin kann gera tilstund
andi ættarliðini vinglut og
støðuleys, sum passivt leppa í
seg sendingarnar, sum í jøvnum
streymum verða varpaðar teimum.
Markleysi floymurin ger tey til
rótleys offur, sum ikki megna at
fyrihalda seg kritiskt til týdning
og innihaldið í sendingunum.
Meðan góðir vanar og tradi
tiónir fána burtur sum leiðreglur,
svinnur eisini fatanin av, hvat
er rætt og hvat er skeivt. Góðir
siðir og virðingin hvør fyri øðrum
fær aðrar dimensiónir - ja, missa
sín upprunatýdning. Vaksandi
partur av informatiónini og
harvið fatanini av sínámillum
sambondum verður ordnað
umvegis músaknøttin, har tilber
at ogna sær tað einum lystir - ikki
minst porno, harðskap, fanatismu
og annað lættisoppakent. Tað
ónormala verður normalt og
øvugt.
Í hesum sambandinum hevur
Kringvarpið av og á roynt seg
við undirhaldssendingum við
skiftandi hepni.
Í vetur var framhaldssending
í SvF - Moldvarp, sum, umframt
(eftir míni fatan) poengleys, eisini
í flestu pørtunum var beinleiðis
blasfemisk. Henda sending var
ikki KvF til rós, tvørturímóti.
Og í seinastuni hevur so SvF
sent íslendska skemtisending,
sum neyvan kann roknast at
hoyra undir jaligu ásetingarnar í
publicservice- sáttmálanum.
Bulverk
Sæð í hesum veruleikanum, so
hevur KvF eina óvurstóra uppgávu
heldur at varpa ljós á og gera
sendingar, sum styrkja okkara
kristna siðaarv, mentanar¬virði
og ikki minst varpa ljós á mørkini
millum rangt og rætt. At verja
tað sum gott er, at vera eitt
jaligt bulverk móti áhaldandi
floyminum av spillandi tilfari, sum
nærum markleyst stendur øllum
í boði.
Kringvarp Føroya skal, um
framt at vera álitisvekjandi og
dyggasti tíðindaberin, endurspegla
gerandisdagin og veruleikan
hjá føroyingum í øllum sínum
fjølbroytni innan átrúnað, livihátt,
frítíð, arbeiðs- og familjulív. Tí
liggur tað ein ovurhonds stór
ábyrgd á herðunum hjá KvF. Ein
sera krevjandi uppgáva, sum
leiðsla og starvsfólk skulu taka í
stórsta álvara.
KvF hevur stórt frælsi í
sínu virki. Frælsi, sum gevur
myndugleika og møguleikar, men
sum sanniliga eisini krevur ábyrgd
fyri hvussu disponerað verður.
Vónandi fer KvF framyvir
at hava hepna hond at virka í
samsvari við lóg og public-service
avtalur - føroyska fólkinum at
frama.
tíðargrein
kjak