Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Er hatta Framsókn Sat og lurtaði eftir útvarp­in­ um leygarkvøldið um nátt­ urða­leitið og hoyrdi Poul Michel­sen - júst aftur­kom­ nan av fyrsta landsfundi hjá Fram­sókn - trína inn í lurtitólið heima í køkinum. Tað var mikið hugnaligt, men so kvakk eg við og hugs­aði við mær sjálvum, um eg mundi hoyra rætt, um hann virku­ liga segði hatta. Tað, eg helt meg hoyra hann siga, var, at hann valdi at betrakta fólka­ atkvøðuna um kommunu­ samanlegging fyri ongantíð at hava verið, tí at hon ikki er til gagns fyri ta tilgongd, vit eru í! Eg hugsaði við mær sjálvum, at hatta kann ikki vera rætt. So lítla virðing kann ein valdur føroyskur løg­tingsmaður ikki hava fyri fólk­sins vilja. So eg mátti út á netið at leita mær tíðindasendingina fram aftur. – Jú, rætt var! Útvarpsmaðurin spyr: "Men vit høvdu jú eina fólka­at­kvøðu um kommunu- bygn­að­in, eigur mann ikki at halda seg til tað?" Og Poul Michelsen svarar eitt sindur flennandi: "Ja, hvat segði hon, hvat segði tann fólkaatkvøðan? Eg havi spurt nógv fólk, og eingin veit egentliga, hvat fyrigekk." Og síðani segði hann eitt sindur um vánaligu val-lut­ tøk­una og konkluderar, at so má okkurt vera galið við tí, ið spurt verður um. Og so sigur hann víðari: "So eg velji at betrakta hasa har fólka­atkvøðuna ongantíð at hava verið, tí at hon kann ongan­tíð gera gagn í tí tilgongd, sum vit eru í. Tí tey fólk­ini, sum hava svarað nei, tey vistu vit áðrenn, at tey vildu svara nei. So tað be­høvdust vit ikki at gera nakra fólkaatkvøðu fyri." Og so hugleiðir hann eitt sindur um, at fólkini, ið vilja nýskipan ikki eru spurd um hetta, og at vit heldur áttu at havt eina fólka­atkvøðu um, vit vilja nýskipan ella ikki. Og so sigur hann eisini, at tað eru aftur­halds­kreftirnar, sum hava vunnið! Sig mær, eiga vit ikki at hava val, bara tí vit halda, vit vita, hvat fólkið fer at velja? Hvat er hetta fyri nakað? Eg haldi, at eg veit, hvat ið fyrigekk. Vit í Eysturoynni vórðu spurd ein sera ein­fald­ an spurning, um vit vildu, at Eysturoyggin - burt­ur­sæð frá Eiði og bygd­un­um eystur­ oyar­megin í Sunda kommunu - vildu vera ein kommuna. Ja ella nei. Torførari var tann spurningurin ikki. Síð­ ani hevur fólkið valt eftir síni bestu sannføring. At tey, ið hava verið ímóti hesi ætlanini nú vera kallað aft­ ur­haldskreftirnar í Føroyum av Framsókn, tað mugu tey so bara liva við. So kundi eg kanska hósk­ andi spurt, um allir teir mongu leirvíkingarnir, sum atkvøddu nei, eru aftur­ haldskreftirnar í Føroyum, ella um øll í Gøtunum, sum atkvøddu ímóti, eru aftur­ halds­kreftirnar í Føroyum. Ella eru tey væl meira enn 50% av øllum fuglfirðingum, sum hava valrætt yvirhøvur, og sum atkvøddu ímóti - eru tey afturhaldskreftirnar í Før­ oyum? Jú, kanska sambært formanninum í Framsókn. Men tað var nú ikki vanligt ímill­um tey liberalu at kalla fólkið, har tað kanska er eina mest vinnuligur fram­ burður í einum landi, fyri afturhaldskreftir. Og so eitt lítið vet aftur til hatta við virðingini fyri tí, ið fólkið hevur sagt. At hoyra ein føroyskan politikara, sum er formaður í einum flokki, ið rópar seg bæði liberal­an og frísinnaðan, siga, at ein fólkaatkvøða, sum okkara demokratiskt valdu myndug- leikar lógliga hava sett í verk, fyri honum er at betrakta sum, at hon ikki hevur verið, tí at hon ikki hóskar inn í ta tilgongd, ið mann nú einaferð sjálvur gongur runt og heldur er tann rætta - ja, tað haldi eg er bara so ófatiliga langt við síðuna av. Eyðun á lakjuni Bæði rættar- og politiska skipanin treingja til óhefta høvuðseftirskoðan Seinastu 20 árini hava vit ferð eftir ferð sæð teir stóru sleppa snikkaleysar undan fíggjarligum kriminaliteti. Í 90'unum - eftir at landið varð koyrt á húsagang orsaka av umfatandi fíggjarligum krimi­naliteti framt av politik­ arum, stjórum og advo­katum - vórðu allir - eftir bestiltari kanning - frítiknir fyri straf, tí - sum rættarskipanin fast­ helt, so høvdu øll havt kunn­ leiki til fíggjarsvindilin, og tá politiska skipanin bygdi á kollektiva ábyrgd, so kundi ongin einstakur ábyrgdast. Er tað ikki ein heilt einastandandi og har­til fantastiskt argu­menta­tión, sum frítekur heila band­ an fyri svindil í milliarda­ klass­anum. Einasti, ið varð dømdur og mátti inn at sita, var blaðstjórin á Oyggja­ tíðindi, tí hann vágaði sær at skriva um fíggjaróskilið í blað­num. Ein og hvør við bert vanligum gonguviti mann skilja, at her ruggar ikki alt rætt - og so langt ífrá. Men hvat í Guðs garði mundi politi­valdið og rættarskipanin sum heild teinkja fyri sær og havast at í hesum fyri Føroya fólk so álvarsliga máli, ið m.a. viðførdi eitt arbeiðs­loysi upp á uml. 25 % og noyddi uml. 7000 fólk av landinum, meðan mong misti hús og heim og vórðu sett í botnleysa skuld? Hví sluppu brotsmenn­ in­ir? Hevði rættarskipanin longu frá byrjanini eina skjúlda ætlan, ið gekk út upp á ikki at leggja seg út við teir stóru, tí teir óttaðust politisku avleiðingarnar mill­ um Føroyar og Danmark, um kriminnelli bandin varð innisperraður? Teir kendu trupulleikarnar í '50-unum, tá stríðið bert stóð um ein lækna. So best var helst at binda um heilan fingur. Hetta eigur at verða kannað til botns, tí tað sær út til at fingið sera óhepnar fylgir bæði fyri heiðurligheit og reiðiligheit yvir ein breiðan kamb og hevur verið og er til alstóran skaða fyri land og fólk. Lítið og einki fær fylgir. Stjórar, ið hava koyrt banka á heysin, fáa lovað milliónir sum fráfaringarløn fyri gott og trúfast arbeiði og har­um­ framt góð størv. Skattasnýtarar og mvg- svik­arar í 100 mill. kr. klass­ anum ganga sum flippu­ menn og spæla kong gularót, meðan aðrir eru konkurs­ ryttarar við dýrum bilum og á uttanlandaferðum minst tvær ferðir um árið, meðan heiðurlig fólk stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Soleiðis hevur tað verið í mong. Mong vita tað. Men fá hava roynt at steðgað hesum fíggjarliga galskapinum. Hetta verður bert sæð sum liður í øllum svansinum, har mong - ið fíggjarliga sleppa at liva og láta, sum teimum listir -eru brøður í andanum og integreraðir í høgraradikala politiska hovinum. Politiski myndugleikin spælir sløvur, meðan hin eina skitna hond­ in vaskar hina skitnu hondini reina. Nepotisman florerar. Og alt letur seg gera, um tú stuðlar høgra. Himmalhøgu vøruprísirnir verða væl­ signaðir av høgra, tí mono- og duopollingarnir eru við í høgraklaninum. Fólksins verja er avmonterað, um hon nakrantíð hevur verið til. Býtið av fólksins ogn, er ein søga fyri seg, sum sól­ klárt treingir til eina djýpt­ gangandi kanning og av­dúk­ ing. Pensiónskattingin og flat­ skattaskipanin mugu kann­ ast til botns, og úrslitið al­ mannakunngerðast, so fólkið kann tala út frá eksakt­ari vitan og ikki einans frá høgra­propagandistiskum hávum. At fjøldin framvegis finnur seg í politisku viðferðini er óskiljandi. Kanska er portrið til Danmarkar ein endaloysn, sum kann gerast aktuel, um fátækradømi, arbeiðsloysið ella kúgan ikki verður at liva við her á oyggjunum. Men tað er fúl skomm at fólk okkara ikki kann velja at verða her, um tey ynskja tað, tí politiska skipanin er gjøgnumsúrgað av fíggjarligum órættvísi. Skipað mótstøða er neyð­ ug, skal órættvísi steðgað. Lættar loysnir finnast neyv­ an, men vit kunnu byrja við at krevja tvær óheftar kanningar, ið skulu finna fram til: I. Hví verður fíggjarligur kriminalitetur, í vissum før­ um , loyvdur? 2. Hví verða skattaeftir­ støður ikki innkravdar? 3. Hví sleppa summi frá at gjalda mvg? 4. Hví er eingin prísansari á øllum vanligum vørum? 5. Hvussu nepotisma -. vina- og kenningapolitikkur verður praktiseraður - og hvussu hetta kann verða steðgað við lóg. Kanska átti annað at verðið tikið við. Til H við høgra! dagfinnur danbjørg