fríggjadagur 25. mai 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ung í arbeiði
Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum arbeiði
Ung í arbeiði er ein verkætlan, har Tórshavnar kommuna bjóðar ungdóminum at
gera fyrifallandi arbeiði so sum smáumvælingar, lúka og sópa gøtur, mála og rudda.
Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 2. juli-13. juli ella 16. juli-27. juli. Lønin er tann sátt-
málaavtalaða tímalønin umframt frítíðarløn.
Kravið er, at tú ert 14 ár 2. juni, men ikki 17 ár 27. juli. Harumframt er treytin, at
tú ert búsitandi í Tórshavnar kommunu. Ert tú t.d. í skúla aðrastaðni, men flytur aftur
til kommununa í summarfrítíðini, kanst tú eisini søkja.
Tilmelding
Ert tú til dystin fús, skalt tú melda teg til umvegis www.torshavn.fo í tíðarskeiðnum
24. mai til 5. juni. Teldur eru tøkar á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og á Kunningar-
stovuni.
Vit sóknast eftir bólkaleiðarum
Dugir tú at arbeiða við ungdómi, ert ágrýtin, torir at taka avgerðir og ert mitt í tjúgu-
num ella eldri – so ert tú júst tann, vit sóknast eftir sum bólkaleiðara til Ung í arbeiði.
Kommunan setur eingi krøv um útbúgving, men góður kunnleiki til vanligt anleggs-
arbeiði er ein fyrimunur.
Bólkaleiðarin hevur, saman við samskiparanum, leiðsluna av ungdómunum, ið skulu
gera fyrifallandi arbeiði í kommununi.
Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Havnar Arbeiðsmannafelag og
Havnar Arbeiðsgevarafelag. Viðbót verður latin fyri at virka sum bólkaleiðari.
Arbeiðið fevnir um tíðarskeiðið 29. juni til og við 27. juli.
Meira fæst at vita um verkætlanina frá samskiparanum Petur Háberg við at senda
teldupost til ungiarbeidi@torshavn.fo
Umsókn skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. juni
2012. Á heimasíðuni hjá Ung í arbeiði kanst tú søkja um starv sum bólkaleiðari.
Tú kanst eisini senda umsóknina við telduposti til ungiarbeidi@torshavn.fo ella til
Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn. Merkjast skal á brævbjálvan
»Bólkaleiðari Ung í arbeiði 2012«.
Tórshavnar kommuna