fríggjadagur 25. mai 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Løgmanssteypið 2. hálvfinala
Víkingur so
dánt í finaluni
Fótbóltur Hóast at kalla einki riggar hjá FC Suðuroy í Effodeildini og venjarin júst er farin til
hús, so vóru teir úr Vági um reppið at tveita oddaliðið í deildini úr steypakappingini og spæla seg
allan vegin í finaluna. FC Suðuroy vann 2-1 og mátti boyggja seg fyri regluni um útivallarmál
Pætur Albinus
Teir úr Víkingi vóru nakað skerdir
undan dystinum. Gaman í var
høgri vongverji, Bárður J. Hansen,
við aftur eftir skaða, men Hanus
Jacobsen var framvegis skaddur og
liðskiparin, Atli Gregersen, var leik
bannaður. Stutt undan dystinum
mátti Niclas Niclassen eisini taka
seg aftur, eftir at hann hevði ein
heldur merkisverdan skaða – nevn
iliga nógva tannapínu.
FC Suðuroy hevði hinvegin allar
mans tøkar, men á venjarabeink
inum sá heldur øðrvísi út, eftir at
Pól F. Joensen, sum førdi teir upp í
bestu deildina, hevði takkað fyri seg
sum høvuðsvenjari. Tórður Wiberg
Holm, Bogi Mortensen og Egill
Steintórsson tóku sær av liðnum
hendan dystin og gera tað fram til
ein varandi loysn er funnin.
FCS leyp á
Tað sást alt fyri eitt, at FC Suðuroy
ætlaði sær at leypa á og hótta
tepru leiðsluna hjá Víkingi. Teir
komu langt fram á vøllin og vóru
beinleiðis í sínum spæli mótvegis
málinum. Serliga David Asare var
eyðsýndur og hevði hann eisini
besta møguleikan fyrsta korterið,
tá ið hann sendi eitt skot beint
framvið málinum.
Eftir einum korteri kom ein
umtalað hending í dystinum. Fyrr
verandi liðfelagarnir báðir, Jón
Krosslá Poulsen og Evrard Blé komu
í hornatøk, og heimaáskoðarar- og
leikarar vildu vera við, at Víkinga-
leikarin hevði stútað málrevin hjá
vágbingum, men hetta metti dóm
arin, Eiler Rasmussen, ikki, og gav
teimum eitt gult kort í part.
Tað var serliga eitt væl spælandi
FC Suðuroy-lið, sum tilspældi sær
góðar málmøguleikar. Eftir góðum
hálvum tíma fekk Jón Krosslá
Poulsen ein risa stóran møguleika
og fekk møguleikan at renna
púra leysur mótvegis málinum,
men hann misti tamarhaldið á
bóltinum. Víkingur lúrdi hinvegin í
mótálopunum og Lasse Qvist hevði
eisini ein góðan málmøguleika, men
hann lyfti bóltin upp um bæði mál
mann og málið sjálvt.
Víkingur kundi vera betur nøgt
við, at støðan í hálvleikinum var
málleysur javnleikur, 0-0.
Um reppið
Tað, at FC Suðuroy ikki hevði
hepnið við sær í stóra trýstinum í
fyrra hálvleiki, sá ikki út til at hava
troyttað leikarar teirra nakað. Hin
vegin løgdu teir enn betur fyri í
seinna hálvleiki og spældir vóru
ikki stórt meiri enn tveir minuttir,
tá ið Jón Krosslá Poulsen legði FC
Suðuroy á odda 1-0 eftir eina góða
sending frá einum væl uppløgdum
Palla Augustinussen.
Hesa løtuna brendi av álvara á
frammanfyri Víkinga-málinum, og í
einu støðuni vardi stongin fyri. Júst
sum FC Suðuroy sá út til at hava
tamarhald á øllum og kundi økja um
leiðsluna, so svaraði Víkingur aftur.
Teir fangaðu bóltin í uppspælinum
hjá FC Suðuroy, og í einum góðum
mótálopi endaði bólturin hjá Lasse
Qvist, sum við aftaru stong sendi
bóltin í málið til 1-1.
FC Suðuroy hevði nú tørv á
at fáa tvey mál orsaka av regluni
um útivallarmál. Teir roundu at
trýsta og í sjálva 90. minutti eydn
aðist tað Palla Augustinussen at
leggja FC Suðuroy á odda 2-1, tá
ið hann fiskaði ein bólt frá Geza
Turi, sum kom ov langt út og kom
púra skeivur av bóltinum. Tað var
um reppið, at FC Suðuroy eisini
fekk finalugevandi 3-1-málið, men
Víkingur vardi væl fyri. FC Suðuroy
vann dystin 2-1, men umvegis ein
samlaðan 2-2-javnleik og munin í
útivallarmálum er tað Víkingur,
sum nú kann fyrireika seg til
steypafinaluna ímóti EB/Streymi.
albinus@sosialurin.fo
Lasse Qvist skoraði avgerandi útivallarmálið hjá Víkingi í Vági
Savnsmynd: Álvur Haraldsen