fríggjadagur 25. mai 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Løgmanssteypið 2. hálvfinala
Ótrúligur dystur
FÓTBÓLTUR Tað var einki minni enn ein fótbóltsuppliving av teimum heilt stóru, tá
HB og EB/Streymur spældu seinna hálvfinaludystin í steypakappingini
Rólant Waag Dam
Steypakappingardysturin millum
HB og EB/Streym í Gundadali
verður seint gloymdur. Ikki fyri
vakra
fótbóltsspæli,
men
fyri
mongu málini, nógvu feilirnar og
ófatiliga dramatikkin.
Fyrri dysturin endaði 4-1 til EB/
Streym. Sostatt skuldi HB vinna
minst 3-0, um liðið ætlaði at spæla
seg víðari. Og tá klokkan vísti 59
minuttir broyttist støðan frá 2-0
til 3-0! Eitt ótrúligt úrslit og eitt
ótrúligt comeback av HB, sum hevði
tapt teir báðar undanfarnu lands
kappingardystirnar. Helt úrslitið
sær,
hevði
høvuðsstaðarfelagið
gjørt tað ógjørliga og spælt seg
víðari!
Tað gjørdi tað flestum kunnugt
ikki. Heili fýra mál komu aftrat
í dystinum, soleiðis at tær báðar
hálvfinalurnar
liðanna
millum
taldu heili 12 mál.
Høvdu alt at vinna
Endaliga úrslitið gjørdist 5-2. Við
øðrum orðum gjørdi HB tað, sum
skuldi gerast frameftir vøllinum,
men í verjustøðu vóru teir ikki
nóg
ansnir,
ásannar
Sigfríður
Clementsen, venjari hjá HB.
– Útgangsstøði var, at EB/
Streymur hevði alt at missa og vit
høvdu alt at vinna. Tá haldi eg eisini,
at vit sóu. Serliga í fyrra hálvleiki
var munurin stórur millum liðini.
Í seinna hálvleiki kom Pauli G.
Hansen á vøllin, og tá gjørdist
spælið hjá EB/Streymi meiri skipað.
Kortini skapa vit møguleikar, men
geva so tvey mál burtur, sum eru
ov løtt. Hetta er eisini tað, sum
eyðkennir EB/Streym, at teir hava
so
sterkar
einstaklingar,
sum
skora mál burtur úr ongum, sigur
Sigfríður Clementsen um dystin.
20 minuttir nóg mikið
Eisini Heðin Askham ásannar, at
tað var HB, sum stýrdi dystinum.
– Fyri okkara viðkomandi var
hatta ein øgiliga keðiligur dystur,
har einki riggaði. Vit eru við í
tilsamans 20 minuttir, har vit eisini
skora tvey mál. Annars riggaði einki
og ongar avtalur vóru hildnar. Vit
skulu prísa okkum lukkuligar fyri,
at vit førdu 4-1 undan dystinum,
sigur Heðin Askham.
rolant@sosialurin.fo
HB var líkavið at vinna sær finaluplássið í einum ótrúligum dysti í Gundadali
Myndir: Álvur Haraldsen