Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Effo-deildin 10. umfar upptakt Jóannes Hansen Fyri triðju ferð í ár verður klass­ ikarin millum Havnina og Klaksvík á skránni, tá ið HB 2. hvítusunnudag tekur ímóti KÍ. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini í Klaksvík skift­ ust liðini um at vera leikliga omaná. Tað endaði 5-3 til HB eftir dramat­ iska uppgerð og longda leiktíð. Landskappingardysturin í 3. umfari í Klaksvík endaði 1-1. Ta ferð­ina misnýtti HB brotsspark, tá ið eitt korter var eftir. Eftir tvey stórtap í lands­kapp­ ingini og eitt stórtap í steypa­ kappingini fótaði HB sær rættuliga mikukvøldið. Hóast tað ikki rakk til finalupláss, so boðar 5-2 sigurin á EB/Streymi frá, at tað er tyngd og broddur í, tá ið álopsparturin riggar. Verri er statt í verjupartinum. Tølini siga, at HB hevur skorað næstflest mál, og at tað bara er hjá trimum teimum niðastu á talvuni, at fleiri mál eru farin ígjøgnum enn hjá HB. Allir teir, sum mikukvøldið vóru við til at vinna 5-2 á EB/Streymi, eru tøkir á HB liðnum. Eftir laka byrjan hevur KÍ rættu­ liga fótað sær. Fýra sigrar á rað eru orsøk til, at klaksvíkingar nú eru omanfyri HB á støðutalvuni. KÍ eygleiðararnir, sum vóru í Gundadali mikukvøldið, sóu, at tað er í aftaru røðunum, at ketan er veik hjá HB, meðan tað í fram­ rættaða spælinum eru bæði hug­ flog og mál. Tí er einki at ivast í, at klaksvíkingar fara at halda seg til gomlu uppskriftina hjá bygdar­ monnum, sum sigur, at tað er óða­mannaverk at geva HB loyvi at varð­veita bóltin, og at tað ofta roynist væl, tá ið sigursvanda liðið verð­ur stressað frammarlaga á vøll­ inum. Tað er stór kapping um plássini á KÍ liðnum. Einasti maður, sum ikki er tøkur hesa ferð, er Henry Heinesen, sum seinastu ferðirnar hevur verið ytstur á miðvøllinum í høgru. Ímóti Víkingi loysti Kristoffur Jakobsen Henry av, og tað er upp­lagt, at Kristoffur hesa ferð verður í tí ódnini frá fyrsta bríksli. Í fjør fór KÍ báðu ferðirnar úr Gundadali við sigrum ímóti HB – 4-1 og 3-1. HB - KÍ: Eiler Rasmussen 2. hvítusunnudag kl. 15.00 Víkingur hevur verið á ovasta plássi, síðani talvan varð skrivað eftir 5. umfar. Seinastu ferðirnar hevur talan ikki verið um úrtøku, og nú er møguleiki fyri, at Víkingur 2. hvítusunnudag skal missa odda­ sessin. B68 bíðar á Svangaskarði, og felags fyri bæði liðini er, at tað seinastu ferðirnar ikki hevur roynst væl. Tap tríggjar ferðir á tað eru orsøk til, at toftamenn nú kenna tað brenna undir sær. Tað er bara hjá FC Suðuroy, at fleiri mál eru farin ígjøgnum enn hjá B68. Pauli Poulsen hevur roynt nógv­ ar spælarar í verjuni. Jóhan Dávur Højgaard er tøkur aftur eftir leik­ bannið ímóti EB/Streymi. Víkingur hevur eisini tapt tríggjar ferðir á rað – tvær ferðir í lands­kappingini og mikudagin í steypa­kappingini. Tað eydnaðist kortini Víkingi at spæla seg í steypa­ finaluna. Positivt vat tað eisini, at Lasse Qvist endiliga fann málið. Atli Gregersen er tøkur aftur eftir leikbann, og Niclas Niclassen, sum í Vági sat sjúkur á beinkinum, er tøkur aftur. Saknurin í Hanusi Jacobsen hevur verið sera stórur. B68 - Víkingur: Ransin N. Djurhuus 2. hvítusunnudag kl. 15.00 Skulu fóta sær av nýggjum Tað verður álop ímóti álopi Fótbóltur Avrikini undanfarnu ferðirnar boða frá, at stórur dentur fer at verða lagdur á at leypa á, tá ið klassikarin millum HB og KÍ verður í Gundadali HB vísti sannførandi álopsspæl í steypakappingini mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen