Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 13 - 20. januar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 13 - 20. januar 2000 KEYP SUMMAR- DEKKINI NÚ KEYP SUMMAR- DEKKINI NÚ P/f Esmar Simonsen Kambsdalur Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29 E-mail: es@es.fo 4 stk. alufelgur 7x15" 4x100 4 dekk 195.50x15 Kunnu nýtast til t.d. Toyota, Opel, VW og aðrar. Prísur 5.900.- Sosialurin - 311820 BILLUTIR ÚTVEGAST TIL FLEST ALLAR BILAR F.A. BILLUTIR tlf. 421605 fax 421666 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. P/F 200, P/F Føroya Shell, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Jørn Webler, Fåborgvej 22, DK-4000 Roskilde (forma›ur). Innkomin í nevndina: Lars Erik Clausen, Stenløkken 90, DK-3460 Birkerød (forma›ur). Skráseting Føroya tann 18. januar 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 120, Sp/f Erik, 530 Fuglafjør›ur. Vi›tøkur broyttar: 08.10.1999. Nevnd: Farin úr nevndini: Kaj Eli Blábjørg, 665 Skipanes (forma›ur), Maria Blábjørg, 530 Fuglafjør›ur og Rigmor Johanne Sigga Jacobine Toftegaard, 530 Fuglafjør›ur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Ólavur Krossteig Joensen, 665 Skipanes. Innkomin sum stjóri: Kaj Eli Blábjørg, 665 Skipanes. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av stjóranum. Skráseting Føroya tann 18. januar 2000 Kristin Balle _____________________ DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 2000 2000 20002000 -ver við frá byrjan! Haldarar í Føroyum: 320,-/ársfj. Haldarar í Europa: 490,-/ársfj. Onnur lond: Ymiskir prísir Internet: 240,-/ársfj. Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300  212380 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Sløkki- og neyðútgerð Sosialurin - 311820 • Brannslangir • Slanguvognar • Eldsløkkjarar • Brannteppir • Forbindsskáp • Børir Vit útvega flest alla útgerð innan sløkki- og neyðútgerð. jakup JÁKUP MØRK Á hvørjum ári verður stór simultankapping innan bridge fyriskipað, og árið í ár er einki undantak í so máta. Bridgesambandið hevur júst sent út tíðinda- skriv, har boðað verður frá hesi kapping, eins og steypakappingini. Føroya Bjór simul- tan Føroya Bjór Simultan verður nú leygardagin 22. januar. Hetta er ein parakapp- ing fyri allar Føroyar, har tey somu kortini verða spæld samstundis á teimum ymsu spælistøð- unum. Spælt verður í Klubb- anum á Tvøroyri (tekning hjá Ásu Jacobsen, tel. 37 12 39) , í gamla skúla í Miðvági (tekning hjá Já- kupi Egholm, tel. 33 35 42), í Matmøðrafelags- húsinum í Klaksvík ( tekning hjá Sámal Júst Dahl, tel. 45 58 68), í Lonini í Fuglafirði (tek- ning hjá Dia Jacobsen, tel. 44 42 70), og í Bridgehúsinum í Havn (tekning hjá Boga Simon- sen, tel. 31 20 33). Byrjað verður at spæla klokkan 10 fyrrapartin. Spæld verða í minsta lagi 28 spøl. Í fjør tóku 54 pør lut í kappingini, og FBS vænt- ar eina minst líka stóra luttøku hesa ferð. Tað samlaða úrslitið fyri landið verður kunn- gjørt í bløðunum og í út- varpinum komandi viku. Tey, sum hava atgongd til internetið, kunnu síggja úrslitini á heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag (www.bridge.fo) so skjótt sum uppgerðin er liðug - helst seint leygarkvøldið. Steypakappingin Nú er eisini tíð at tekna seg til steypakappingina. Seimifinalurnar og final- an í steypakappingini verða seinast í mars má- naða. Hvussu tey innleið- andi umførini verða spæl- d, veldst um, hvussu nógv lið tekna seg. Seinasta freist at tekna lið til steypakappingina er 5. februar hjá Boga Simon- sen, kappingarleiðara, á telefon 31 20 33 ella Mar- jun Restorff, telefon 31 91 42. Bridgekappingar Bridgefeløgini kring landið eru sera virkin í hesum døgum, og nú eru aftu kappingar á skránni JÁKUP MØRK Seinastu tvey árini, hava Føroyameistararnir í rógv- ing fyri tíggjumannafør ver- ið á Scilly oyggjunum, har teir hava luttikið í stórari kapping. Soleiðis verður eisini í ár, tá suverenu vinnararnir av Eysturingi fara til oyggjar- nar, har teir seinasta ár fingu sera gott úrslit. Ikki einsamallir Hesu ferð verða teir tó ikki einsamallir á ferðini, tí sum skilst, so ætla kvinnurnar á Jarnbardi eisini at royna seg í tí slagnum av rógving, sum kappast verður í á Scilly oyggjunum. Síðani báturi varð tikin í nýtslu, hevur manningin all- JÁKUP MØRK Í seinastu viku visti Norð- lýsið at siga frá, at KÍ hevur gjørt sáttmála við 17 ára gamla unglingamálverjan, Carsten Joensen. Tey, sum hava sæð Car- sten vart málið í ungdóms- deildunum hjá KÍ, munnu helst vera á einum máli um, at her er talan um ein leikara við framúr góðum evnum. Hetta sæst eisini aftur í, at hann higartil hevur umboð- að Føroyar heili 21 ferðir í landsliðshøpi, og millum annað var hann longu sum 14 ára gamal at síggja á U- 16 landsliðið okkara. Frammanundan hevur Klaksvíkin eisini fostrað nógvar góðar málmenn, og fremstur av hesum man helst vera núverandi lands- liðsmálverji okkara, Jákup Mikkelsen. Ungdómsarbeiði ber ávøkst Svend Jacobsen, formaður í KÍ, sigur við Sosialin, hett- a er ein liður í langtíðarar- beiðinum hjá KÍ. Stutt fyri jól skrivaði felagið eisini sáttmála við fimm aðrar unglingaleikarar, og eru hesir, eins og Carsten, nú sáttmálabundnir at felag- num tey bæði komandi ár- ini. Teir fimm, sum felagið skrivaði sáttmála við tá, eru; Christian á Lakjuni, Rógvi Laksáfoss, Atli Danielsen, Hjalgrím Eltør Jacobsen og Símun Joensen. Hesir eru allir útileikarar, og við eitt sindur av ættargransking sæst eisini, at talan her er um fleiri væl kend nøvn í fótbóltshøpi, og hvør veit, um ikki hesir ungu leikarar koma at mynda føroyskan fyrstudeildarfótbólt í fram- tíðini. Kanska liggur henda framtíð heldur ikki so langt burturi, tí í Klaksvíkini hava teir ofta borið orð fyri at nýtt nógvar ungar leikarar, og besta dømi um hetta man helst vera liðið, sum í 1991 gjørdist føroyameistarar, hóast stórur partur av leik- arunum enn hevði aldur til at leika í unglingadeildini. Hetta er fyrstu ferð, at KÍ ger sáttmála við somikið ungar leikarar, og Svend leggur afturat, at hetta so at siga eru fyrstu fruktirnar, sum verða heystaðar av tí ungdómsarbeiði, sum felag- ið hevur framt seinnu árini, og sum byrjaði, tá Annfinn Danielsen fyri trimum árum síðani varð settur at skipað ungdómsvenjingarnar í Klaksvík. Eru byrjaðir Besta mansliðið har norðuri er so smátt farið undir ven- jingarnar, og hóast nýggi venjarin, Tomislav Sivic, ikki kemur til landið fyrr enn seinast í hesum mánað- inum, so verður vant tvær ferðir um vikuna. Kí tryggjar sær nú framtíðina Kí hevur seinastu tíðina gjørt sáttmála við ikki færri enn 6 unglingaleikarar, soleiðis at felagið eisini í framtíðini kann varveita oddastøðuna í føroyskum fótbólti ÍtróttarSosialurin kann eisini lesast á alnótini: www.sosialurin.fo Sum vera man, so eru Klaksvíkingar rættuliga spentir, nú tað aftur stundar til fótbóltin, og spenning- urin man helst ikki vera minni eftir góðu avrikini í 1999. Um tað so eydnast teim- um at endurvinna meista- raheitið, ella um steypið má latast øðrum felag í varveit- slu, fæst at vita um góðar 9 mánaðir. Jarnbardur til Scillyoyggjarnar Tá tíggjumannafarið hjá runavíkingum um nakrar mánaðir skal til Scilly- oyggjarnar at rógva kapp, verða teir ikki einsamallir føroyingar á ferðini a tíðina talst millum bestu kvinnumanningarnar í land- inum, og fleiri ferðir hava tær verið bestar, tá stigini fyri árið er tald saman. Seinasta ár var als eingin ivi, og eins væl og runa- víkingarnir, fingu havnar- genturnar av bláa bátinum fult stigatal. Spennandi verður tí at vit- a, um Føroyar á komandi kappingini kunnu verða umboða í tveimum finalum, sjálvandi treytað av, at Eyst- uringur eins og seinasta ár vinnur sær pláss í finaluni Fyri at tryggja sær, at útlitini fyri einum góðum úrsliti eru so góð sum gjørligt, hava genturnar longu verið og roynt serliga bátaslagið, sum róð verður við. Peningur er sjávsagt eisini neyðugur til eina slíka ferð, og hesum partinum hava genturnar sjálvar syrgt fyri. Vónandi kunnu tær fegnast eins nógv á Scillyoyggjunum, genturnar á Jarnbardi Carsten, v.m., saman við Svend Jacobsen, formanni í KÍ Mynd: Norðlýsi