hósdagur 20. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 13 - 20. januar 2000
Hús til sølu
Um nóg høgt boð fæst, verða sethúsini á
Hetlandsvegi 6, Tórshavn lýst til sølu.
Nærri fæst at vita við at venda sær til:
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145
Tímalærari til
Fiskivinnuskúlan
Søkt verður eftir tímalærara í informatións-
viðgerð (B-stig) at byrja á Fiskivinnuskúl-
anum í Vestmanna 14. februar 2000. Undir-
vísingartímatalið er 4 tímar um vikuna.
Umsøkjarar skulu hava prógv frá lærdum
háskúla e.l., sum gevur førleika at undirvísa
í lærugreinini.
Tímarnir verða løntir samsvarandi tímalær-
arum á studentaskúla- og HF-skeiðunum.
Umsókn skal skrivast á serligt umsóknar-
blað, sum fæst á Fiskivinnuskúlanum ella á
Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Meira
fæst at vita við at venda sær til skúlastjóran
á Fiskivinnuskúlanum.
Umsóknir við ljósprentum av próvskjølum
v.m. skulu vera skúlastjóranum í hendi í sein-
asta lagi fríggjadagin 4. februar 2000.
Fiskivinnuskúlin
Postrúm 96
350 Vestmanna
Tlf. 42 45 73
Teldupostur:
fiskvest@fiskvest.fo
Skeið í eiturvistfrøði
(økotoksikologi)
og dálking
Fyrsta februar byrjar skeið í eiturvistfrøði og
dálking á Fróðskaparsetrinum.
Skeiðið er á 6. lestrarhálvu í Bs útbúgvingini
í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Fólk við
hóskandi førleikatreytum, ið ikki eru knýtt at
Fróðskaparsetrinum, kunnu eisini fylgja
skeiðnum.
Marian Dam frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
undirvísir í grundleggjandi hugtøkum innan
eiturvistfrøði og dálking, m.a. tungmetallum,
østrogenum, DDT, PCB og dioxinum. Arne
Nørrevang frá Náttúruvísindadeildini undir-
vísir í oljudálking og eutrofiering og Hans
Pauli Joensen, eisini frá Náttúruvísindadeild-
ini, undirvísir í radioaktiviteti. Undirvísingin
endar 25. februar, tá landsstýrismaðurin í
umhvørvismálum, Eyðun Eltør, fer at greiða
frá føroyskum umhvørvispolitikki.
Undirvíst verður hvønn dag frá kl. 10.15-
12.00
Skrivlig próvtøka verður 3. mars 2000
Tey, ið ynskja at vita meira um skeiðið, kunnu
hyggja á heimasíðuna hjá Náttúruvísinda-
deildini:
www.sleipnir.fo/setur/nvd/undirpla.htm. Her
er ein undirvísingarætlan, har tú sært, hvørji
evni verða gjøgnumgingin teir einstøku dag-
arnar, og hvar í lærubókini evnið er umrøtt.
Tey, ið kundu hugsað sær at fylgt skeiðnum,
kunnu venda sær til Náttúruvísindadeildina
á Fróðskaparsetrinum tel. 31 53 06.
Náttúruvísindadeildin
Dagligur leiðari
Søkt verður eftir dagligum leiðara til Kaggan.
Arbeiði umfatar starvsfólk, innkeyp og lagur
umframt tað dagliga arbeiði.
Fyrimunir eru um viðkomandi dugir at ar-
beiða sjálvstøðugt og við teldu.
Løn sambært avtalu.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan
1. febr. 2000 og skulu sendast til
Kaggan
Dalavegur 1
100 Tórshavn
og merkjast »dagligur leiðari«. Umsóknirnar
verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri fæst at vita um starvið á tlf. 21 41 70.
Nevndin
Fyribilsskattaskráin 2000
Fríir ágóðar v.m.
Hjá teimum, sum hava ymisk framíhjárættindi
sum part av lønini, ásetur Toll- og Skattaráð
Føroya eina ferð um árið virðið á hesum lunn-
indum, og eru virðini fyri 2000 hesi, íroknað
meirvirðisgjald:
a) Virðið á fríum bústaði:
íbúð (partur av húsum) pr. m2 kr. 424
íbúð (heil hús) pr. m2
kr. 334
b) Eginnýtsla av el
kr. 6.200
c) Eginnýtsla av olju
kr. 9.700
d) Frí telefon
kr. 4.200
e) Virðið á fríum kosti pr. dag:
3 máltíðir
kr. 78
2 máltíðir
kr. 59
1 máltíð
kr. 43
f) Virðið á fríum bili:
1100 kg og undir
kr. 41.700
1101 kg til 1300 kg
kr. 53.300
1301 kg og meira
kr. 66.500
Allir aðrir bilar, sí viðmerking niðanfyri,
kr. 31.200/
20.800
Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi
Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum á
vørum og framleiðslum, sum hann tekur úr virki
sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum
ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keyps-
virðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum vør-
um.
Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skatta av
tí partinum av útreiðslunum, sum svarar til privat-
nýtsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós
og hita, har útreiðslurnar umfata bæði privatu
og vinnuligu nýtsluna.
Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur
skal gera eina neyva metan av, hvussu nógv er
privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla, og
skal henda metan vera við atliti til stødd á t.d.
húsi og húski.
Sum leiðbeinandi minstamark hevur Toll- og
Skattaráð Føroya tí ásett hesi virði fyri nýttar
vørur:
g)
Eginnýtsla av vørum:
Bakarar
kr. 6.000
Bakarar við keypmansvørum
kr. 7.900
Keypmenn
kr. 21.300
Leiðbeinandi minstamark fyri privatnýtslu av bili
hjá hýruvognsførara er kr. 14.800.
h) Virðið á partaeigaralánum hjá høvuðsparta-
eigarum: 9%
i) Kapitaleftirlønarfrádrátturin er hægst
kr. 40.100
j) Frádráttur hjá donskum lesandi
kr. 58.000
Viðmerking til „Allir aðrir bilar“ undir f)
Omanfyri nevndu upphæddir eru galdandi fyri
bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í ll.
nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á
motorakførum.
Fyri bilar skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í ll. nr.
175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á mo-
torakførum verður virðið sett til 75% av upp-
hæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Fyri aðrar bilar enn omanfyri nevndu t.d. bilar
skrásettir eftir § 6 og § 8 í ll. nr. 175 frá
18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakfør-
um verður virðið sett til 50% av upphæddini fyri
bilar undir 1100 kg.
Toll- og Skattstova Føroya tilskilar sær rætt at
krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin.
Tórshavn, 17. januar 2000
Toll- og Skattaráð Føroya
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið
s¿kjast
HerviÝ verÝur s¿kt eftir nttarvaktum
til SMS.
ArbeiÝstÝin er fr kl. 23.00-08.00.
Leygar- og sunnumorgnar t til
kl. 10.00.
Arbeitt verÝur 1 viku og fr 1 viku.
Umsknir kunnu sendast til:
Postboks 1059 ¥ 110 Trshavn
Att.: Hans Mortensen
Tel. 31 30 41
Sosialurin - 311820
sosialin
Halt
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
KT-deildin er ein stápur
undir stjóranum, sum
hevur til uppgávu at
umsita innanhýsis edv-
skipanina á Føroya Tele.
Menningin og
broytingarnar á Føroya
Tele hava ført við sær, at
virksemið á KT-deildini er
munandi økt. Tørvur er tí á
einum starvsfólki til
uppgávur innan lokalnet
og PC’arar.
Í sambandi við at vit ætla
at styrkja deildina, skulu
vit brúka eitt starvsfólk
afturat á KT-deildini.
Í KT-deildini starvast 9
fólk, og taka tey sær av
øllum innanhýsis edv-
kervinum á Føroya Tele.
Tað er ein fyrimunur, um
umsøkjarin hevur
kunnleika til eitt ella fleiri
av fylgjandi:
• Lokalnet
• Novell
• Groupwise
• Windows NT
• PC'arar
• Netprintarar
• Almennan EDV
kunnleika
Umsøkjarin skal eisini
hava góðar menniskjaligar
eginleikar, duga at
samskifta og at arbeiða í
bólki.
Arbeiðið verður alt
fyrifallandi edv-arbeiði í
sambandi við okkara
lokala /PC’netverk.
Vit vænta, at umsøkjarin
hevur viðkomandi KT-
útbúgving ella royndir á
líknandi stigi.
Nýútbúgvin eru eisini sera
vælkomin at søkja.
Løn sambært sáttmála og
kvalifikatiónir.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Michael Thomsen á
telf. 303030.
Umsóknir skulu vera
starvsfólkadeildini í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 11.
februar 2000 og skulu sendast til:
Føroya Tele
Att.: Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo
Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Telefonverkið · Reg. no. 2697
Starvsfólk til KT-deildina
Starvsfólk til KT-deildina
KT-deildin
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjør›ur
Tlf. 444405
Fax444629
Søkt verður eftir
fólki
Til arbeiðspláss okkara í Havn – á Eystaru
Bryggju og á Glyvursnesi – sóknast vit eftir:
mekanikara
spreingimeistara
royndum maskinførarum
Áhugaði biðjast venda sær til skrivstovu
okkara uttast á Eystaru Bryggju – yrkadagar
millum kl. 14 og 16 – har nærri fæst at vita
frá Lis Johansen.
P/F E. Pihl & Søn Føroyar
Tlf. 31 76 46 • fax 31 46 86
Missiónsvika
– bjóða verður til missiónsviku
í Meinigheitshúsinum í Havn
í døgunum 23. januar til 30. januar 2000
Skráin verður hendan
Sunnukvøld 23. januar kl. 18.00
Talari Heri Joensen, prestur, Havn
Manskórið í Sandoy luttekur
Mánakvøld 24. januar kl. 20.00
Talari Sørin Steinhólm, prestur, Havn
Kristiliga Sangkórið luttekur
Týskvøld 25. januar kl. 20.00
Talari Sverri Kass, Strendur
Argjakórið luttekur
Mikukvøld 26. januar kl. 20.00
Talari Pól Jóhannesen, Hvannasund
Meinigheitskórið í Havn luttekur
Hóskvøld 27. januar kl. 20.00
Ungdómurin skipar fyri kvøldinum
Talari Bárður Kass Nielsen, Nes
Gittit luttekur
Fríggjakvøld 28. januar kl. 20.00
Talari Torleif Johannesen,
sjómanstrúboðari, Nes
Petur Hans Hansen og Thomas Dam luttaka
Leygarkvøld 29. januar kl. 20.00
Talari Regin Høgnesen, trúboðari, Leirvík
Manskórið í Meinigheitshúsinum luttekur
Sunnudag 30. januar
kl. 14.00 Familjumøti
kl. 18.00 Møti
Talari Regin Høgnesen, trúboðari, Leirvík
Streingjakórið í KFUM og K í Klaksvík luttekur
kl. 21.00 Eftirmøti
Gittit luttekur
Øll eru hjartaliga vælkomin
DATANOMSKEIÐ
Um nóg stórur áhugi er, verður í vár farið
undir 2 nýggj datanomskeið, hesaferð í
Systemmenning II (lærari Poul Rytter Larsen)
Dátugrunnar II (lærari Allan Dresling)
Tey, sum vilja vita meira um skeiðini, kunnu
venda sær til skúlan eftir tilfari ella hyggja á
heimasíðuna:
heima.olivant.fo/~jonsen/datanom
Próvtøkan verður hálvan mai.
Roknað verður við, at skeiðluttakararnir hava
merkonomútbúgving ella hægri handilsprógv
ella drúgvar, fjølbroyttar royndir í arbeiði við
teldum.
Kostnaður kr. 2.150,00, bókin ikki íroknað.
Áhugað verða biðin um at venda sær til skúlan
tel. 31 71 77 skjótast gjørligt og áðrenn miku-
dagin 26. januar.
Sosialurin - 311820
Marknagilsvegur 77 • Postsmoga 177 • FO-110 Tórshavn
FØROYA HANDILSSKÚLI
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
-maskinurnar
sum halda!
• Gravmaskinur –nógv model
• Lessarar við óteljandi møguleikum!
Vælegnaðar til byggi-
virkir, entrepenørar,
bøndir, jarðarbrúk o.a.
Keyp góðsku
– keyp Bob Cat!
Sosialurin - 311820
Sosialurin