fríggjadagur 25. mai 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
4
VIKUSKIFTI
ummæli
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
(Dublin) – Hann hevur alt ov nógvar
tónleikavinir her í Dublin, so hann
verður skít, áðrenn hann nakrantíð
kemur á konsertina.
Taxaførarin hendan dagin í Dublin
hevði ikki stórvegis gott at bera W. Axl
Rose, karismatiska frontmanninum í
Guns N’Roses.
Eingin ivi er um, at atburðurin hjá
Rose ikki altíð hevur verið so fram
úr. Trupulleikar við rúsandi løgi og
ditto evnum hava ikki bøtt um manio
depressiva lyndið, og ein avleiðing er,
at Axl í dag er einasti upprunalimurin
í bólkinum.
Fyri tveimum árum síðani gav hetta
eisini at bíta í Dublin, tá konsert var á
skránni í O2-arena í Dublin. Júst sama
høll, sum næst seinasta hósdag var
karmur um triðu konsertina á júst byrj
aðu Europa-túrinum hjá bólkinum.
Ta ferðina hótti forsangarin við at
rýma longu undir fyrsta lagnum, tí
onkur av áskoðarunum – sum tá høvdu
bíðað í hálvan annan tíma, tveitti ein
vatndunk á pallin. Og tá enn ein dunk
ur varð tveittur á pallin undir fjórða
lagnum, segði Rose farvæl.
Bøtti um skaðan
Hendingin gjørdi eisini, at fleiri vórðu
heldur bilsin, nú júst O2-arena í Dublin
varð vald til veruliga startskotið av
nýggja Europa-túrinum. Tvær konsertir
í Moskva vóru mest at rokna sum upp
hiting, áðrenn Írland, Stórabretland og
síðani europiska meginlandið skuldu
takast.
– I have some unfinished business in
Ireland, segði Rose í eini blaðsamrøðu
stutt undan fráferðini úr USA, og so
kundu vónríka áskoðararnir vóna ella
óttast – alt eftir, hvussu tey tulkaðu út
søgnina.
Hóskvøldið um midnáttarleitið
kundu tey á leið 12.000, sum vóru í høll
ini hetta kvøldið, bara ásanna, at hetta
skuldi tulkast positivt. Rose er sloppin
av við Mr. Brownstone, og Night Train
er sett á hillina, og tað bæði sæst og
hoyrist.
Sæð burtur frá út av lagi vánaliga
punk-orkestrinum, sum hitaði upp
– men sum als ikki fekk nakað lív í
fjøldina – so var talan um framúr kon
sert-uppliving. Enntá eina mest sum
intima av slagnum, nú eitt standipláss
merkir, at tú kanst troka teg so nær sum
10-15 metrar frá pallinum.
Upplivingin gjørdist ikki minni av,
at legendariska Thin Lizzy – sum aftur
hevur skift nakað út á manningarsíðuni
– hevði valt sama pallin til at skjóta
sín Europa-túr ígongd. Og við løgum
sum Jailbreak, The Boys are Back in
Town og Whiskey in the Jar fingu teir
salin at kóka, longu áðrenn nakar hevði
sæð nakað sum helst til amerikanska
høvuðsnavnið.
Sær sjálvum líkt, so lótu teir eisini
fólkið bíða eina løtu. Men tá tónleikur
Eingin yvir og eingin við síðunar av W. Axl Rose. Framúrskarandi røddin
rakar framvegis snórabeint á nótan. Hann rockar framvegis meira
enn nakar annar, og saman við framúr væl spælandi bólkinum er
hann garantur fyri eini konsert-uppliving út yvir tað vanliga
Axl
fullur
av krúti
November Rain var sjálvandi partur av ógloymandi framførsluni
★★★★★★