Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 60 · 25. mai 2012 5 VIKUSKIFTI hjá Rage against the Machine byrjaði at ljóða úr hátalarunum, vistu tey flestu, at nú var tíðin komin. Til eina eina­ standandi rock-framførslu, har eingin fingur kundi setast á nakað sum helst. Hóast seinasta útgávan bert er hálvt­fjórða ára gomul, so vóru tað fyrst og fremst árini ’87 til ’91, sum skaptu legenduna um Guns N’Roses. Og hóast nøkur løg vóru av Chinese Demo­cracy, so vóru tað tey frá Appetite for Destruction og Use Your Illusion – tí­verri eingi av Lies, sum fingið takið í høll­ini at lyfta seg. Rose var í stórformi. Røddin er betri, enn hon hevur verið í nógv ár, og høgu tónarnir í Sweet Child O’mine, Civil War ella You Could be Mine fingu á ongan hátt sangaran at hveppa seg. Stórsmílandi og hart-rockandi helt hann trýstinum uppi í samfullar tríggj­ ar tímar. Og yvirskot var enntá til at skemta nakað, tá hann helt fyri, at ein skaði í beininum gjørdi, at hann ikki fekk runnið so nógv sum vant. »I hope you don’t mind me moving less than usual, although I’m probably moving a whole lot more than I was the last time I was here« Kryddað við hópin av solo’um, har allir í bólkinum fingu høvi at reypa sær, var framúrskarandi sangarin garantur fyri einum ógloymandi kvøldið, sum so ruddiliga staðfesti, hví bólkurin fekk innivist í Rock’n roll Hall of Fame, beint sum aldurin var til tess, og hví bæði Rolling Stone og NME hava kosið rødd­ina hjá Axl at teljast millum tær bestu í heiminum – nakrantíð. Ber til at tosa um vónbrot, so var tað heldur keðiligt, at »Patience« ikki var partur av tríggja tíma langa set- listanum hesaferð. Men tað var nú kortini til at liva við, tá vit kortini kundu skrála við til tey allar flestu at hin­um stóru hittunum, sum bólkurin hev­ur staðið fyri. Upplivið søguna Eftir stendur sjálvandi spurningurin, um vit nakran tíð aftur kunnu rokna við nøkrum somikið framúr góð­um út­ gávum frá Axl og hansara monnum. Sjálvur sigur Rose, at hann longu hevur smíðað løg til einar átta út­gávur ella so, men tað man kortini vera iva­ samt, um hesar kunnu røkka teim­ um, sum skaptu legenduna um Guns N’Roses. Tí hóast DJ Ashba, Ron Bumblefoot og Richard Fortus eru framúr guitar- spælarar, so hava teir ikki somu skapanar­evni sum karismatiski Slash og Izzy Stradlin. Slash var smiðurin handan flestu guitar-riff’ini, sum eru so eyðkend fyri hard-rock partin, meðan samspælið millum Rose og Stradlin var framúr, tá løg og orð skuldu smíðast saman. Tí er helst eingin ivi um, at tann part­urin av Guns’n Roses er og verður søga. Men í vár og í summar ber altso til at upp­liva ein tann mest týðandi partin av alheims rock-søguni fyri fullum út­ blástri. Hann hevur altíð verið sín egin. Upp á fimm ár skapti hann sína egnu legendu, og farin um tey fimmti megnar hann framvegis at fáa fjøldina at spruttkóka Ron Bumblefott spældi væl undir allan vegin Richard Furtos bæði sást og hoyrdist við sínum rútmuguitara DJ Ashba er kanska ein Slash-look-alike, men hann er ein imponerandi góður guitar-spælari Fakta Guns N’Roses 2012 Axl Rose – sang (1985-) Dizzy Reed – ljómborð (1990-) Tommy Stinson – bass, kór (1998-) Chris Pitman – ljómborð, kór (1998-) Richard Fortus – rútmuguitar, kór (2002-) Ron »Bumblefoot« Thal – sologuitar (2006-) Frank Ferrer – trummur (2006-) DJ Ashba – sologuitar (2009-) 1 Chinese Democracy 2 Welcome to the Jungle 3 It’s So Easy 4 Mr. Brownstone 5 Sorry 6 Rocket Queen 7 Richard Fortus – guitar solo 8 Live and Let Die 9 This I Love 10 Better 11 Motivation 12 Dizzy Reed – Piano Solo 13 Street of Dreams 14 You Could Be Mine 15 DJ Ashba – guitar solo 16 Sweet Child O’Mine 17 Axl Rose – piano solo 18 Another Brick in the Wall – part 3 (Pink Floyd cover) 19 November Rain 20 Bumblefott – guitar solo 21 Don’t Cry 22 Whole Lotta Rosie (AC/DC cover) 23 Estranged 24 Knockin’ on Heavens Door - - - 25 Nightrain 26 There Was a Time 27 Civil War 28 Paradise City Setlistin í Dublin